Kvinnuhondbóltur
VB staðfesti oddastøðuna í grundspælinum, tá tær vunnu tryggan sigur á Tjaldur í Runavík.
Allan dystin á tamb høvdu gestirnir fult tamarhald á tí, sum gekk fyri seg, og tói at Tjaldur royndi at muta nakað ímóti soleiðis av og á, so var ongan tið nakar veruligur spenningur um úrslitið.
Við sigrinum fingu vágbingarnir eisini endaliga staðfest, at tær í øllum førum hava munin, tá farið verður undir endaspælið. Hvussu stórur hesin munur verður, veldst tó um, hvussu tað fer at spæla av, tá VB í seinasta umfarinum vitjar í Vestmanna. VÍF hevur kanska ikki somu styrki, sum tær hava havt tey bæði seinatu gullárini, men lítið er tó at ivast í, at hetta líkst størstu uppgávuni hjá VB higartil.
Í Havn skuldi Neistin og Stjørnan dystast um, hvær teirr skuldi krøkja seg í oddin, og hendan dystin vann Stjørnan. Yvir høvur var talan um ein sera spennandi dyst, har nervin ongan tíð fór úr spælinum, men í seinasta enda vóru tað so gestirnir úr Klaksvík, sum vóru tær kaldaru.
Seinasti dysturin hjá kvinnunum var á Strondum, har Kyndil kom á vitjan. Seinastu mánaðirnar hevur talan fyri tað mesta verið um ein langan niðurtúr hjá Kyndli, men móti StÍF, sum annars hevði møguleikan at leggja seg heilt út í oddastríðið, bragdaði brádliga aftur. Frá fyrsta bríksli vóru gestirnir grammar eftir stigunum, og um hetta verður lagið í endaspælinum, so kann væl vera, at Kyndil fer avstað við onkrum av heiðursmerkjunum.
Støðufesti er tó ikki nakað, sum hevur eyðkent Kyndil í vetur, og yvirhøvur hava liðini í kvinnudeildini sýnt sera misjøvn avrik í ár. Og tað er ivaleyst fremsti setningurin hjá fleiri av venjarunum, tá vit skjótt koma til eitt endaspæl, har øll uttan avbyrgda Tjaldur á aftasta sessinum, tykjast hava møguleikan í gullstríðnum.