einastandandi vakurt fríspark, sum ungi landsliðsleikarin hjá B36 eigur stóran heiður av. B68 misti ein mann Málið til 2-0 kom fyri toftamenn á tí mest órættvísu løtuni. B68 høvdu havt spælið og initiavtivi [...] 4-0, men trý tey seinastu málini komu ikki fyrr enn seinastu tjúgu minuttirnar. Støðan var 1-0 til B36 líka til 70 minuttir vóru farnir. Tað sigur ikki so lítið, um spæl toftamanna, at teir megnaðu, at halda [...] Bólturin fór ikki í mál, men endaði fyri føtrunum á Jens Kristiani, sum var farin fram við, og hann stóð púra blankru ein metur frá málinum, og so var 1-0. Rættvísi er sjáldan til í fótbólti og tað var tað heldur
kappingunum, sum vóru høvuðsorsøkin til, at tapið á útivølli varð avmarkað til 1-0, og at møguleikin hjá B36 at vinna í annaðkvøld og harvið at vera við í lutakastinum til næsta umfar, er góður. Teir fingu [...] Svangaskarði, og so skuldi B36 gera trý mál fyri at sleppa víðari. Dysturin á Svangaskarði endaði 1-1. Tað var eitt heiðurligt úrslit, men ikki nóg gott til framhaldandi luttøku í Europa Cup. Hesa ferð [...] nógvum fólki, og allar royndir siga, at fyri úrslitið hevur tað alstóran týdning, at liðini í europeisku kappingunum fáa góðan stuðul á heimavølli. Hetta er eitt tak fyri føroyskan fótbólt í síni heild, og
hon ongantíð hevur møtt nøkrum illvilja fyri sína støðu. ? Eg ferðist har fólk vanliga ferðast, men eri ongantíð komin út fyri, at fólk hava víst mær illvilja fyri mína støðu. Hon ivast onga løtu í, at nógv [...] Hon gevur seg eisini til at tosa við tey, sum ikki eru samd við henni. ? Í nógvum førum snýr tað seg um fordómar og manglandi vitan, og tá ber væl til at tosa við fólk og »tosa tey til rættis«, sigur Turið [...] handað Nordfag virðislønina 1999. Dómsnevndin hevði gjørt at, at lata Turið virðislønina fyri tað arbeiði hon ger, fyri at menna public service hugtakið í almenna kjakinum. Sjálv gjørdist Turið bilsin tá hon
sum lesararnir ivaleyst koma at leggja merki til, so er sniðið á blaðnum nakað broytt. Sjálvandi vilja vit framhaldandi at Yngd skal blaðið, sum er sett av til tey ungu, og vilja vit tí framvegis viðgera [...] fer sjálvandi at viðføra, at vit framyvir hava møguleika fyri at viðgera tey ymisku evnini gjøllari. Økta síðutali gevur okkum eisini møguleika fyri at taka nýggjar tættir inn í blaðið, uttan at hetta ger [...] hava spurt okkum fyri, hvat tey ungu halda um Robinson. Harumframt hava vit hitt ein ungan føroying, sum á einhvønn hátt hevur gjørt vart við seg sjálvan. Sjálvandi hava vit eisini rúmd fyri tónleikinum, har
uppiborið ein heiður sum Mentanarvirðisløn Landsins. Nevndin, ið sambært reglugerð ger tilmæli til landsstýrismannin, sigur m. a.í grundgeving síni: ? Jens Pauli Heinesen fær virðislønina fyri skaldskap sín [...] og mentanarligar fyritreytir fyri listarligari menning. Mentanarvirðisløn Landsins verður handað á almennum hátíðarhaldi, sum Undirvísingar- og Mentamálastýrið skipar fyri í Norðurlandahúsinum mánakvøldið [...] í mentamálum letur Mentanarvirðisløn Landsins eftir tilmæli frá nevnd umboðandi føroysk listafólk. Til tess at kunna fáa Mentanarvirðisløn Landsins skal virðislønarevnið hava skapað listarligt lívsverk
hvussu stendur til hjá einstøku liðunum. Við hesum vilja vit bjóða øllum hondbóltsáhugaðum at verða vælkomin til nýggja kappingarárið. Vónandi verður talan um eitt kappingarár, sum verður orsøk til nógvan spenning [...] brynjað seg út, til tess at verða við í fremstu røð, men tá gullkrónurnar skulu latast. Undanfarna ár vóru tað sum kunnugt menninir hjá StÍF og kvinnurnar hjá Kyndli, sum fingu henda heiður, og lítið er at [...] Fyri seinastu ferð í hesari øldini verður farið undir eina nýggja landskapping í hondbólti, og fleiri ábendingar eru um, at kappingin í ár fer at gerast ein hin mest spennandi nakrantíð, bæði á mann- og
vóru til mín at ferðast fyri og til løn. Vit fóru til mentamálaráðharran, D.P. Danielsen, og spurdu, um,hvat sagt varð, um peningurin ísatðin varð nýttur til ein leikhóp við somu skyldum, og ikki til at [...] kennir, at hann er komin aftur til tað sam, sum hann fór frá fyri 20 árum síðani. - Eg hevði ikki byrjað forfrá. Tað gevur mær mót, at vit nú hava leikarar, ið eru væl fyri. Fyri einum ári síðani fylti Gríma [...] Frá 1970 til 1973 var Eyðun burtur og hesa tíðina vóru politikarar, ið settu pening av til leik. Heimafturkomin fekk Eyðun starv sum sjónleikaráðgevi. Ferðaðist nógv og setti leikir upp fyri ymsu feløgini
mentunarligur grundvøllur og ein etiskur karmur, sum tú mást taka støðu til. Tað er nevniliga upp til okkum sjálvi at gera heimin til eitt frægari stað at vera, og eingin kann skáka sær undan. Hetta er eisini [...] hátt sum hann í 1934 við "Blæsende Gry" fór frá yrkingasøvnum til í høvuðsheitum at skriva skaldsøgur, so er skiftið nú frá skaldsøgum til stuttsøgur. Nakað er um hetta, tí frá miðjum fimti árunum og fram [...] (Nakað sama søga kemur fyri í "Balladen om Bøledrengen" í "Laterna Magica" 1985). Hetta nítur báðum fast, og meðan Anna dregur seg burtur frá verðini, letur Paulus seg endurdoypa til "den engelske mission"
skiftistíð, vit føroyingar kundu vænta okkum frá dønum aftaná eina fólkaatkvøðu til fyrimunar fyri fullveldi. Og tað var alt fyri eitt lagt út, sum ein hóttan, og tað sum verri var í móti føroyingum! Og so [...] tann bera óvissa, og snaring til fyrimunar fyri fullveldinum? Og spæla tit kosnu menn og kvinnur samgongurnar við lív og lagnu føroyinga? Hevur handa flaggstongin uttan fyri ST-borgina í New York so nógv [...] og út frá hesum verður so arbeitt. Flestu føroyingar hava havt eina virðing fyri tingfólkum og tingsins arbeiði - meiri fyri teimum gomlu tingfólkunum, enn talan er um í dag, við tí natúrligu, og ofta
eygnavitni til tað, sum gekk fyri seg á tætt pakkaða Sparta Prag vøllinum leygarkvøldið. Øll setur vóru mannað ? og í nøkrum førum vóru fleiri atgongumerki seld til sama plássið! ? og tað var lagt upp til, at [...] rómurin kring vøllin so stórur, sum tú sjáldan ert eygnavitni til. Føroysku spælararnir fóru í sínum lagi til sínar áskoðarar at takka teimum fyri stuðulin, og kekkisku spælararnir runnu kring allan vøllin [...] spælararnar og viðhaldsfólkini. Rópini gjørdust í 2. hálvleiki til hóttanir um, at áskoðararnir ætlaðu sær til hús, um teir ikki fingu meiri fyri pengarnar. Kekkarnir royndu eftir steðgin at seta ferðina upp