Fyri ikki so øgiliga nógvum árum síðani, skuldu vit bert nýta fýra tøl, tá vit ringdu til onkran, men tá var heldur ikki so vanligt, at hvørt húski hevði telefon.
Men tað er broytt við tí rúkandi ferð, og telesamskifti er nú so umfatandi, at numrini í gomlu nummarrøðini eru um at ganga undan.
Tað er serliga í Havnini at tað er tørvur á telefonnumrum.
Har eru so nógvir felagar, at teir ikki rúmast innan fyri nummarrøðina 10000 -19999, og tí hava onkrir av felagunum fingið eitt 20-nummar, sum annars ikki hevur verið vanligt í Havnini.
Ein onnur orsøk til broytingina er, at Altjóða Teleráðið mælir til at ávís tænastunummur verða standardiserað soleiðis, at tey eru eins um allan heim.
Millum annað skal ikki ringjast 009 áðrenn ringt verður til útlandið, men bert 00.
Eisini skal alarmnummari broytast til 112 ístaðin fyri tað gamla 000.
Hesar broytingar megnar gamla skipanin ikki, og hetta saman við øðrum og nýggjum møguleikum ger, at Telefonverkið víðkar telefonnumrini frá 5 til 6 siffur.
Broytingin verðu framd soleiðis, at Vágarnar og tað sum er sunnan fyri Kaldbakstunnilin, fær eitt 3-tal frammanfyri, meðan tað sum er norðanfyri fær eitt 4-tal frammanfyri, Fartelefonirnar fáa eitt 2-tal frammanfyri.
Kundar ótryggir
Sum vanligt er, tá broytingar verða settar í verk, so eru onkrir av kundunum hjá Telefonverkinum eitt sindur ótryggir við hesa støðuna.
Hvussu verður so tá samstarvsfelagir í útlandinum ringja til gamla nummarið?
Hesin kundin var bangin fyri, at hann og aðrar útflutningsfyritøkur kundu missa pening um ikki ein fráboðanarskipan varð sett í verk.
? Tí, segði hann, eg havi hoyrt, at henda fráboðanarskipan bert verður á donskum.
? Hugsið tykkum hvussu verður hjá Fiskasøluni og øðrum fyritøkum sum amstarva við eitt nú bretar og aðrar sum ikki skilja danskt mál.
Vit hava vent okkum til Telefonverkið og spurt tey, hvussu tey loysa hesa uppgávuna.
Á teknisku avgreiðslu siga tey, at tað verður losyt soleiðis, at tá ringt verður til eitt gamalt nummar, so kemur ein rødd í hornið, sum á donskum, enskum og fronskum boðar frá, at nummarskipanin er broytt.
Tað vil siga, at ongum nýtist at óttast, at útlendskir samstarvsfelagar missa sambandi til Føroya av teirri grund.