Sjálvmorðsbumba kravt 42 mannalív

Ein sjálvmorðsbumbumaður trokaði seg fyrrapartin inn ímillum 300 menn, sum vóru komnir at søkja um arbeiði hjá løgregluni í irakska býnum Tikrit. Brádliga sprongdi maðurin seg í luftina, og sambært myndugleikunum á staðnum tók hann minst 42 aðrar menn við sær í deyðan.

Sjónvarpið Al Jazeera sigur, at minst 100 mans vórðu særdir. Sagt verður, at sjúkrahúsini eru full av særdum monnum, og í hátalarunum hjá moskunum verður heitt á fólk um at lata blóð.

Tikrit er í landslutinum Salahuddin, og myndugleikarnir har leggja al-Qaeda undir at hava skipað fyri bumbuatsóknini. Tikrit var heimbýur hjá gamla einaræðisharranum Saddam Hussein, og tað var eisini har, hann fjaldi seg, til amerikanararnir funnu hann og tóku hann í desember í 2003.