Áttu hvør sín hálvleik

ÍF átti fyrra hálvleik við húð og hár, men NSÍ stýrdi eftir steðgin. NSÍ dróg tó longra stráið, tá samanumkom

NSÍ orkaði einki fyri steðgin, men vespurnar úr Runavík vóru hamskiftar eftir steðgin, og einki riggaði hjá fuglfirðingum í seinna hálvleiki. Hetta er eitt vælkent fyribrigdi í fótbólti, har steðgurin eftir teir 45 minuttirnar er við til at venda gongdini fullkomiliga.

ÍF var flúgvandi
ÍF líktist als ikki einum botnliði fyri steðgin, og verjan hjá NSÍ hevði stórar trupulleikar at basa Magna á Lakjuni og Sylla D. Ahmed, ið vóru fullir av orku og tuskaðu verjuna tunna.
ÍF fekk eisini fleiri góðar málmøguleikar, men bert tann eini kastaði nakað av sær. Tað var Magni á Lakjuni, ið rak oman ímóti verjuni hjá NSÍ. Júst tá allir væntaðu eina sending til Sylla, setti Magni ferð á og smeyg sær framvið Óla og Viggo, ið vóru heldur passivir í miðverjuni. Leysur við Jens Martini trillaði Magni bóltin í netið dygst úti við stongina.
Fuglfirðingar høvdu eisini aðrar góðar málmøguleikar, men einki spurdist burturúr, og tað máttu teir bøta fyri eftir steðgin.
NSÍ ressaðist eitt lítið sindur móti endanum av fyrra hálvleiki, men ongir málmøguleikar spurdust tó burturúr.

NSÍ kom fyri seg
Í steðginum hevði venjarin Trygvi Mortensen nøkur álvarsorð við sínar leikarar, og leikararnir lurtaðu eftir øllum at døma eftir venjaranum.
Magni á Lakjuni varð skiftur út í steðginum vegna skaða, og tað gjørdi møguliga sítt til, at ÍF ikki hevði nakað stórvegis at bjóða í seinna hálvleiki.
Hálvanannan minutt inn í seinna hálvleik fekk NSÍ útjavnandi málið. Helgi fangaði ein leysan bólt á hálvuni hjá ÍF. Hann gjørdi skjótt av og sendi Ike avstað, og hann var kaldur, tá hann var einsamallur við málverjanum.
Hetta gav NSÍ nýggja orku, og tað lá í luftini, at hetta ikki gjørdist einasta NSÍ-málið eftir steðgin.
Bert tíggju minuttir seinni fingu teir gulu og svørtu sigursmálið. NSÍ brýtur ígjøgnum í vinstra borði, og bólturin kemur út frá til Páll Mohr Joensen, og hann langar til. Bólturin ber við beinið hjá Rúna Elttør og snýtir málverjan. Eftir ein katastrofalan 1. hálvleik sóu vit eitt nýtt NSÍ-lið.
Eftir hetta var NSÍ nærri 3-1 enn ÍF var einum útjavnandi máli. Ta einu ferðina bjargaði ÍF á málstrikuni, og NSÍ skoraði heldur ikki uppá eitt brotsspark. Helgi L. Petersen varð hálaður niður í brotsteiginum, og dómarin peikaði á blettin. Óli Hansen royndi seg, men Tórður Thomsen bjargaði við beinunum.
Móti endanum av dystinum varð Bartal sendur fram í álopið at skapa órógv, men NSÍ hevði so at siga alla tíðina tamarhald á støðuni. Tó vildu ÍF-ararnir hava eitt brotsspark móti endanum, men dómarin veitraði spælið víðari.

Tað kundi verið verri
Trygvi Mortensen, venjari hjá NSÍ, sigur, at hann var fegin um, at tað bert var 1-0 til ÍF í steðginum, tí støðan kundi verið væl verri fyri hansara lið.
- Vit fingu als ikki bilbukt við álopinum hjá teimum, og munurin kundi tí verið størri í steðginum. ÍF stóð seg heilt einfalt nógv betri enn vit fyri steðgin. Eg haldi, at dysturin frá hósdegnum framvegis sat í beinunum, sigur Trygvi Mortensen.
Hann leggur afturat, at tað var sera avgerandi fyri dystin, at NSÍ fekk mál beinanvegin eftir steðgin. Hetta gav leikarunum blóð á tonna og førdi teir til sigurs.
Við tveimum sigrum í teimum seinastu dystunum, er NSÍ farið at elta oddaliðini. Átta stig eru upp til HB, men helst hava runavíkingar fyrst og fremst Skála í kikaranum. Eitt er, at triðja plássið gevur atgongd til UEFA-Cup, men tað er eisini tann kommunali stoltleikin, ið er uppá spæl í dystinum millum hesi bæði liðini í Runavíkar kommunu.

Tungt at vera botnlið
Petur Simonsen, venjari hjá ÍF, sigur, at tað er tungt at vera botnlið, og at hetta ávirkar leikararnar mentalt.
- Vit eru ikki nøgdir við fyrru helvt av kappingini. Vit eru rímiliga væl við í teimum flestu dystunum, men vit eru ikki nóg avgjørdir í álopinum, og fleiri mistøk har afturi hava kostað okkum dýrt, sigur Petur Simonsen.
- At liggja í botninum hevur eisini sálarliga ávirkan á leikararnar, og tað gerst tungt at lyfta seg sálarliga til dystirnar. Eg bíði til tað gleppur hjá okkum og fer at ganga betri, sigur Petur Simonsen.
Samanborið við dystin ímóti HB í Gundadali, tá ÍF tapti 9-0, var hetta eitt slag av uppreisn, hóast fuglfirðingar ikki eru nøgdir við eitt tap á heimavølli.
Hesuferð vóru Bartal, Rúni við aftur, men stórur saknur er framvegis í Pól Ennigarð, ið fekk tríggjar dystir leikbann fyri at hava gjørt seg inn á ein KÍ-leikara, og Símun Eliasen er heldur ikki tøkur hjá venjaranum.
Um ÍF skal gera sær vónir um at lívbjarga sær í bestu deildini er alneyðugt, at teir royndu leikararnir eru tøkir hjá venjaranum og kunnu lyfta liðið í avgerandi løtunum.

Fakta:
ÍF-NSÍ 1-2 (1-0)
1-0: Magni á Lakjuni
1-1: Ikechukwu Onyema
1-2: Páll Mohr Joensen

ÍF: Tórður Thomsen  Fritleif í Lambanum, Bartal Eliasen, Rúni Elttør, Áki Petersen  Hanus Eliasen, Eyðun Ryggshamar (Eyðálvur Petersen, 59.), Høgni Zachariasen, Frank Poulsen  Sylla D. Ahmed, Magni á Lakjuni (Atli Petersen 45.)
NSÍ: Jens Martin Knudsen  Brynjálvur Nielsen, Óli Hansen, Viggo Johannesen, Jónstein Petersen  Páll Mohr Joensen, Helgi L. Petersen, Bogi Løkin (Debus Danielsen), Andy Olsen  Ikechukwu Onyema, Dánjal Hansen (Jústinus R. Hansen 45.)
Gult kort: Fritleif í Lambanum, Rúni Elttør, Sylla D. Ahmed - Bogi Løkin