Fangauppreistur kravdi 13 mannalív

13 fólk doyðu, tá nakrir fangar í einari løgreglustøð í Irak gjørdu uppreistur í morgun Seks løgreglumenn og sjey fangar lógu eftirá, tá fangarnir á einari løgreglustøð í irakska býnum Ramadi gjørdu uppreistur í morgun.

Sambært BBC høvdu fangarnir tilknýti til ein felagsskap undir al-Qaeda, sum hevur havt nógvar viðhaldsmenn í Ramadi síðani innrásina í 2003.

Iraksku myndugleikarnir siga, at uppreisturin var væl fyriskipaður.