Starvsmannafelagið sendi 17. mars soljóðandi skriv til løgtingið: »Á løgtingsfundi fríggjadagin 13. mars vórðu ml.a. starvsfólkaviðurskiftni á Strandferðaskipum Landsins (SL) viðgjørd og varð privatisering [...] svar upp á skriv (mótmæli) frá okkum, sum varð handað tygum í gjár (17.03.). Vit vóru bæði bilsin og órógvaði av tí svari tygum her góvu, og sum ikki kundi skiljast øðrvísi enn, at formansskapurin á løgtingi [...] krevja at formansskapurin í løgtinginum ikki loyvir ógrundaðum áloipum á fólk, sum ikki eru partar í sakini, og ei heldur fáa vart seg á sama stað. Vit vilja tí enn einaferð gera greitt, at vit als ikki kunnu
Gerhard Lognberg Løgtingsmaður Eg má siga, at eg hvakk ikki sørt, tá ið eg hoyrdi andstøðutingmannin Páll á Reynatúgvu sleppa at flekja seg út í Útvarpi Føroya og geva sær alla æru av, at nú verður byrjað at [...] ing aftur. Buss til heimini í Sandoynni, og nógv annað sum er Sandoynni at gagni. Til síðst ein heilsan til Kringvarpið. Eg má siga, sum ein ávísur tingmaður plagar at siga: Eg eri sjokeraður. Ja, eg er
Sinnisbata standa á odda fyri, er gull vert fyri okkara samfelag. Tykkara áhaldandi arbeiði við upplýsing, fyribyrging og miðvísum átøkum við at vísa á tørvin á teirri neyðugu raðfestingini á sálarliga økinum [...] ráðið í vár legði fram og har evnið var sálarliga heilsan hjá ungum í Føroyum, sum vit nú í kvøld hava hoyrt nærri um. Og hetta er somuleiðis evnið á hesum altjóða sálarheilsudegnum í dag. Okkara ungu [...] ljós á royndir úr Norðurlondum og hvussu sivilsamfelagið eisini er ein partur av hesum týdningarmikla arbeiðinum, er so sanniliga at ganga undan í arbeiðinum. Seinni árini hevur stórt fokus verið á at javnseta
rættindi. Út á dagin var føroyskur dansur, matur, undirhald og tónleikur at uppliva bæði úti og inni á Bryggjuni. Á loftshæddini spældu Vestmenn upp til dans út á kvøldið, og skjótt var dansigólvið á tremur [...] hevði hann eina heilsan at bera ólavsøkugestunum á Bryggjuni beint undan midnáttarsanginum. Mannamúgvan á Bryggjuni var nú serliga tøtt, og við Heina Davidsen á odda var midnáttarsangur á skránni, har somu [...] somu sangir vórðu sungnir samstundis á Bryggjuni í Keypmannahavn og á Vaglinum í Havn. Tiltiknað fýrverkið á Bryggjuni livdi í allar mátar upp til væntaninar, tá tað mest sum lýsti upp allan himmalin yvir
Heilsan. Sálarheilsan. Børnini. Hesi eru helst uttan samanbering tað týdningarmesta fyri okkum menniskju, sama hvussu lív okkara annars sær út. Alt hitt, sum vit vanliga raðfesta høgt, fánar, um eitt av [...] av hesum trimum onkursvegna verður rakt. Um heilsan fer at bila. Um vit ikki hava tað gott sálarliga. Ella um børn okkara ikki trívast, ikki mennast ella hava tað svárt sosialt. Tí ræður sjálvandi fyrst [...] tryggja hesi trý – heilsu, sálarheilsu og børnini - eisini frá politiskari síðu. Eitt upplagt stig á leiðini er at eggja til ítrótt og rørslu, tí tað er væl og virðiliga prógvað, at ítróttur og rørsla
ikki lomviguna. Á sildaveiðu Tað lá eisini stak væl fyri hjá John á sildaveiðu við gørnum. Vanliga gongdin var, at fyrst varð farið til Íslands við snøri og síðan á sild, tá komið var út á summarið. Hetta [...] hevði keypt “Isabellu” frá T F Thomsen á Tvøroyri. Teir vóru akkurát komnir norð við skipinum, tá hann brast á við útnyrðingsstormi tann 19. februar. Hon lá tá á redini í Havn. Onnur ketan slitnaði, [...] fekk so fatur á Tummasi Fagranes í Runavík. Hann skipaði fyri at fáa hana á rættkjøl, og teir fingu hana avstað aftur. Tá høvdu teir bøtt hana so mikið, at teir kundu sleipa hana norð á Kollafjørð fyri
allur samfelagsútviklingurin liggur á láni, tit gjalda loysigjald til verunligar politiskar rænarar og sjórænarar, men ikki so mikið sum Fíggjareftirlitið er komið upp á pláss. Eg havi ætlanir um at koma [...] samstundis vil eg framhaldandi royna at liva upp til eitt umdømi, sum sigur, at orð Atla kann ein líta á, at ein avtala vð Atla heldur o.s.fr., alt slíkt, sum Høgni kann spyrja eldri politikarar um, eisini [...] milliónum, hann ?hensynsleyst? hevur nýtt til fullveldispropagandu. Tað er Hvítabók, sum setir ljóskastaran á, at búskaparliga hongur tað ikki saman at taka eina milliard burturúr fíggjarlógini og so vænta, at
tí nýggja rákinum í læknavísindini, sum leggur størri dent á upplivingar enn á objektivar faktorar, sum leggur størri dent á fyri-byrging enn á viðgerð. Hann tosar um lívskvalitet, hvat lívskvalitetur er [...] arbeiðið og ta góðu heilsuna. Bøkurnar hjá honum eru á donskum, svenskum, norskum og á enskum. Onkrar teirra eru á bókasøvnunum í Havn. Meira fæst at vita á heimasíðuni hjá Forskningscenter for Livskvalitet [...] lívi okkara, tað, sum vit plagdu at kalla sálin. Søren Ventegodt byggir á og vísir á nýggjar læknavísindaligar kanningar í USA, og á egna filosofiska og vísindaliga gransking. Søren Ventegodt hevur skrivað
at byggja fleiri ellis- og røktarheim. Hospice-stovur á Ellisheimini: Til tey, ið doyggja av sjúku, hevði tað verið rímiligt at havt hospicestovur á Ellisheimunum, so tey ikki skulu flytast ov ofta seinastu [...] møguligt at fáa regluliga og dygdargóða venjing heima - til dømis við einum fysioterapeuti, sum kemur á heimavitjan, um tað er trupult at koma út til venjing. Vit síggja stundum, at tey gomlu sleppa til [...] rpláss, so tað verður lættari at fáa avlasting í eina tíð, fyri síðani at fara heimaftur, tá ið heilsan ella førleikarnir aftur eru styrktir. Fleiri eldraíbúðir saman við Bústøðum: Eisini eigur kommunan
møguleikar, sum liggja fyri framman, sum tú enn ikki kennir avleiðingarnar av. Eg líti altíð aftur á og meti um hvat, ið hevur verið gott, og hvat hevur verið minnið gott. Men, eg leggi mær samstundis [...] skjótt liðugur, 16 bústaðir til sjálarsjúk í Havn standa lidnar komandi ár, barnaumboð verður sett á stovn í 2014, barnahúsið, sum læt upp 19. desember í ár, Barnabati og Tú og eg ráðgevingin heldur fram [...] røðu løgmans, og síðan verður okkurt gott etið. Klokkan 21 skipar Eigarfelagið undir brúnni fyri báli á spæliplássinum, og tað fara vit altíð til. Tað er sera hugnaligt, og tað verður altíð gjørt nógv burturúr