Ber í bøtuflaka fyri grovum skuldsetingum móti starvsfólki í almennari tænastu

Starvsmannafelagið ovfarið av formansskapinum í løgtinginum:

? Vit krevja, at løgtingið vísir virðing og gevur starvsfólki í almennari tænastu frið til at røkja tey arbeiði, hesi útinna, undir mangan torførum umstøðum, sigur Starvsmannafelagið í hvassorðaðum brævi til løgtingsformannin

Starvsmannafelagið sendi 17. mars soljóðandi skriv til løgtingið:

»Á løgtingsfundi fríggjadagin 13. mars vórðu ml.a. starvsfólkaviðurskiftni á Strandferðaskipum Landsins (SL) viðgjørd og varð privatiserings»paradísið« aftur tikið fram, sum einasta og besta loysnin fyri eini betri og bíligari loysn av rakstrinum.

Fyri tað fyrsta er at siga, at vit ivast stórliga í hesum pástandinum, men ikki er ætlanin at viðgera hetta her, tað koma vit ivaleyst aftur til seinni.

At politikarin hevur eina hugsan um hvussu hansara politikkur best verður førdur út í lívið, er sjálvsagt hansara rættur, men vit fara ikki at finna okkum í, at hesar politisku kreftir fáa óátalaðan rætt frá tingsins røðarapalli at skuldseta og hunddálka starvsfólk, sum røkja tær uppgávur tey eru sett til. At nýta orð sum »rottureiður« og at tøl, sum verða løgd fram frá teimum onki hava við veruleikan at gera, eru so grovar ákærur, at tær bert kunnu setast fram frá tí varda røðarapallinum á tingi, fyri ikki at fáa avleiðingar fyri tann sum setir tær fram.

Vit fara at krevja formansskapin í løgtinginum eftir eini grundgeving og eini frágreiðing, hví hesi sjónarmið fáa loyvi óátalað at verða sett fram frá tingsins røðarapalli. Somuleiðis øtast vit við, at løgmaður, sum sambært nýggja bygnaðinum í umsitingini, og er ovasti starvsfólkaleiðari, beinleiðis tekur undir við teimum skuldsetingum og ákærum, sum settar vórðu fram.«

Vinarliga


f.v.

Gunnleivur Dalsgarð, formaður


Hetta skriv varð sent løgtingsformanninum 18. mars:

»Í Útvarpi Føroya í gjárkvøldið (17.03.) var samrøða við tygum, sum vit skiltu ml.a. eisini var eitt svar upp á skriv (mótmæli) frá okkum, sum varð handað tygum í gjár (17.03.).

Vit vóru bæði bilsin og órógvaði av tí svari tygum her góvu, og sum ikki kundi skiljast øðrvísi enn, at formansskapurin á løgtingi ber í bøtuflaka fyri grovum og álvarsomum skuldsetingum, sum ávísur tingmaður ber fram, og sum raka starvsfólk í almennari tænastu, við tí grundgeving at hesin hevur sín máta at siga sína hugsan uppá, og sum tygum sostatt loyva at røðarapallurin í tinginum kann nýtast, at bera eina politiska ideologi út ti lfólki uppá.

Vit hava sagt tað áður, at vit leggja okkum ikki út í hvussu politiskur boðskapur verður borin út ti lfólki, men vit krevja at formansskapurin í løgtinginum ikki loyvir ógrundaðum áloipum á fólk, sum ikki eru partar í sakini, og ei heldur fáa vart seg á sama stað.

Vit vilja tí enn einaferð gera greitt, at vit als ikki kunnu góðtaka hesa fráboðan tygara, men harafturímóti krevja vit framvegis, at løgingið vísir virðing og gevur starvsfólki í almennari tænastu frið ti lat røkja tey arbeiðir, undir mangan torførum umstøðum, og sum hetta sama løgting leggur á tey at útinna.

Tað verður tí kravt at formansskapurin greitt boðar frá, at tað ikki verður góðtikið at løgtingsins røðarapallur verður nýttur til álop á fólk, sum iki eru partar í politiskum »spæli«, men bert gera tað arbeiði, sum álagt verður teimum.«

Vinarlig heilsan


f.v.

Gunnleivur Dalsgarð, formaður