Ávara móti internet spølum

Elin Vang av Norðskála og Marjun Sørensen av Eiði ávara báðar móti internetspølum, sum kunnu taka fólk fullkomiliga við nøsini. Eisini Jóhanna Vang hevur kent sviðan av tí sama

Tær hava gjørt vart við seg inni á Facebook vangamyndini hjá Elin Vang.
»ÁVARING...... Til øll foreldur at børnum, sum eiga FIFA 2014. Power points er limagjald, ein kann gjalda, so man kann keypa spælarar í FIFA, kostar 149,- um mdr. Vit eru púra tikin vid nøsini av hesum, og hava funnid útav at sony network hevur trekt okkum fyri stóra upphædd, 5700 kr.«.
Soleiðis skrivar Elin J. Vang klokkan umleið 20.00 mikudagin. Og umleið ein tíma seinni svarar Marjun Sørensen aftur.
?»Elin, prøva og skriva ein teldupost til tey og forklára tykkum, tað gjørdu vit tá ið okkara lítlu sjeikar (av ávart, tí teir ikki vistu hvat teir gjørdu, og foreldrini ikki høvdu set kodu á) høvdu keypt til okkurt spæl inni á app store, vit fingu allan peningin aftur Vert at royna (foreldrini hava nú set kodu á)«.
Elin Vang liggur ikki leingi á boðunum, og svarar aftur.
»Takk Marjun, eg havi longu skriva mail, men eftirfylgjandi blíva pengar vid at fara av, also í kvøld, hettar eru so stórar upphæddir hvørja ferd, 745 kr, 747 kr, 525 kr, heilt vilt..... Og onki limagjald er eingongd so høgt..... Havi stongt kortid nú, so burdi tad stedga.«
Síðani bjóðar ein annar inn við sínum royndum og vísir á at:
»Sony og Apple er ikki sama firma, um tú sipar til appstore hjá Apple.
Havi verið úti fyri tí sama og fekk allar pengarnar aftur frá Apple tá ið eg greiddi teimum frá trupulleikanum. Veit ikki um Sony eru líka lagaligir, men vert at royna.
Forrestin, er tað Sony, ella EA Sport, ið framleiður Fifa-spølini, sum fáa pengarnar tá ið man keypir inni í spælinum?«.

Fólk skulu kenna vandan
Marjun Sørensen greiðir frá, at hon hevði latið trý ára gamla sonin spælt við ein iPad.
- Hann situr stillur og spælir, og tað, sum vit ikki sansa, er, at hann kann keypa seg víðari, um hann gerst fastur á einum level, sigur Marjun Sørensen.
Hetta ber til inni á Appstore, og tá sonurin bert er trý ára gamal, dugir hann ikki á at skyna, at pengar fara av kortinum hjá foreldrunum, hvørja ferð hann keypir inni á Appstore.
- Vit varnast so nakrar dagar seinni, at tríggjar ferðir fýrahundrað og nakrar krónur eru farnar av kortinum við bara fáum minuttum ímillum, sigur Marjun Sørensen.
Tey royndu so at skriva til Appstore beinanvegin sama kvøldið, tey varnaðust hetta, og tey fingu skjótt svar.
- Longu tá vit vóru uppi morgunin eftir, lá svar í teldupostinum. Har var sagt við vøkrum orðingum, at tey skuldu gjalda peningin aftur, men so máttu vit syrgja fyri, at fáa kotu setta á, so børnini ikki frameftir kundu keypa seg víðari í spælinum, sigur Marjun Sørensen.
Tað gingu tveir, tríggir dagar, so var peningurin komin inn á kontoina aftur.

Mistu yvir 15.000
Ein onnur, sum eisini hevur verið úti fyri hesum sama, tá tað kemur til FIFA 2014, er Jóhanna Vang úr Kvívík.
- Vit høvdu brúkt kortið til okkurt úti á netinum, og tá so 18 ára gamli sonurin var úti og spældi FIFA 2014, so varnaðist eg rímiliga skjótt, at tað fóru nógvir pengar av kortinum, 599 krónur hvørja ferð. Og hetta hendi onkuntíð tvær ferðir sama dag, sigur Jóhanna Vang.
Hon royndi síðani at tosa við bankan, men har var eingin hjálp at heinta.
- Eg setti meg so í samband við útbjóðaran av FIFA 2014, og tey kundu siga mær heilt nágreiniliga, hvat var keypt á netinum. Hendan kvinnan var tó ógvuliga fyrikomandi og sperraði kortið við tað sama, sigur Jóhanna Vang.
Men sonurin, ið nú var avskorin frá at spæla á netinum, sum hann vildi, fekk bara fatur í kortnummarinum hjá eldra bróðrinum, og so kundi hann spæla víðari.
- Eg kanni ikki eftir hvussu stendur til á kortinum hjá eldra soninum so ógvuliga ofta, men tá eg so einaferð geri tað, vísir tað seg, at yvir 13.000 krónur eru farnar til hetta spælið, FIF 2014, sigur Jóhanna Vang.
Tað sigur seg sjálvt, at tá tað er so lætt hjá børnum og ungum, at spæla so nógvar pengar burtur, er stór orsøk til, at ávara foreldur um bæði FIFA 2014 og onnur spøl á netinum.