Hann segði beinleiðis, at talan nú er um eina samansvørjing millum danskar politikarar, tí bæði Nyrupstjórnin og éin møgulig Ellemannstjórn vilja káva út yvir málið, sum er sera eymt fyri báðar partar. Uffe [...] Sama orðaval nýtti Poul Nyrup Rasmussen. ? Niðurstøðan er tí púra greið: Eitt stjórnarskifi í Danmark broytir als einki í bankamálinum. Munurin er bara tann, at verður tað ein borgarlig stjórnin, og Fó [...] at fella Nyrupstjórnina. Tá málið var fyri í fólkatinginum 27. januar, samtykti fólkatingið eina lítla ábreiðslu mótvegis stjórnini hjá Nyrup. Hetta hóvaði als ikki Vinstra-formanninum, sum harðliga vísti
við lýggjari veðrið og regnið. Um tað er gott ella ringt er nokk ikki semja um, serliga ikki hjá teimum, sum standa nærmast við har skalvarnir kunnu leypa. So er bert at vóna, at tað slepst undan vanlukku [...] minnast makan. Sosialurin hevur spurt veðurmannin Petur Skeel um hvat tað er fyri nakað hann borðreiðir við. Hann sigur, at tað ikki er nakað hann ger við vilja. ? Veturin kom so seint í ár og tí kom hann so [...] ofta tosað um at veðrið ávirkar valluttøkuna. Verri veðrið er, minni verður valluttøkan. Og skulu vit trúgva hesum, so eru útlit til eina lítla valluttøku til fólkatingsvalið í dag. Petur Skeel sigur, at
havi eg eisini kravt so nógva talutið, at »tað bleiv ovboðið hjá hinum valevnunum«. Hetta seinasta er ein løgin pástandur, eftirsum tað ikki vóru valevnini, sum býttu talutíðirnar ímillum sín í útvarpi [...] sjónvarpi. Tað gjørdi harafturímóti Starvsnevndin hjá flokkinum (ein av teimum trimum Starvsnevndarlimunum er eisini valevni, og hon fekk, tá saman um kom, meira talutíð í sjónvarpinum enn nakað annað valevni) [...] luttakarar. Tað var fyrst og fremst henda villleiðingin ? ivaleyst við tí sum endamáli at geva mær so lítla tíð sum gjørligt ? ið fekk meg at boða Starvsnevndini frá, at eg vildi onga talutíð hava yvirhøvur
Hvat er á vási? spyrji eg og fari eftir kaffikannuni. Eg visti frá fyrr av, at hann plagdi at sissast nokk so skjótt. - Hvørjir eru nú lúshundar? - Tað eru hasir lærararnir, sum vit hava. Eitt er at teir [...] teir koyra lýs í heysin á okkara neyðar børnum. Men tað, sum verri er, er tað, at teir duga ikki at benda. Útvarpsmenninir hava eisini gingið í skúla, og teir snakka dag um dag um fleiri lús. Og hvar hava [...] biki og hampi, men útvarpsmenninir tetta við kambum. Og skúlin hevur skyldina. Hatta er ein lúsaskúli, vit hava. Tað er eisini forbannað lúsut, at útvarpsstjórin ikki grípur inn og gevur sínum arbeiðsfólki
sjálvir. So tað er ikki tí, at okkara útflutningur er so lítil at, tað stendur so illa til her hjá okkum. Tað er heldur tí, vit hava skipað okkum so illa. Hví fáa vit minni fyri meira Tað er við londum, sum [...] r. Tí tað sum hevur tydning, er hvat fæst fyri peningin. Hetta eru tey nyggjastu tølini, Danmark liggur ikki langt aftanfyri, men lítla fjarskotna, frælsa landið Ísland er fremmri. Søguliga gongdin St [...] um vit vilja fáa eina hæggri inntøku enn danir. Svarið sum mangur maður kemur við er at tað er ikki so einfalt, her er bert eitt aftursvar, føroyingurin hevur høvd, eins og øll onnur fólk, og høvd eru
út aftur á Sosialin. Samstundis ynskja vit allari familjuni tillukku við lítlu systrini. Tað er øgiligt hon er fitt. [...] kavaveðrinum, valt at gista hjá skildfólkunum í Havn. Tá hon hevði gingið 16 dagar yvir tíð, vildi lítla barnið ikki bíða meir. Og mikudagin 18. mars fingu Poulina og Jákup Petur Johannesen eina vælskapta [...] aðru ferð. Tað havi eg fingið lovað frá teimum í Sjónvarpinum. Ætlar at satsa Men hvussu nógvar pengar er tú nøgd við, ætlar tú at satsa? ? Eg hevði verið nøgd við fimm túsund, men eg veit ikki. Eg haldi at
hartil skal sigast, at fyri Kyndil hevði dysturin einki at týða, meðan Neistin framvegis hevði eina lítla vón um at yvirhála KÍF í botninum. Men tann vónin brast við ósigrinum sunnudagin. Kyndil byrjaði dystin [...] av spenningi kom í dystin aftur. Tað sást, at tað var so sum so við spælihuginum hjá Kyndli, og tað er eisini skilligt, nú liðið einki hevur at spæla fyri. Men teir grønu tóku seg saman aftur og fór upp
2. deildarliðini Royn og EB/Streym. Dysturin varð spældur í Vági, tí grasvøllurin í Hvalba enn ikki er klárur til fótbólt eftir veturin. Tað sást eisini í dystinum, at spælararnir heldur ikki eru heilt [...] heilt klárir til fótbólt so tíðliga á árinum. Lítið skil var á spælinum, men hvalbingar høvdu eina lítla yvirvág. Tað var kortini felagsliðið hjá sundalagsmonnum, sum fekk fyrsta málið í dystinum. Ein bóltur [...] skal til Suðuroyar, antin til Hvalba ella til Vágs, alt eftir hvussu góðum standi vøllurin í Hvalba er í. Vinnarin av dystinum B71-FS Vágar skal síðani í bólk saman við HB, KÍ og NSÍ, meðan vinnarin av
tú lesur rætt, ca. 1.000 kr. um mánaðin er hóskandi fyri eitt húski eftir framsøgukvinnu fólkafloksins metan, so kann veljarin leggja sær í geyma, at hetta er loysn fólkafloksins til teir komandi pen [...] at hvørt húski er ført fyri at seta 1.000 kr. av hvønn mánaðin til at tryggja síni ellisár. Ikki tí, hetta at tann, sum hevur nógv, hann skal fáa meira, vertin á hvat tey, ið hava lítla og onga inntøku [...] 500 til 1.000 um mánaðin, skulu tey bara sigla sín egna sjógv? Amerika er eitt sokallað frísinnað ella frælslynt samfelag, ja, tað er so frælslynt, at 1/3 av borgarunum, tað vil siga tey lægst løntu, eru
gera tað á tann hátt, sigur Magni Arge. Tað er eisini torført at koma inn á verandi rutur, tí kappingin er knallhørð. Í samband við innara marknaðin í EU er gjørd avtalað um fría kapping, og hetta merkir [...] at ivast í, at vit fara at fáa kapping. Orsøkin er tann, at Føroyaleiðin er tað vit kallað láginntøkutúrur. ? Fullur kostnaður fyri eina ferð til Føroya er uml. 4.000, meðan tað kostar uml. 7.000 at flúgva [...] tíðarhorisonturin er ógvuliga langur enn, og tí kann ikki verða talan um at gera íløgur í nýggjar tyrlur enn á sinnið. ? Tað rættasta er at samstarva við aðrar í fyrsta umfarið, og so tá oljuvinnan er komin í gongd