felagsskapinum al-Qaeda hjá bin Laden hyggja at myndum av verjumálaráðnum Pentagon, sum var annað av málunum tann 11. september í fjør. Ein av yvirgangsmonnunum, saudiarabin Abdul Aziz al-Omari, sigur í [...] gerð møguliga, serliga islamska krígsmanninum Osama bin laden. Má Guð verja hann, sigur al-Omari á upptøkuni. Al-Jazeera sigur, at bin Laden sjálvur hoyrist á upptøkuni, og at hann nevnir fleiri av teimum [...] er Mohammed Atta, sum eftir øllum at døma stóð á odda fyri sjálvari atsóknini tann 11. september. Al-Jazeera vil vera við, at upptøkan er gjørd í afghanska býnum Kandahar, sum var háborgin hjá Talibanstýrinum
bólkum í Europa og USA, eins og ein sá undan 11. september 2001. - Tað sum vit síggja í dag er eitt al-Qaeda í kreppu, metir Lars Erslev Andersen, ið er granskari á Institut for Internationale Studier í Oslo [...] Fleiri altjóða terrorserfrøðingar siga, at fyrstu úrslitini móti al-Qaedaterrorinum eru farin at geva úrslit. Sagt verður beinleiðis, at hóttanin er í minking. Talið á álopum, bæði á teimum sum verða avdúkað
- Bin Laden er ikki við til at skipa fyri bumbuatsóknum hjá Al-Qaeda longur, sigur ovastin fyri teirri týsku fregnartænastuni, Ernst Uhrlau, í samrøðu við týska blaðið Bild. Osama bin Laden hevur verið [...] finningarlønin er risastór. Týski fregnartænastuovastin vil ikki svara, tá Bild spyr, um tað var Al-Qaeda, sum skipaði fyri bumbuspreingingunum í Istanbul í síðstu viku, og sum kravdu 16 mannalív og særdu
Sambært frágreiðingini er tað rættiliga sannlíkt, at yvirgangsmenn, sum hava tilknýti til al-Qaeda, fara at royna at søkja at olympisku leikunum, og at teir helst fara at leggja seg eftir at fáa sum mest [...] Freistin Amerikanska kongressfrágreiðingin nevnir eisini eitt annað, sum kann vera ein fráboðan um, at al-Qaeda ætlar at søkja at olympisku summarleikunum. Tann 15. apríl kunngjørdi Osama bin Laden, at hann fór
verður nevnt, at felagsskapurin Al-Qaeda og tríggir aðrir islamistiskir felagsskapir hava fingið fótafesti í Týsklandi, men myndugleikarnir vita ikki, hvussu nógvar limir Al-Qaeda hevur har. Harafturímóti halda
Sagt verður, at bin Laden hevur skrivað eina bók um lív sítt og um virksemið hjá felagsskapinum al-Qaeda. Millum annað greiðir hann frá, hvussu álopið á World Trade Center í New York bleiv fyriskipað.
Sýrialandi fer at líkjast gongdini í Afghanistan, sum millum annað gróðursetti yvirgangsfelagsskapin al-Qaeda. [...] fyri at sameina allar uppreistrarmenninar í landinum og at samskipa stríðið ímóti stýrinum hjá Bashar al-Assad, forseta. Bretska blaðið Guardian skrivar, at teir politisku leiðararnir í Vesturheiminum fáa
Leiðarin í yvirgangsfelagsskapinum al-Qaeda, Osama bin Laden, og næsti maður hansara, Ayman al-Zawahiri, fjala seg einastaðni í útnyrðimngspartinum av Pakistan. Tað sigur sjónvarpið CNN frá einari keldu
heitt á fólk um at lata blóð. Tikrit er í landslutinum Salahuddin, og myndugleikarnir har leggja al-Qaeda undir at hava skipað fyri bumbuatsóknini. Tikrit var heimbýur hjá gamla einaræðisharranum Saddam [...] luftina, og sambært myndugleikunum á staðnum tók hann minst 42 aðrar menn við sær í deyðan. Sjónvarpið Al Jazeera sigur, at minst 100 mans vórðu særdir. Sagt verður, at sjúkrahúsini eru full av særdum monnum
Ramadi gjørdu uppreistur í morgun. Sambært BBC høvdu fangarnir tilknýti til ein felagsskap undir al-Qaeda, sum hevur havt nógvar viðhaldsmenn í Ramadi síðani innrásina í 2003. Iraksku myndugleikarnir siga