Í gjárkvøldið skuldi knappliga hálvt hundrað manna stóra ferðalagið úr Turkalandi koma til Havnar, og í annaðkvøld klokkan hálvgum sjey verður seinni dysturin millum Ankaragücü og B36 spældur á Tórsvølli.
Hetta er fyrsta ferðin, at B36 fer at royna seg í Europa Cup á heimavølli í høvuðsstaðnum, og tá tað verður havt í huga, at talan er um eina rættuliga spennandi uppgerð, so kann ikki roknast við øðrum, enn at undirtøkan millum áskoðararnar fer at vera heilt góð.
Vit rokna við nógvum fólki, og allar royndir siga, at fyri úrslitið hevur tað alstóran týdning, at liðini í europeisku kappingunum fáa góðan stuðul á heimavølli. Hetta er eitt tak fyri føroyskan fótbólt í síni heild, og vit rokna við, at allir føroyingar fara at kenna tað soleiðis, sigur Kristjan á Neystabø, sum er formaður í B36.
Stórt trýst
Tá B36 var í Turkalandi spældu teir undir heilt øðrum umstøðum, enn teir eru vanir við. Hitastigini vóru 27, og tað kendist uppaftur heitari, tí luftin var rættuliga slavin.
Í so máta verða umstøðurnar hjá B36 væl øðrvísi í annaðkvøld. Ta ferðina vóru tríggir av B36arunum illa sjúkir í búkinum. Onkrir hava verið plágaðir av hesum, síðani B36 ferðalagið kom aftur til Havnar, og tað hevur sæst aftur í landskappingardystunum ímóti ÍF og B68, sum tað kortini hevur eydnast at fingið seks stig burturúr, men nú eru allir væl fyri, og tað verður roknað við, at Tomislav Sivic fer at hava møguleika at spæla við bestu manningini í annaðkvøld.
Hvørja ferð føroyingar taka lut í altjóða kappingum, so verða vit lagdir undir trýst beinanvegin. Mótstøðumenninir kenna kanska ikki so nógv til Føroyar og føroyskan ítrótt, men teir vita, at vit koma úr einum landi, har fólkagrundarlagið er lítið, og teir leggja trýst á beinanvegin, tí teir rokna við, at okkara lið fara at hoykna, heldur Kristjan á Neystabø, formaður í B36, og hann heldur fram:
Soleiðis var tað eisini, tá vit vóru í Ankara. Mótstøðuliðið legði ógvusliga fyri, og teir fingu eisini málið, sum teir høvdu ætlað sær at fingið beinanvegin, men tíbetur megnaðu okkara at binda fyri, og so hendi ikki meiri.
Royndirnar góðar
Í B36 ivast tey ikki í, at tað vóru royndirnar hjá nógvu spælarunum, ið hava spælt nógv á landsliðnum og í europeisku kappingunum, sum vóru høvuðsorsøkin til, at tapið á útivølli varð avmarkað til 1-0, og at møguleikin hjá B36 at vinna í annaðkvøld og harvið at vera við í lutakastinum til næsta umfar, er góður.
Teir fingu fyrsta málið, men hini, sum teir høvdu ætlað sær, komu ikki, tí okkara megnaðu at halda høvdið kalt. Egin Høgnesen hevði onkrar framúr bjargingar, og tað var týdningarmikið. Ofta harmast vit kanska eitt sindur um, at felagsvenjingin verður so nógv órógvað av, at fleiri av lyklaspælarunum eru burtur frá, tí teir fyrireika seg til landsdystir, men í Turkalandi var tað týðuligt, at tað kom okkum til góða, at fleiri av spælarunum hjá okkum hava nógvar altjóða royndir, sigur Kristjan á Neystabø.
Formaðurin rósar øllum spælarunum fyri eitt framúr gott avrik, og hann sigur seg hava álit á, at tað kann eydnast at vinna í annaðkvøld:
Teir skulu ikki fáa mál. Gera teir tað, so skulu okkara skora trý mál, og tað verður torført. Tí skulu vit bæði vera ansnir í verjuni og samstundis syrgja fyri at skora mál. Tað havi eg álit á, at vit fara at megna, tí vit hava fleiri álitisfólk í øllum ketum á liðnum, heldur formaðurin í B36.
Pengarnir valdast
Um tað eydnast B36 at spæla seg víðari í kappingini, so fær felagið eina staðni millum 350 og 400 túsund krónur eyka frá UEFA. Vit hava ikki hoyrt nakað um, hvussu hetta verður gjørt, men tað er greitt, at spælararnir fara at fáa ein part av hesum.
Pengarnir í felagnum hjá okkum eru fyri einki at rokna móti teimum í felagnum, sum vit spæla ímóti í annaðkvøld. Teir hava 31 fulltíðar yrkisspælarar, og teir, sum vinna minstu upphæddirnar hjá teimum, fáa 600 túsund krónur um árið. Hetta er væl meiri, enn allir B36 menninir vinna tilsaman, og tí er væl skiljandi, at felagið, stuðlarnir og áskoðararnir rokna við, at teir gera av við okkum, men eftir fyrra dystin halda teir tað fara at verða meiri torført, enn teir gjørdu frammanundan, sigur Kristjan á Neystabø.
Síðani B36 var í Ankara hava teir í turkiska høvuðsstaðarfelagnum keypt tveir landsliðsspælarar úr Kameroun. Í gjár var ikki greitt, um hesir spælararnir koma við til Føroya, tí teir hava ikki rætt at spæla við í Europa Cup. Ætlanin hjá teimum í Ankaragücü er at minka um hópin úr 31 og niður í 26 spælarar. Hetta fer at verða gjørt heilt skjótt, men áðrenn teir koma so langt, verður fyrsta takið at vinna á B36.
Hetta verður ikki sum at siga tað. B36 hevur verið í Europa Cup lótum áður, og longu fyrsta árið, føroysk lið spældu í kappingini tað var í 1993 var um reppið, at B36 megnaði at senda Avenir Beggen úr kappingini. Tað eydnaðist ikki. B36 tapti eisini ta ferðina 1-0 á útivølli, men ólukkutíð so skoraðu gestirnir á Svangaskarði, og so skuldi B36 gera trý mál fyri at sleppa víðari. Dysturin á Svangaskarði endaði 1-1. Tað var eitt heiðurligt úrslit, men ikki nóg gott til framhaldandi luttøku í Europa Cup.
Hesa ferð hava nógvir B36 menn nógv fleiri royndir, enn teir á liðnum høvdu ta ferðina, og tí er einki at siga til, at Tomislav Sivic krevur meiri av teimum, og at áskoðararnir hava álit á, at tað fer at skerjast væl í annaðkvøld.