og barnasálum, hesaferð við leikinum um m.a. Paraply Harry, Rúmdargrísin Bob og Grækaris Grashøvd. Dánjal á Neystabø og Búi Dam hava hvørt ár síðani 2004 havt ein nýggjan leik við nýggjum tónleiki at bjóða [...] føroyskum børnum. Eisini hava teir hvørt ár havt ein nýggjan persón afturat sær, í ár hava teir samstarvið við Rógva á Rógvu. Ikki kann sigast annað enn, at hetta samstarv hevur verið sera væl eydnað. Leikurin
grannakommunurnar við Skálafjørðin eru gingnar saman um. Ongin avtala er enn undirskrivað um eldraøki í sambandi við útleggingina frá landi til kommunur, og tað tykist ikki, sum nakar ger nakað við hetta málið [...] gum geirum, hava tey grýtt alt frá sær og við lóg smoygt ein geira fyri og annan eftir niður yvir akslarnar á kommununum - og sent tað mesta av rokningini við sama posti. Dømini eru fleiri. Tað seinasta [...] hon orkaði ikki balstýrnu borgarstjórarnar longur, og nú ætlaði hon sær í tingið við málinum. Nú skuldu kommunurnar við lóg knúlvast inn undir ræði Fíggjarmálaráðsins. Skorturin á væl kenda centralistiska
hesi fólkini komu í allarflestu førum at sita eftir við eini skuld til bankarnar uppá nakrar hundrað túsund krónur. ? Men Bankin heldur framvegis fast við kravið, ella partar av tí. ? Sostatt noyðast summi [...] summi av hesum fólkum at leiga fyri opkursprís, meðan tey harafturat noyðast stríðast við eina gamla skuld, sum onki virði er aftanfyri. ?Onnur royna at flýggja undan skuldini á ymsan hátt, men tey vita, [...] pantifútin og tekur ímóti teimum. Jenis av Rana sigur, at talan er eisini um at hjálpa teimum, sum máttu frysta skuldina niður, men sum verða fíggjarliga sperd, nú lánini skulu tiðnast upp aftur.
sinnað at lata flakavirkið í bygdini uppaftur, hava teir ásannað, at teir máttu taka annað skinn um bak. Og tað hava vágbingar gjørt við at venda eygunum, og tankunum, frá flakavirkinum, og heldur hugsa um [...] vinnuloysi í søguni tók seg upp í kjalarvørrinum á kreppuni í fiskivinnuni, sum tók ikki bara flakavirkið við sær, men eisini hini, stóru arbeiðsplássini, Garðasmiðjuna og bedingina. Síðani tað gjørdust vágbingingum [...] siga enn, hvør tað er, sum skal byggja vrkini í vági. Men í tí eina førinum er talan um eitt felag við føroyskum og útlendskum pengum uppí. Í hesum førum er talan um eina frystigoymslu uppá 4.000 - 5.000
abba í Rituvík. Tað var ein lang ferð. Um 9-tíðina á morgni við Henry á Fútaklett og so við sluppunganum Ólavi um sundið til Vestmannar. So við bili til Kollafirðar har mjólkarbáturin førdi okkkum til Havnar [...] sannleikan, sum var farin fram. Vit eru nøkur, sum veruliga hava fylgt við. Eg las eisini svarið, sum Ivan Johannesen so jonkasliga kom við, har hann royndi at skava útyvir veruleikan. Mong munnu minnast ein [...] og longur slappst ikki tann dagin, so vit máttu sova á Sjómansheiminum. Næsta dag um middagsleitið førdi Mjólkarforsýningin okkum inn á Toftir, og harfrá við taxa yvir um hálsin til Rituvíkar. Tá nærkaðist
hvørki bussførari ella vertir teirra í Tróndheimi gjørt nakað við, hóast tey royndu alt tað, tey kundu. Men føroyska ferðalagið tók hetta við góðum lagi, og tey komu til Tróndheims í tveimum mini-bussum [...] troytt. Leygardagurin var tann stóri dagurin, sum tey høvdu ferðast so longi fyri at vera við í. Hann byrjaði við góðum veðri, og lagið var gott á øllum. Fyrst gingu øll orkestrini skrúðgongu gjøgnum býin [...] bý-veitsla og Harley Davidson-treff, so máttu hini orkestrini spæla á einum øðrum torgi, men allar framførslurnar vóru væleydnaðar. Um kvøldið var stór veitsla við góðum dansi. Og er tað nakað hesi fólkini
- Vit høvdu eina jólahugnaløtu í gjárkvøldið, nýggjársaftan. Vit ótu dunnu við ymiskum góðum afturvið. Tá alt var vaskað upp, sungu vit nakrar jólasangir, og stýrimaðurin las jólaevangeliið. Tað sigur [...] flestu pakkar høvdu avsendara á kortinum, og tað var stuttligt at hoyra menninar tosa um, at teir máttu fara at kanna, hvør daman var, ið hevði givið jólagávuna. - Tá allar gávurnar vóru pakkaðar upp, ótu
einum handli við millióna upphæddum. Scam Hesin svindul verður úti í heimi kallaður fyri »scam«, og í USA verða fólk árliga snýtt fyri yvir 300 milliónir dollarar, av fólki, sum lokka við at fólk vilja [...] gerast ovurrík við at rinda eina minni upphædd og samstarva, so er skilagott at kanna meylin. Taka vit dømi um National Lottery í Bretlandi, sum seinastu vikuna hevur ríkað undirritaða við 3,6 milliónum [...] ferðir. »Eri eg endiliga vorðin ein vinnari, ha?« Næsta stigið var, at eg skuldi seta meg i samband við ein, sum nevnist William, og hann skuldu gera tað neyðuga, soleiðis at eg kundi fáa pengarnar. Vit
vit vóru uppi morgunin eftir, lá svar í teldupostinum. Har var sagt við vøkrum orðingum, at tey skuldu gjalda peningin aftur, men so máttu vit syrgja fyri, at fáa kotu setta á, so børnini ikki frameftir kundu [...] ferðir sama dag, sigur Jóhanna Vang. Hon royndi síðani at tosa við bankan, men har var eingin hjálp at heinta. - Eg setti meg so í samband við útbjóðaran av FIFA 2014, og tey kundu siga mær heilt nágreiniliga [...] Tær hava gjørt vart við seg inni á Facebook vangamyndini hjá Elin Vang. »ÁVARING...... Til øll foreldur at børnum, sum eiga FIFA 2014. Power points er limagjald, ein kann gjalda, so man kann keypa spælarar
miðverjuni. Leysur við Jens Martini trillaði Magni bóltin í netið dygst úti við stongina. Fuglfirðingar høvdu eisini aðrar góðar málmøguleikar, men einki spurdist burturúr, og tað máttu teir bøta fyri eftir [...] Samanborið við dystin ímóti HB í Gundadali, tá ÍF tapti 9-0, var hetta eitt slag av uppreisn, hóast fuglfirðingar ikki eru nøgdir við eitt tap á heimavølli. Hesuferð vóru Bartal, Rúni við aftur, men stórur [...] botnlið, og at hetta ávirkar leikararnar mentalt. - Vit eru ikki nøgdir við fyrru helvt av kappingini. Vit eru rímiliga væl við í teimum flestu dystunum, men vit eru ikki nóg avgjørdir í álopinum, og fleiri