Stjórnirnar í USA, Bretlandi og Fraklandi hava mist vónina um, at Tjóðarráðið í Sýrialandi verður ført fyri at sameina allar uppreistrarmenninar í landinum og at samskipa stríðið ímóti stýrinum hjá Bashar al-Assad, forseta.
Bretska blaðið Guardian skrivar, at teir politisku leiðararnir í Vesturheiminum fáa støðugt minni ávirkan á tað, sum hendir í Sýrialandi. Samstundis eru ábendingar um, at víðgongdir muslimar fáa størri og størri undirtøku millum uppreistrarmenninar. Talan er yvirhøvur um kreftir, sum eru ímóti demokratii, og sum fáa fíggjarligan stuðul úr Saudiarabia og øðrum oljulondum við Persaflógvan, skrivar blaðið.
Amerikanararnir bera ótta fyri, at gongdin í Sýrialandi fer at líkjast gongdini í Afghanistan, sum millum annað gróðursetti yvirgangsfelagsskapin al-Qaeda.