Øll posthúsini hvørva

Fram til 2015 noyðist Posta at varðveita sjey posthús, men posthús í verandi liki eru ikki neyðug longur, sigur Sofus Clementsen, stjóri í Posta

Tíðin er farin frá posthúsunum, soleiðis sum tey vóru. Bara fá fólk hava longur ørindi á posthúsinum, tí rokningar verða rindaðar antin í peningsstovunum ella gjøgnum internetið. Frímerki og brævbjálvar verða avgreidd í handlum, sum hava leingi opið.
Og pakkar, ið áður vórðu heintaðir á posthúsinum, verða í dag koyrdir til dyrnar hjá móttakaranum. Harafturat økjast sjálvgreiðslumøguleikarnir, eins og vit síggja tað uttanlands, tí kundin í dag vil hava sínar sendingar, tá tað passar honum.
Nógv harmaljóð vóru at hoyra, tá ið Posta fór undir at lata posthús aftur og stytta um avgreiðslutíðir, men nú mótmælir eingin, tí folk flest í bygdunum við posthúsi halda seg hava fingið nógv betri tænastu við koyrandi posttænastuni hjá Posta.
Nú hevur leisðlan tikið avgerðina um á nýggjárinum at lata aftur 13 av posthúsunum, sum eftir eru í landinum.

Posthúsini óneyðug
- Fram til 2015 skulu sjey posthús verða, tí tað sigur postlógin, men p0sthúsini eru ikki neyðug longur, sigur Sofus Clementsen, sum ikki ivast í, at øll posthúsini í verandi líki fara at hvørva.
Posthúsini, sum lata aftur á nýggjárinum eru á Eiði, í Fuglafirði, í Gøtu, í Hvalba, í Kollafirði, í Leirvík, í Sandavági, í Skopun, á Strondum, í Sørvági, á Toftum, í Vági og í Vestmanna.

Betri tænasta
Sofus Clementsen heldur, at tey, sum í staðin fyri posthús, fara at brúka koyrandi posttænastuna, fáa nógv betri tænastu. Nógvastaðni eru posthúsini bara opin nakrar fáar tímar um dagin. Koyrandi tænastan virkar millum klokkan átta á morgni til klokkan 21. Tað er bara at ringja, so kemur bilurin við ella eftir postinum. Bilatænastan avgreiðir eisini eitt nú ALS-kortini.
Postastjórin er ikki bangin fyri, at Posta við hesum grevur sína egnu grøv. Mobilu tænastuni verður framyvir tørvur á, og Posta liggur eisini framvið at fáa aðrar tænastur frá tí almennu viðvíkjandi útkoyring til borgararnar.

Selja posthús
Tá ið posthúsini lata aftur, verða fýra ella fimm størv niðurløgd. Tað eru ikki fleiri, tí summi postfólk arbeiða á fleiri posthúsum.
Fólkini, sum sita í størvunum, ið verða løgd niður, kunnu søkja onnur størv í Posta.
Posta eigur bara nøkur fá av posthúsunum, ið lata aftur. Hini eru øll í leigaðum hølum.
Í næstu viku verður posthúsið á Eiði lýst til sølu, men støða er enn ikki tikin til, hvørjar av hinum ognunum Posta kann vera fyriuttan.