Seinastu tvær sýningarnar hjá Ævintýraferðini verða í Perluni í Tórsgøtu í dag klokkan 16 og 18 Ævintýraferðin, sum hevur verið í Perluni á Ólavsøku, hevur verið sera væl vitjað. Í dag verða so seinastu sýningarnar, og tað er samstundis seinastu ferð Ævintýraferðin 2010 verður framførd.
Ævintýraferðin hevur aftur í ár ferðast á stovnum kring landið, og hava leikarnir framført fyri børnum og barnasálum, hesaferð við leikinum um m.a. Paraply Harry, Rúmdargrísin Bob og Grækaris Grashøvd.
Dánjal á Neystabø og Búi Dam hava hvørt ár síðani 2004 havt ein nýggjan leik við nýggjum tónleiki at bjóða føroyskum børnum. Eisini hava teir hvørt ár havt ein nýggjan persón afturat sær, í ár hava teir samstarvið við Rógva á Rógvu.
Ikki kann sigast annað enn, at hetta samstarv hevur verið sera væl eydnað. Leikurin hevur verið sera væl móttikin her heima, og í heyst fáa íslendingar og grønlendingar so eisini høvi at uppliva Ævintýraferðina. Ævintýraferðin er nevniliga kosin at umboða Føroyar í útnorðurlendskum samtarvið innan barnalist.