Tað er friður, tá vit koma inn í hølini her á Ovaravegi í bygdini. Alt sær sera jólaligt út innanveggja, og tað er týðiligt hvør høgtíð stendur fyri framman. Á hillunum er jólaprýði at síggja allastaðni [...] eru átta brúkarar á verkhúsinum. Tey eru øll úr oynni, - onkur teirra búgva heima, meðan onnur koma frá sambýlum. Opið er vanliga millum kl. 8:30 til 15:30 og verður dentur lagdur á, at laga virksemið [...] koma nógv fólk á gátt. - Hví skuldi eg ikki tað? Vit hava so nógv at vísa fram, og tí hopi eg at nógv fara at koma, sigur Beinta. Beint nú eru nær einsamallar, men kl. 13 kemur ein maður aftrat. Tað ræður
eigarunum. - Vit hava fingið fatur á øllum skiparunum aftur, eins og yvirmenninir í aðrar mátar at kalla eru teir somu. Sama er við manningini. Onkur einstakur maður hevur fingið annan kjans og er farin [...] aftur til fiskiskap, meðan virkini bíða eitt sindur. Anfinnur Olsen sigur, at felagið fer at hyggja upp á virkini, tá skipini eru komin útaftur. - Beint í løtuni kann eg ikki siga, nær fyrstu virkini lata uppaftur
hvørva. Posthúsini, sum lata aftur á nýggjárinum eru á Eiði, í Fuglafirði, í Gøtu, í Hvalba, í Kollafirði, í Leirvík, í Sandavági, í Skopun, á Strondum, í Sørvági, á Toftum, í Vági og í Vestmanna. Betri [...] Tíðin er farin frá posthúsunum, soleiðis sum tey vóru. Bara fá fólk hava longur ørindi á posthúsinum, tí rokningar verða rindaðar antin í peningsstovunum ella gjøgnum internetið. Frímerki og brævbjálvar [...] brævbjálvar verða avgreidd í handlum, sum hava leingi opið. Og pakkar, ið áður vórðu heintaðir á posthúsinum, verða í dag koyrdir til dyrnar hjá móttakaranum. Harafturat økjast sjálvgreiðslumøguleikarnir, eins
øll skulu kenna seg trygg í Føroyum, líkamikið hvar tú býrt, sigur Niels Erik Nymark Jensen. Tá ein maður byrjaði at hótta fólk eftir lívinum úti í Mykinesi, hevði løgreglan eina rára avbjóðing. Eingin l [...] gjøgnum bygdini í leitan síni eftir manninum og klokkan 15.06 verður hann handtikin. - Hóast fólk býr á útoyggjunum, har vit ikki hava nakra dagliga nærveru, skulu tey vita, at vit koma so skjótt vit kunnu
ommubørnum. Vit hava altíð etið skerpikjøt á middegi jólaaftan. Fyrr var tað verpápin, sum kom við nýturkaðum kjøti úr hjallinum. Traditiónin at eta skerpikjøt á middegi jólaaftan hevur vart við. Tað sigur [...] sigur Ása Holm, borgarstjóri í Porkeris kommunu. Hon vísir á, at Disney teknifilmar eru eisini á skránni í KvF jólaaftan, og tá klokkan verður 18, eta tey stokta dunnu við øllum tí sum hoyrir til. - Síðan [...] dagar ella bert millum klokkan 08 og 16. Ert tú borgarstjóri, er tað alt samdøgrið - og soleiðis eisini á jólum, sigur hon. Hvussu hevur tú trivist í starvinum sum borgarstjóri? - Eg havi stórtrivist í starvinum
tær vunnu tryggan sigur á Tjaldur í Runavík. Allan dystin á tamb høvdu gestirnir fult tamarhald á tí, sum gekk fyri seg, og tói at Tjaldur royndi at muta nakað ímóti soleiðis av og á, so var ongan tið nakar [...] tað so gestirnir úr Klaksvík, sum vóru tær kaldaru. Seinasti dysturin hjá kvinnunum var á Strondum, har Kyndil kom á vitjan. Seinastu mánaðirnar hevur talan fyri tað mesta verið um ein langan niðurtúr hjá [...] setningurin hjá fleiri av venjarunum, tá vit skjótt koma til eitt endaspæl, har øll uttan avbyrgda Tjaldur á aftasta sessinum, tykjast hava møguleikan í gullstríðnum.
til Danmarkar á tekniskúla, og eftir lokið prógv á Glyptotekets tekniskúla fór hon á Kongliga Akademiið. Haðani fekk hon prógv í 1980. - Tá í tíðini eins og í dag, er ringt at sleppa inn á Akademiið, so [...] Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen á Eiði, sum hevur listaliga útbúgving av Kongliga Akademiinum í Keypmannahavn, burturav arbeitt við list. Í kjallaranum við útsýni Norður á Dal hevur hon atelier. Har standa [...] munur verður gjørdur á listagreinunum, tá ið pengar umræður. Sambært álitinum skulu myndlistaráðið og bókmentaráðið fáa væl minni pening at ráða yvir enn hini ráðini, sum sett verða á stovn. - Listaráðini
og øll hini ferðafólkini, sum vóru í sama ferðalagi úr Noregi, vórðu send á hotell í Keypmannahavn at gista um náttina. Men á kunnandi fundi fyri ferðafólkini týsmorgunin kemur tann stóru skelkurin. – [...] tíð hava tey tosað um at hitst aftur - og nú skuldi tað vera. Tískil bíløgdu norska vinkonan, og maður hennara, sær eina tríggja daga ferð til Føroya í einum ferðalagi, har tey skuldu koma til Føroya mánadagin
nýggjur tók yvir av og á. Man nýtist ikki at skifta fak, hóast man skiftir starv. Til dømis kann ein sjúkrasystir, sum hevur verið á barnadeildini, royna seg á skurðdeildini og síðani á onkri aðrari deild [...] og alsamt fleiri heimasíður og bløð, so tað hendir nógv. Hví er tørvur á einum blaði sum Kvinnu? - Vit hava brúk fyri at varpa ljós á kvinnuna í Føroyum. Hon er ofta ósjónlig í samfelagnum, og til tíðir [...] deild. Ella at lærarar royna seg á ymsum skúlum, heldur enn at vera á sama stað alt lívið. Hvat heldur tú um føroysku javnstøðurørsluna? - Eg haldi, at hon er nógv meiri sjónlig, enn hon var fyri bara 10 árum
antin verða útsett fyri harðskapi ella sjálvi fremja harðskap. Hetta er nakað, ið vit sum samfelag á ongan hátt eiga at góðtaka, men tað krevur, at allir myndugleikar og borgarar eisini í felag arbeiða [...] Mariann Reinert er úti og tosar um harðskap í sambandi við Sig Frá –verkætlanina, verður dentur lagdur á kropsligan og sálarligan harðskap. Bæði finna stað í Føroyum og í líka stóran mun. - Kropsligur harðskapur [...] fremja harðskap ímóti sínum unnusta. - Tá er tað ofta soleiðis, at gentan vil merkja, at hon hevur ræðið á dronginum. Hetta vísir seg til dømis við, at tá drongurin er farin til eitt frítíðarítriv, ringir gentan