?Vit halda ikki, at hetta er rætti mátin.
? Og vit halda eisini, at tað munar ov lítið.
Jákup Sólstein, formaður í Reiðarafelagnum, er heldur ivasamur um uppskotið hjá javnaðarflokkinum um at endurnýggja fiskiflotan.
Javnaðarflokkurin hevur skotið upp at stovna ein grunn, sum skal seta upp til 40% av eginpeninginum í skip.
Flokkurin legði uppskotið fyri tingið eftir at onki røkist fyri, at samgongan megnar at finna eina loysn á málinum, hóast hon hevur tosað um tað hálvtannað ár nú.
Men uppskotið fær ivasama móttøku hjá teimum, sum skulu brúka hana.
Jákup Sólstein, formaður í Reiðarafelagnum, heldur, at hetta líkist mest eini ætlan at stovna ein Framtaksgrunn afturat.
Og tað dugir hann ikki at síggja nakað endamál í.
? Eg dugi ikki at síggja nakran mun á hesum og Framtaksgrunninum.
? Og Framtaksgrunnurin hevur eisini sett pening í skip.
? Men eru reglarnar fyri hann ikki nóg greiðar, ella forða tær fyri at hann setir pening í fleiri skip, er tað lættari at broyta reglugerðina, heldur enn at stovna ein grunn afturat, sum eisini skal hava eina umsiting.
Tað skal nógv meiri til
Jákup Sólstein sigur, at tað, sum javnaðarflokkurin hevur skotið upp, er í hvussu so er ikki tað, sum vinnan hevur biðið um.
? Tað, sum vit hava bíðað eftir, er at fáa ein stuðul, sum svarar til 15-20% av tí, sum eitt skip kostar at byggja.
? Hesin studningur skal so avskrivast uppá eini 20 ár.
Og hann harmast um, at tað gongur so strilti at finna eina politiska semju um at lata stuðul til at endurnýggja fiskiflotan fyri.
? Tað stóðu 40 milliónir á fíggjarlógini í fjør, men tær fóru aftur í landskassan, tí politikarar megnaðu ikki at semjast.
?Akkurát sama støða endurtekur seg í ár.
? Og aftur komandi ár er ætlanin at seta 40 milliónir á fíggjarlógina til endurnýgging av fiskiflotanum.
? Men fæst ongin semja, fara tær helst eisini aftur í landskassan.
?Talan er sostatt um 120 milliónir, sum fiskivinnan hevur ?mist?.
? Siga vit, at tað hevði svarað til 15% av byggikostnaðinum, høvdu vit sostatt longu havt kunnað bygt skip fyri 800 milliónir, um politikikarar høvdu megnað at funnið semju.
? Og tað hevði rokkið langt í royndunum eftir at endurnýggja fiskiflotan.
Hinvegin heldur Jákup Sólstein, at uppskotið hjá javnaðarflokkinum røkkur ikki langt og tað loysir ikki trupulleikan.
? Tí 40% í stuðuli av eginpengunum er ein dropi í havinum afturímóti 15-20% í stuðuli av tí, sum eitt skip kostar at byggja.
?Verður eitt nú talan um at byggja ein línubát fyri einar 40 milliónir, krevur tað kanska 4-6 milliónir í eginpeningi.
? Eftir uppskotinum hjá javnaðarflokkinum, hevði hesin báturin fingið 1,6 til 2,4 milliónir í stuðuli.
Formaðurin í reiðarafelagnum sigur, at tað er ov lítið. Eftir uppskotinum, sum reiðarafelagið arbeiðir við, skuldi hann fingið 6-8 milliónir í stuðuli, um hann var 15-20% av byggikostnaðinum.
Ómøguligt við ongum stuðuli
Jákup Sólstein sigur, at verður stuðul ikki latin til at endurnýggja flotan fyri, verður tað ógvuliga trupult, fyri ikki at siga ómøguligt at endurnýggja teir allarflestu skipabólkarnar.
?Eitt nú eru bankarnir trekir at taka ein vága á seg, um teir koma ov aftarliga í veðhaldsraðnum.
? Og verður ongin stuðul, verður heldur onki gjørt. Tí er ein stuðul uppá eini 15-20% av byggingini einasta loysn, um ætlanin er at flotin skal endurnýggjast.
Skipasýnið hørð krøv
Vit hava eisini spurt formannin í reiðarafelagnum um, hví tann føroyski fiskiflotin avgjørt skal endurnýggjast við nýggjum skipum.
Er tað ikki eisini ein munandi endurnýgging at skifta t.d. eitt 30 ára gamalt skip út við eitt 10 ára gamalt skip?
? Jú, í sjálvum sær er tað ein endurnýgging.
? Men tað ber bara ikki til. Tí nú eru krøvini frá skipasýninum til brúkt skip blivin so hørð, at tað er ómøguligt at flyta góð, brúkt skip til Føroyar.
? Tann, flytir góð, brúkt skip til landið, skal brúka fleiri millionir uppá umvælingar og ábøtur fyri at lúka tey donsku skipasýniskrøvini, sum eisini eru galdandi í Føroyum. Og tað er so dýrt, at tað beinanvegin tekur botnin undan einhvørjari ætlan.
? Hetta er, hóast at skipini lúka norsk og íslendsk skipasýniskrøv.
? Sostatt er ongin møguleiki at innflyta góð, brúkt skip til Føroya, sigur Jákup Sólstein.