Sambært frágreiðingini er tað rættiliga sannlíkt, at yvirgangsmenn, sum hava tilknýti til al-Qaeda, fara at royna at søkja at olympisku leikunum, og at teir helst fara at leggja seg eftir at fáa sum mest burtur úr atsóknini. Tað er tí ikki óhugsandi, at teir fara at nýta eina bakteriur, stendur í frágreiðingini.
Carol Migdalowitz, sum hevur skrivað frágreiðingina, sigur við tíðindastovuna AP, at tað eru fleiri orsøkir til, at vit kunnu vænta eina ella fleiri atsóknir at leikunum í Athen. Hon vísir á, at demokratiið hevur sín uppruna í Grikkalandi, og at yvirgangsmenn tí ivaleyst halda tað hava ein serligan týdning at søkja at har. Í øðrum lagi fara fleiri milliardir fólk at fylgja leikunum í sjónvarpinum, og tí kunnu yvirgangsmenninir fáa sín boðskap út um allan heimin. Í triðja lagi er Grikkaland ein partur av Vesturheiminum, sum yvirgangsmenninir leggja seg eftir at søkja at, sigur Carol Migdalowitz.
Freistin
Amerikanska kongressfrágreiðingin nevnir eisini eitt annað, sum kann vera ein fráboðan um, at al-Qaeda ætlar at søkja at olympisku summarleikunum.
Tann 15. apríl kunngjørdi Osama bin Laden, at hann fór at lata friðardyrnar standa opnar fyri Vesturheiminum í tríggjar mánaðir. Tann 15. juli rennur hendan freistin út, og fýra vikur seinni byrja leikirnir í Athen.
Grikska løgreglan hevur havt samband við løgregluna í hinum evropeisku londunum. Ætlanin er, at hini londini skulu gera sína meting av vandanum fyri yvirgangi undir leikunum, skrivar AP.