Viðmerking til Jákup Sólstein, formann Reiðarafelagsins

Jákup Sólstein hevur púra rætt, tá ið hann sigur, at hetta uppskotið líkist einum nýggjum Framtaksgrunni. Og halda menn, at frægast er at víðka um tess virksemi, so ivist eg onga løtu í, at tað er nakað, sum semja kundi fingist um. Øll tøk, sum fáa stuðul burtur, eru góð tøk, sigur Katrin Dahl Jakobsen, tingkvinna m. a. í viðmerking

Ikki bønhoyrdir

?Hetta er ikki tað, vit hava biðið um?, segði Jákup Sólstein, formaður í Reiðarafelagnum, í samrøðu við Sosialin hósdagin 21. oktober. Hann sipar til uppskot Javnaðarfloksins um endurnýggjan av fiskiskipaflotanum. Hann heldur, at ? 40% í stuðuli av eginpengunum er ein dropi í havinum afturímóti 15-20% í stuðuli av tí, sum eitt skip kostar at byggja?.

Eg kenni ongan, við virðing fyri sær sjálvum og tí virksemi farið verður undir, at hann sjálvur kann áseta stuðulsupphædd og treytir. Ikki tá talan er um privat vinnuligt virksemi. Er tað so, at dyrgt verður eftir stuðuli, átti man at komið við hattinum í hondini og fáum kortum í ermuni. Landskassin er hóast alt kassin hjá øllum borgarum.


Ikki stuðul

At Jákup Sólstein brúkar orðið stuðul um uppskot Javnaðarfloksins, sigur mær, at hann fyri tað fyrsta, als ikki hevur skilt uppskotið, tíansheldur hevur sama hugburð til privat vinnuligt virksemi sum uppskotsstillarin. Helst tosa vit ikki sama mál, bæði.

Okkara uppskot bjóðar teimum, sum ikki hætta sær undir eina verkætlan at vera við sum partaeigarar. Grunnurin kann veita 40% av kravda eginpeninginum og stigtakarin 60%, soleiðis at stigtakarin hevur meiriluta.

Til ber hjá honum, um væl gongst í hond, at keypa grunnin út, og soleiðis taka yvir verkætlanina. Tískil er ikki talan um stuðul, men at grunnurin er partaeigari, uttan at hava meiriluta í felagnum.


Teir bíða

Sambært Reiðarafelagnum, sita reiðarar og ?bíða eftir, at fáa ein stuðul, sum svarar til 15-20% av tí, sum eitt skip kostar at byggja?. Eg eri sannførd um, at støðan er ikki so ússalig millum føroyskar reiðarar ella stigtakarar. Men væl vitandi at skipaíløgur eru sera kostnaðarmiklar og óvissar, hevur Javnaðarflokkurin lagt fram eitt uppskot, sum júst miðjar eftir at savna nokk av eginpeningi til slíkar verkætlanir. Grundsjónarmiðið í uppskotinum er :

1) at stigtakarar/reiðarar hava meirilutan

2) at stigtakarar/reiðarar kunnu keypa allan partapeningin hjá grunninum, um teir ynskja tað.

3) at framtíðar skipaprojekt ikki byggja á partapolitiskan vinnustuðul, men er grundað á vinnubúskaparligar fortreytir.

4) at hetta verður ein varðandi loysn, tí til ber hjá grunninum at fáa peningin aftur við sølu av partabrøvum.

5) at vinnufortreytir á sjógvi og landi verða so líkar sum til ber, serstakliga tí at fiskivinnan er høvuðsvinna okkara og roknast má við, at hon verður hornasteinurin nógv ár frameftir.


Reiðarafelagið ger uppskot?

Jákup Sólstein vísir á dømi um línubát, sum kostar 40 mill. kr., og sigur at tað er nóg mikið við 4-6 mill. kr. í eginpeningi. Eg havi ilt við at ímynda mær, at fíggjarstovnar vilja vera við í skipaprojektum við einans 10% í eginpeningi- av hesum munnu teir áður hava brent seg alt ov ofta.

Heldur man kravið um eginpening vera í minsta lagið 20%, ella kanska heili 30%. Tí kunnu vit rokna við, at lánsgevarar ikki fara at játta meira enn 80-70%. Men har skal so ?geniala? uppskot Reiðarafelagsins frelsa projektið: Landskassin skal treytaleyst skriva ein gávukekk uppá restina, í nevnda dømi heilar 8 mill.!!!!!!!

Tí sambært Jákupi Sólstein, arbeiðir Reiðarafelagið (fyri Landsstýrið???) við uppskotið um at fáa fatur á bíligum milliónum. Ikki er øllum slíkt beskorið!


Skipasýniskrøv forða

Neyðugt er at byggja nýtt, sigur Jákup Sólstein. Okkara uppskot fevnir um bygging og keyp av nýggjari veiðiførum. Men, hann heldur, at ikki ber til at keypa brúkt skip, av tí at donsku skipasýniskrøvini eru so ónærislig.

Fullveldislandsstýrið hevur samtykt í samgonguskjalinum eitt einasta yvirtøkumál, og tað er Skipasýnið ? so brátt lýsir í eystri, og føroyingar fáa lagaligari trygdarkrøv.


Katrin Dahl Jakobsen

tingkvinna

Javnaðarfloksins


P. S. Jákup Sólstein hevur púra rætt, tá ið hann sigur, at hetta uppskotið líkist einum nýggjum Framtaksgrunni. Og halda menn, at frægast er at víðka um tess virksemi, so ivist eg onga løtu í, at tað er nakað, sum semja kundi fingist um. Øll tøk, sum fáa stuðul burtur, eru góð tøk.

Jákup Sólstein ræðist ta umsiting, ið stendst av einum grunni. Men hann gloymir, at stuðulsskipanir so sanniliga krevja umsiting.

Til ber eisini, at lata verandi stovnar umsitingarliga arbeiðið í hendi.