Mentanarvirðisløn Landsins verður í ár latin Jens Paula Heinesen, rithøvundi. Virðislønin er kr. 150.000,- Landsstýrismaðurin í mentamálum letur Mentanarvirðisløn Landsins eftir tilmæli frá nevnd umboðandi føroysk listafólk.
Til tess at kunna fáa Mentanarvirðisløn Landsins skal virðislønarevnið hava skapað listarligt lívsverk á høgum listarligum støði ella hava skapað eitt ella fleiri listarlig avrik, ið gera, at viðkomandi má haldast at hava uppiborið ein heiður sum Mentanarvirðisløn Landsins.
Nevndin, ið sambært reglugerð ger tilmæli til landsstýrismannin, sigur m. a.í grundgeving síni:
? Jens Pauli Heinesen fær virðislønina fyri skaldskap sín. Hann hevur umframt hópin av stuttsøgum skrivað yrkingar, leikrit og greinir um bókmentir, list og samfelag. Skaldsøgan er høvuðsmiðil hansara. Í skaldskapi sínum lýsir og viðger Jens Pauli Heinesen vandamál í nútímans samansetta samfelag, og oftast eru listamaðurin og listin høvuðsevnið. Stuttsøgurnar og skaldsøgurnar hjá Jens Paula Heinesen lýsa á framúrskarandi hátt føroyska tilveru og hugsanarhátt á bygd og í bý frá 1930?árunum og til okkara dagar.
? Jens Pauli Heinesen hevur endurnýggjað føroysku skaldsøgnua við Frænir eitur ormurin, ið hevur eina spennandi gongd í djarvari samanseting. Í stóru skaldsøgurøðini Á ferð inn í eina óendaliga søgu hevur Jens Pauli Heinesen givið eina djúptøkna mynd av sinni listamansins, samstundis sum skaldsøgan lýsir sosialar og mentanarligar fyritreytir fyri listarligari menning.
Mentanarvirðisløn Landsins verður handað á almennum hátíðarhaldi, sum Undirvísingar- og Mentamálastýrið skipar fyri í Norðurlandahúsinum mánakvøldið 11. oktober kl. 20.00.










