Eyðun á Borg, á Borg á Argjum í vársól 2006
Skal hatta landsnavnið stavast : Sveis, Svais, Schwaiz ella Schweiz? Man alt vera loyvt? Málsligt lógloysi?
Hendan UKREINA-skrivingin gjørdist ein verri føsil! Kanska betri ógjørt!? Nú høvdu vit júst vant okkum við tann lætta, einfalda, føroyska staviháttin: Ukreina, Sveis o.s.fr. Skúlabørnini halda tað sjálvandi eisini vera lættari at stava nøvnini á føroyskum.
Tey tilkomnu, harafturímóti, sum meginpartin av lívi sínum bara hava sæð donsk(útlendsk) landakort, ja, teirra heilakyknur hava sjálvandi ilt við at venja seg við móðurmálsmenningina á landafrøðiliga økinum. Tað er ringt at fara frá kendu nøvnunum:
Ukra-ine, Schweiz, Ægypten, Elfenbenskysten, Polen, Italien, Kap Farvel,Shetland, New Zealand o.s.fr.
5 spurningar
Takk fyri spurningarnar, Dagfinn!
1. spurningur: Hví málnevndin ikki veit, at útlendskt ai verður skrivað ei á føroyskum!? Ja, man hon ikki vita tað? Annars visti eg ikki, at málnevndin nú góðtekur bæði UKREINA og UKRAINA! Hvør er annars í hasi málnevndini, og hvørjar heimildir hevur hon? Kann hon t.d. broyta skriftmálið?
2. spurningur: Mai, mais og kai! Jú, okkurt undantak er. Tað er tað í øllum málum.
Um eg góðtaki stavsetingina í donsku-føroysku orðabókini, sum Fróðskaparfelagið gav út í 1995? Jú, tað hugsi eg. Í hvussu so er, um stavsetingin er í samsvari við móðurmálsorðabókina. Annars er handan da.-fø. orðabókin eitt sindur ivasom í vissum førum. Mær dámar betur ta stóru, donsku-føroysku orðabókina, sum Stiðin gav út í 1998.
Stiðjaorðabókin góðtekur annars eisini mei! Tí haldi eg, at vit kanska heldur skuldu skrivað mei, sjálvt um eg altíð havi skrivað mai! Mei=moy??
Kanska eisini meis!? Nei, eg veit ikki. Vit hava jú orðið, meis, á føroyskum. Tað hevur fleiri týdningar (m.a. føsil)!
Orðið kai/kaj er danskt. Tað eitur bryggja, brúgv ella lending á føroyskum!
3. spurningur:Málførið (bygdamálið/dialektin) norðanfyri er avgjørt eisini føroysk tunga!
Latið okkum endiliga varðveita tey fjølbroyttu bygdamálini!
4. spurningur: Nei, at tvinga fólk man ikki loysa seg! Kortini hava vit eitt skriftmál og eitt
bókstavarað. Tað er ørkymlandi at hava fleiri loyvdar stavimátar!
Undirmeta tit ikki norðanfólk?
Annars er ei neyvan ein trupulleiki hjá norðanfólki! Munnu norðanfólk ikki duga líka væl týskt sum sunnanfólk? (ein, klein, mein). Man nakar føroyingur norðan fyri Kaldbaksfjørð siga Oynstoyn ella Svoys í staðin fyri Einstein og Sveis? Nei, sjálvandi ikki.(Sambært móðurmálsorðabókini (hvørjumfall) er Sveis tað rætta, ikki Svais)!!
Haraftrat siga norðanfólk eisini Hoyni Heinesen (Heini Heinesen,orsaka, at eg eri persónligur)! Sagt verður oy í føroyska fornavninum, Heini, og ei í útlendska/danska eftirnavninum! Man eg ikki hava rætt, eysturoyartingmaðurin?
Sjálvandi hava norðanfólk heldur ikki nakran trupulleika av Ukreina! Handan ai-undanførslan heldur ikki!
Jú, kanska hevði tað ørkymlað onkran, um ein sveisari var sveisari á eini skipasmiðju!?
Hevði tað annars gjørt nakað, um norðoyingar søgdu oy í t.d. landsnavninum, Teilandi? Dømi: Baturin hja papa er í Toylandi!?
5. spurningur: Um eg haldi meg hava betri førleika enn málnevndin?! Hatta var verri! Nei,
man tað vera? Fekk kortini einaferð eitt bræv við ð-villu frá hesi nevnd!? Ergo: Errare humanum est! (Tað er menniskjaligt at mistaka seg)! Vit mistaka okkum øll!
Hvussu skal eg svara? Sjálvrós er ikki tespiligt.Tú skalt heldur ikki seta ljós títt undir skeppuna. Lat meg siga tað soleiðis: Neyvan hevði eg gjørt vart við meg í bløðunum á hendan hátt, um eg ikki helt meg vera á heimavølli viðvíkjandi tí, eg skrivi um! Eg haldi meg jú til føroyskar skriftmálsreglur og móðurmálsorðabókina!
E.S. Høvuðsætlan mín var annars at fáa fólk at siga UKREINA í staðin fyri UKRA-INE!!
Man Ukreina ikki fara at standa á plakatum og atgongumerkjum til landsdystin?
E.E.S. Hey,Heri! Skemtari er! Vanliga verða nøvn á býum ikki føroyskað!Skriva
tú bara Hanoi og Saigon! Grønhøvdi, ja, hví ikki? Skuldu vit t.d. ikki sagt ella skrivað
Fílabeinsstrondin? Hevði tað riggað betur við Elfenbenskysten ella Ivory Coast ella kanska
Cote d´Ivoire? Var hatta franska rætt?
Reunion kundi kanska itið Sameining ella Samljóð!? Heri segði mær annars nú ein dagin, at
radioaktivitetur eitur útvarpsvirksemi á føroyskum! Eg maini tað! Nú varð eg drúgvur.
Boy, tit!