Nógvar víðgongdar kreftir í Týsklandi

Víðgongdir islamistiskir bólkar eru tann størsta hóttanin ímóti týska demokratiinum, men myndugleikarnir halda eisini eyga við nýnazistum og øðrum bólkum

Ein nýggj frágreiðing hjá týsku trygdartænastuni avdúkar, at myndugleikarnir halda eyga við fleiri víðgongdum bólkum og høgra- eins væl og vinstravonginum, samstundis sum neyvt eftirlit er við teimum islamistisku felagsskapunum í landinum.
Frágreiðingin hevur fingið innanrikisráðharran, Oto Schilly, at mæla politikarunum til at geva trygdartænastuni størri heimildir fyri at herða bardagan ímóti teimum víðgongdu islamistisku felagsskapunum. Eitt nú hevur hann skotið upp, at trygdartænastan skal fáa heimild til at kanna bankakontur teirra, og at yvirgangslógirnar, sum komu í gildi aftan á atsóknina 11. september í 2001, verða verandi í gildi.
Myndugleikarnir halda, at 24 islamistiskir felagsskapir eru í Týsklandi, og næstan 200 ferðir hava myndugleikarnir kannað ymisk viðurskifti hjá felagsskapunum, tí illgruni var um, at teir høvdu verið uppi í yvirgangi í Týsklandi.
Í teirri nýggju frágreiðingini hjá trygdartænastuni verður nevnt, at felagsskapurin Al-Qaeda og tríggir aðrir islamistiskir felagsskapir hava fingið fótafesti í Týsklandi, men myndugleikarnir vita ikki, hvussu nógvar limir Al-Qaeda hevur har. Harafturímóti halda myndugleikarnir seg vita, at Hizbollah og Hamas hava ávikavist umleið 800 og 300 limir í Týsklandi, og at tann týska deildin hjá Muslimska Bróðurskapinum hevur umleið 1300 limir.
Otto Schilly ivast ikki í, at teir islamistisku felagsskapirnir eru tann størsta hóttanin ímóti týska demokratiinum, men hann ávarar um, at fólk eiga ikki at gloyma teir víðgongdu felagsskapirnar á høgravonginum. Hildið verður, at næstan 41.000 fólk eru limir í hesum felagsskapunum, og at av teimum eru umleið 5.300 limir í nýnazisiska flokkinum NPD.