søgu um, hvat fólk kunnu siga, sum koma inn at klippa sær hjá Jógvani. Sum vit nevndu í byrjanini, veit ein maður, sum barberurin, ið hittir eina ørgrynnu av fólki millum ár og dag, ein hóp um øll verðsins [...] verður prátað, og nógv verður lurtað hvønn yrkadag í árunum, so einki løgið er í, at Jógvan helst veit meira um alt millum himmal og jørð, enn nakar tíðindamaður. Hóast árini bert eru 56, hevur Jógvan klipt [...] hann man hava kllipt, sigur barberurin smílandi, at tað torir hann ikki at hugsa um, tí so fer hann eisini at hugsa um, hvar allir pengarnir eru farnir. Men hvussu var so tey fyrstu árini at fáa fólk at
tá ongi skúlabørn eru. Hann greiðir frá, at um nakað er galið við bussinum, so er bara at seta eina teldu til bussin, og so sær ein á skíggjanum, um nakað er galið, og hvar tað er. - Tá vit keyptu bussin [...] nummar túrur hesin er, veit hann ikki at siga, men hann greiðir frá, at hann upp gjøgnum árini hevur koyrt einar 14 túrar millum Klaksvík og Viðareiði umleið 300 dagar um árið. Og um ein so roknar tað út [...] at tað er blivið til so nógvar túrar. Um eg hevði fingið at vita tað, tá eg byrjaði, so veit eg ikki, hvat eg hevði hugsað. Tí, ímynda tær at fáa at vita, at tú skalt koyra yvir 60.000 ferðir ígjøgnum
snildum. Góð minni Um tíðarskeiðið á landsliðnum, og um fótbóltsleið sína sum heild, heldur Abraham, at talan allar mest hevur verið um góð minni: - Sjálvandi hevur talan onkuntíð verið um skakandi hendingar [...] Abraham, hvørjar vónir hann hevði um dystin, og hvat hann heldur skal til, um Føroyar skulu fáa eitt gott úrslit í kvøld: - Eg veit ikki akkurát, hvørjar vónir ein kann hava um sjálvt úrslitið. Eg vil heldur [...] merktist, tá tosað varð um landsliðið: - Nógv fólk tosaðu um, at landsliðið í stóran mun bygdi á ov gamlar leikarar, har fleiri vóru á veg niður aftur av tindunum. Eg var sjálvur um tey tríati, og tá byrjaðu
hólminum. Tey høvdu lagt til merkis nakað av rekaviði, sum fór við vestfallinum út um hólmin seinnapartin tann dagin, ið báturin fórst. Men tað var eingin, sum droymdi um, at nakar bátur var burturgingin [...] ein bíggjarbátur gekk burtur við fýra monnum. Tað hava verið ymsar gitingar um orsøkina. Fyri nøkrum síðani var eg biðin um at koma niðan á Lágargarð. Tann tá 85 ára gamli Petur Zachariassen, ættaður úr [...] á Tindskriðubarmin. Men har var einki at síggja til nakað sum helst, hóast trúliga var leita. So var eisini leitað við størri bátum og skipum víða um, men einki varð funnið burtursæð frá eini ár og onkrari
saman við onkrum av børnunum og teirra familjum. Um hon skal arbeiða millum jól og nýggjár, veit hon ikki enn. ? Um tað verður nakað arbeiði, so arbeiði eg. Um ikki, so havi eg frí, sigur Malena Purkhús brosandi [...] allatíðina, og tað dámar henni avbera væl. ? At kunna arbeiða við hús er sera frítt. Tú gert sjálv av, nær tú setir teg, og nær tú gevst. Tað er deiligt, sigur Malena. Kontórið er í dag eitt lítið rúm, har Malena [...] real. Beinanvegin komu boð frá J.J. Jacobsens handli um at fáa hana til arbeiðis at passa bøkurnar, sum hon sjálv tekur til. ? Ja, eg varð biðin um at koma til arbeiðis hjá teimum, so har stóð eg í læru
eitt nýtt hugskot: »Alt hitt var mislukkað, nú mugu vit samráðast um nakað annað. Vit skulu gera upp við danir!« Nú er ikki spurningur um fullveldi og skiftistíð, ella evsta vald hjá Løgtinginum, ella free [...] ein annar John Wayne og peikar yvir á Annfinn Kallsberg: »Vissi tú kiksar, so hava vit mist alt«. (Legg merki til hvussu hann brúkar orðini tú/vit). Annað samráðingarumfar Nú sleppur Nyrup frammat, og greiðir [...] finna uppá nakað heilt nýtt? Brúka oljuna, sum vit eiga í landgrunninum sum trumf? Eg fangaði ikki rættiliga logikkin í hesum, men kendi, at einaferð enn flyttist fokus í samráðingunum. Ikki loysing og skiftistíð
onkutíð má tað stóra Jobs-tolið til, um tann stóri laksurin skal fáast til lands. Um tað tekur 15 minuttir ella longur, tað ger einki. Tá tað bítur á, er eingin tíð at hugsa um tíð ella stað. Andlitið á Sofíu [...] so er Sofía eitt dømi um tað øvugta. Hon hevur altíð fiskað! Heilt frá barnaárum hevur fiskarí havt hennara stóra áhuga. Og Leynavatn og hini bæði norðaru vøtnini veit hon alt um. - Eg eri uppvaksin í [...] út aftur. Tað ræður um ikki at vera ótolin, tí laksurin skal møðast og línan má halda. Ikki fyrrenn tann hvíta síðan á búkinum kemur fram, er tíð at draga fongin inn. Av royndum veit Sofía, at hetta kann
men tað ber heldur ikki til at gera forðingar soleiðis, at tú doyrt, um tú koyrir skjótari enn lógin loyvir tí. Tú kanst eisini koyra 120 upp um eina bungu, sigur Oyvindur Brimnes. Hann greiðir í sama viðfangi [...] ingini, hóast hon hevur verið við í eini vanlukku og hevur kostað einar 500.000 krónur. - Eg veit ikki, um mann kann siga, at vit eru komin illa burtur úr hesi forðingini. Tað var gjørt eftir forskriftunum [...] John S. Myllhamar metir, at forðingin onga nyttu ger, tí bilar koyra umleið 90 kilometrar um tíman har. ? Hon ger ikki sama mun, sum hon gjørdi, sigur Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki Ferðsluforðingin
mannaminni. Tú fært ikki annað enn sett tær spurningin, um nú alt er so, og bert so, sum maðurin sjálvur sigur tað vera. Og hóast Jústinus vísir á júst hendan ivan, er tað ikki sørt, at tú sum lesari hevur [...] verður frá, og um søguna hjá býnum. Og so hesar sammetingarnar við viðurskiftini í Singapore og Oyndarfirði og aðrastaðni í Føroyum, sum vit alla tíðina fáa serveraðar. Her melur alt hvørt um annað. Hvussu [...] triðja, eg siti við frá Jústinusar hond, hesi seinastu trý árini. Og eins og hinar báðar fyrru, tær um Kaj Johannesen, er hendan ein frásøga við tí besta av kynstrinum, Jústinus klárar at borðreiða, Og
trøðna; tí hevði tað verið gott, um eg hevði ein bil. Tað er eisini so keðiligt at sita einsamallur við hús. Tú upplivir einki, um tú ikki hevur bil og kanst koyra, har tú vilt. Eg sakni túrarnar út á Nes [...] sita við køksborðið og práta. Tá ið tú ert farin um tey níti, hevur tú livað eitt langt lív, og Axel hevur so sanniliga eisini upplivað eitt sindur av hvørjum. Hann veit um nógvar hendingar at siga, sum verða [...] Rytuvík, tá ið tú kemur longur eystur. Jú, hetta sakni eg ógvuliga nógv. Spurdur, um hann ikki kundi hugsað sær ein brúktan bil, nú árini kortini eru so mong, sigur Axel: ? Nei, tað veit eg ikki. Eg eri