og triðja settið ikki var til stóra nyttu, kom nú rættiliga fyri seg. Sigmund av Teigum, sum eisini hevði verið anonymur í dystinum, raknaði við aftur, og nú var hann ikki til at steðga aftur. Hetta, at [...] Fram vann settið 15-2, og harvið dystin 3-2. Sigast má, at sigurin til Fram var uppiborin, tí teir vunnu tey trý settini sum skuldu til fyri at vinna dystin, og ikki minni tí, at teir kláraðu at taka seg [...] Áskoðararnir sum høvdu leitað sær í Eysturskúlan leygardagin seinnapartin, fingu ein rimmar dyst við sær til húsa aftur. Spenningur var um, hvønn veg dysturin fór at fara, men tað endaði við, at Fram dróg longra
orsøk til broytingina er, at Altjóða Teleráðið mælir til at ávís tænastunummur verða standardiserað soleiðis, at tey eru eins um allan heim. Millum annað skal ikki ringjast 009 áðrenn ringt verður til útlandið [...] mál. Vit hava vent okkum til Telefonverkið og spurt tey, hvussu tey loysa hesa uppgávuna. Á teknisku avgreiðslu siga tey, at tað verður losyt soleiðis, at tá ringt verður til eitt gamalt nummar, so kemur [...] broytast til 112 ístaðin fyri tað gamla 000. Hesar broytingar megnar gamla skipanin ikki, og hetta saman við øðrum og nýggjum møguleikum ger, at Telefonverkið víðkar telefonnumrini frá 5 til 6 siffur.
stuðu lúr landsstýrinum til hetta ódámliga arbeiði. (»Målet helliger midlet«). Vit spyrja nú, hvør hevur givið hesum fáu kommunum rætt til at fara soleiðis fram, sum alt meiri kemur til sjóndar og bert partvíst [...] lániavtalur. Til tess, at nakað av vanligum arbeiðsfriði kann loyvast kommunum, ið enn royna at virka í Føroyum - eisini uttanfyri »býarbólkin« og til tess at vísa á alternativar møguleikar til »hjálpina« [...] teirra part í kreppulánsgrunninum fara til hetta endamál. Hetta skal enntá gerast beinanvegin og verða skrumblað ígjøgnum innan 14 dagar - ja, verða leyst og liðugt til, at Tórshavnar býráð kundi samtykkja
hevur ringt fyri at spyrja um innihaldið og hvat aldursmark hevði verið hóskandi fyri ávísar filmar. Sálarfrøðingirin sigur seg tó vera varugan við, at allir filmar, SvF sendir, longu hava verið til metingar [...] ella ógrundaðum innihaldi.? Ráðini hjá Eyðuni Joensen til sjónvarpið er sum sagt at kunna betri um, hvønn aldursbólk ymsu filmarnir eru hóskandi til. ? Haraftrat er tað eisini gott at gera vart við, um [...] Sjónvarpið kundi gjørt meira fyri at kunna hyggjaran um, hvørjar aldursbólkar ymsu filmarnir eru ætlaðir til. Hann nevnir filmin Postboðið ringir altíð tvær ferðir, sum varð vístur beint eftir andaktina sunnukvøldið
eitt orðaskiftið um bankakreppuna gevur so íblástur til, at vit byrja at hugsa um, hvussu vit síðnai kunnu tosa um felagsskapin. Pia Gjellerup vísir til tað, sum eisini var partur av boðskapinum frá Nyrup [...] í Føroyum tvs. hann brúkar hann til at reka føroyskan innanríkispolitikk. -Men er ikki vandi fyri, at orðavalið og argumentatiónshátturin hjá Breckmann júst er við til at fáa danir, sum annars eru vinarliga [...] viðgerast og sum fólkatingið undir orðaskiftinum eisini tók upp til viðgerðar mótvegis stjórnini. Tað verður rættiliga avgerandi at finna fram til, hvussu skuldin kann gjaldast aftur og hvussu rentan skal vera
at koma høgt, og høvdu tí lítlan hug at fara til útróðrar. Jóhan Úti á Klova, ið var farin »inneftir« (til Vágs) til arbeiðis, sá nú »sunnanbátarnar« fara til útróðrar. Hann kom so aftur við ein »storm« [...] í Sumba. Jóan Pauli sigur, at teir høvdu dagljóst til Vágs, men tá ið teir komu til Vágs, tendraðu vágbingar lampurnar. Teir gingu allan vegin líka til Porkeris. Morgunin eftir ætlaðu teir at fara at vita [...] ov seinir á streyminum til at fara suður um »Endan«. Allir hini bátarnir fóru suðurum, eisini hin porkerisbáturin, tí teir sluppu ongan annan veg. Teir komu allir vegin fram til Sumbiar. Við »Heygabátinum«
- ÷50% = 1.260,- kt. Inntøkutrygd til útgjaldingar8.200,-÷1.260,- = 6.940,- kr. Hugsa vit okkum, at hesin útróðrarmaðurin býtir 50% av søluvirðinum til bátin og 50% til sín sjálvan, fær hann útgoldið í [...] eigur bátin sjálvur, fær hann við inntøkutrygd kr. 12.940,-. Sjálvur haldi eg ikki at hetta er ein ring skipan. Um vit heldur skuldu havt kg. í staðin fyri kr., eri eg bangin fyri, at ein hevði ikki lagt [...] við sær, sum hin ikki hevði, at tað skal ein veruligur útróður drívast fyri at verða í skipanini. Til ALS-gjaldið er at siga, at eg royndi tað eg kundi fyri at fáa hetta broytt, antin við at teir komu
g skuldi væl ikki verið so torført. Men hvat, tryggingin er nú ikki kend fyri at vera serliga góð til at greiða kundunum frá, um sítt virksemi. Føroya Brunatrygging hevur ikki monopol meira, tíbetur, og [...] ikki lækkað prísin fyrr? Kundin má hava goldið ov nógv higartil, tá í Føroya Brunatrygging hevur ráð til at lækka tryggingarnar nú P/f Trygd er komið. Hvar er vinningurin av hesum yvirprísi farin? 1. januar [...] fyri eldi í einum neysti er minni enn í einum sethúsum. At gjaldið er hægri, tá vandin er minni er ringt at skilja. Tað er komið krav um at allir skorsteinar skulu reinskast, og harvið skuldi vandin fyri
Útvarpi Føroya um hvussu tað ber til, at vit hava tvær týðingar av bíbliuni. Hans J. Joensen, biskupur svaraði hesum spurningi. Jógvan á Lakjuni hevur síðan gjørt viðmerkingar til svar hansara. Síðan hevur Hans [...] umstøður ? at so lítið røktist fyri einari bíbliu á føroyskum ? vóru óivað høvðusorsøkin til, at Victor fór til verka. Úrslitið bleiv, sum øllum kunnugt, at bíblian hjá Victor kom út í 1949, og skundaði [...] við áðurnevdu grundgevingum sínum leggur upp til, at vit eiga í felag at fara at umseta eina bíbliu, ið øll kunnu nýta ? man so ikki heldur høvuðsorsøkin til hetta ynski hansara vera málbúnin í umseting
Suðuroynni Pauli Lassen heldur, at tað var einki forgjørt um Vaktar og Bjargingartænastan setti ein ring rundanum og ráddi bátum og skipum frá at sigla har, uttan í allarbestu líkindum, tí tað er øgiliga [...] Stapin sigldi yvir Knokkinum, var fínasta veður, men bara tað at steymurin var harður, var nog mikið til at ørkymla teir so mikið, at boðaðu frá.