Staturin í statinum

Dan Petersen, løgtinglismur, heldur tað vera vanvirðing av fólkaræðinum, at avgerðir hjá yvirfriðingarnevndini ikki kunnu kærast til dómsvaldið og heldur ikki til løgting ella landsstýri

? Eg kann sum tingmaður als ikki góðtaka, at vit í Føroyum hava ein stat í statinum, ið ikki kann nertast.

Hetta sigur tingmaðurin Dan R. Petersen eftir, at umhvørvismálaráðharrin í tinginum í gjár svaraði 7 fyrispurningum frá varamanni hansara, Andriasi Petersen.

Spurningarnir snúu seg um vatnorkuútbyggingarætlanina, Eiði 4, hjá SEV í Eysturoynni. Felagið hevur ætlanir um at tøma stóru Vesturdalsá millum Fjarða fyri vatn. Hesum hava fólk nærhendis mótmælt. Men Yvirfriðingarnevndin hevur givið loyvi til útbyggingina, og tá nyttar ikki nógv at mótmæla.

Hetta verður staðfest í svarinum hjá umhvørvismálaráðharranum, Eyðuni Elttør. Hann vísir á, at avgerðir hjá lokalu friðingarnevndunum kunnu kærast til yvirfriðingarnevndina. Men samstundis staðfestir hann, at avgerðirnar hjá yvirfriðingarnevndini eru endaligar, og kunnu ikki skjótast inn fyri dómstólarnar.


Einki fólkaræði

Dan R. Petersen, ið hevur fingið skirvliga svarið frá umhvørvismálaráðharranum, er heldur, at tað prógvar, at fólkaræðið í Føroyum verður sett til viks.

? Eg ætli mær at spyrja bæði tingfólk og landsstýrisfólk, um tey veruliga kunnu góðtaka, at vit í Føroyum hava ein stat í statinum, sigur hann og sipar í hesum føri til yvirfriðingarnevndina.

Harafturat vísir Dan R. Petersen á, at orkumálaráðharrin, tá hann fyri mánaða síðani fekk somu spurningar, svaraði, at hann einki vald hevur á størstu orkukeldu í Føroyum. Hetta heldur hann vera ógvuliga løgi. Og ikki minni løgi heldur hann tað vera, at umhvørvismálaráðharrin í tinginum í gjár svaraði, at hann ikki einki kann gera við eitt byggifelag, ið setir stór sár eftir seg í náttúruni.

? Hetta er óguliga løgi. Og serstakliga løgi haldi eg tað vera, yvirfriðingarnevndin er omanfyri valdið hjá dómstólunum.


Stórur áhugi

Nú hava bæði orkumálaráðharrin, Finnbogi Arge, og umhvørvismálaráðharrin, Eyðun Elttør svarað fyrispurningunum viðvíkjandi útbyggingini hjá SEV. Niðurstøðan er, at teir einki kunnu gera fyri at forða fyri, at vatnið verður tømt úr áunum kring hana, hóast serfrøðingar vísa á, at hetta er vandamikið fyri náttúruna.

So er spurningurin til Dan R. Petersen, hvat hann nú ætlar sær at gera við málið.

? Eg ætli mær at reisa spurningin fyri tinginum, um tað kann góðtaka, at fólkaræðið verður sett til viks, og eg rokni við, at tingfólk verða upprørd um hetta mál.

Dan R. Petersen vísir á, at tá orkumálaráðharrin fyri mánaða síðani svaraði fyrispurningunum um sama mál, vóru tingfólk ógvuliga upprørd, og hann væntar, at tinfólk verða uppaftur meira upprørd um málið á hesum sinni.