Ætlar at hjálpa teimum sum mistu hús og heim í kreppuni

Eftir nýggjár fer Miðflokkurin at leggja uppskot fyri tingið um at hjálpa teimum, sum mistu húsini í kreppuárunum fyrst í nítiárunum

 

Nú skulu tey, sum komu í fíggjarligt óføri í kreppuárunum fyrst í nítiárunum, hava fíggjarliga hjálp, fyri at sleppa undan skuldini.

Tað heldur í hvussu so er Miðflokkurin.

Jenis av Rana, sum er løgtingsmaður fyri Miðflokkin, fer stutt eftir nýggjár at leggja uppskot fyri tingið um at hjálpa teimum, sum komu illa fyri í kreppuni.

?Tað verið nógv tað lættasta at gjørt eitt uppskot um at áleggja landsstýrinum at gera ein slíka lóg.

? Men vit hava alt ov nógv dømi um, at slík uppskot, koma ikki longur enn í eina skuffu í Tinganesi og harð verða tey so súltað og koma ongantíð longri.

Løgtingsmaðurin sigur, at tí ætlar hann at smíða eitt fullfíggjað lógaruppskot, sum so verður lagt fyri tingið.

Hann sigur, at uppskotið er ikki endaliga orðað, men sjálv beinagrindin er formað.

?Uppskotið kemur helst at miða ímóti, at tey skulu fáa hjálp, sum hava eina negativa eginogn á ognaruppgerðini, og at hendan negativa eginogn kann sigast at vera ein avleiðing av húsagangi undir kreppuni.

? Tað vil siga, at tey, skulu fáa hjálp, sum vórðu harðast rakt av, at virðini á sethúsum vórðu skrivað niður í helvt eftir einari nátt.

? Hetta vóru fólk, sum ikki megnaðu at sita í húsunum, men mátti lata bankanum lyklarnar. Tey komu sostatt at vera fyri teirri vanlagnu, at tey bygdu hús fyri dagsprís undan kreppuni, men at húsini so vórðu seld aftur á tvingsilssølu fyri dagsprís undir kreppuni.

Jenis av Rana sigur, at hesi fólkini komu í allarflestu førum at sita eftir við eini skuld til bankarnar uppá nakrar hundrað túsund krónur.

? Men Bankin heldur framvegis fast við kravið, ella partar av tí.

? Sostatt noyðast summi av hesum fólkum at leiga fyri opkursprís, meðan tey harafturat noyðast stríðast við eina gamla skuld, sum onki virði er aftanfyri.

?Onnur royna at flýggja undan skuldini á ymsan hátt, men tey vita, at neyvan nakrantíð verða skuldarfrí. Uppaftur onnur rýmdu av landinum og hava fingið eina rímiliga tilveru uttanlands. Men tey vita, at tey kunnu ikki koma heimaftur, tí her stendur pantifútin og tekur ímóti teimum.

Jenis av Rana sigur, at talan er eisini um at hjálpa teimum, sum máttu frysta skuldina niður, men sum verða fíggjarliga sperd, nú lánini skulu tiðnast upp aftur.