Betri lívskvalitet, betri arbeiðskvalitet, betri heilsu?

Tíðindaskriv

 

Hvat kanst tú sjálv/ur gera fyri at fáa tað góða lívið? Og tað góða arbeiðið?

Hvussu kanst tú fyribyrgja sjúkum, og halda teg unga/n, fríska/n og altíð vera sum fyrstan dagin, í ?vigør??

Jú, svarini ber til at fáa á einum vikuskiftisskeiði í Havn tann 24. og 25.mars, tá kendi danski læknin og granskarin Søren Ventegodt, á Forskningscenter for Livskvalitet, kemur til Føroya.

Søren Ventegodt undirvísir í tí nýggja rákinum í læknavísindini, sum leggur størri dent á upplivingar enn á objektivar faktorar, sum leggur størri dent á fyri-byrging enn á viðgerð.

Hann tosar um lívskvalitet, hvat lívskvalitetur er, og hvussu vit brúka okkum sjálvi privat og professionelt, so vit gerast rættiliga virðismikil fyri okkum sjálvi og fyri onnur.

Høvuðstema er tín egna, persónliga lívsfilosofi - títt lívsperspektiv, sum kann vera meira ella minni positivt, meira ella minni í tráð við lívið. Hava vit ein vánaligan lívskvalitet, kemst hann aloftast av grundleggjandi áskoðan okkara á lívið. Ein áskoðan, sum kann betrast.

Og tá vit betra lívskvalitetin, gerst heilsan eisini betri. Hetta kalla vit holistiskt medisin. Tað er tikið úr grikskum: holos = heildin ella sálin.

Tí byrjanarstøðið er júst heildin í øllum lívi okkara, tað, sum vit plagdu at kalla sálin.

Søren Ventegodt byggir á og vísir á nýggjar læknavísindaligar kanningar í USA, og á egna filosofiska og vísindaliga gransking.

Søren Ventegodt hevur skrivað tíggju bøkur um tað góða lívið, tað góða arbeiðið og ta góðu heilsuna.

Bøkurnar hjá honum eru á donskum, svenskum, norskum og á enskum. Onkrar teirra eru á bókasøvnunum í Havn.

Meira fæst at vita á heimasíðuni hjá Forskningscenter for Livskvalitet www.fclk.dk <http://www.fclk.dk>.

Skeiðið kostar 1800,00 kr. - konto í Føroya sparikassa 1355223, og tey, sum hava hug at vera við, kunnu boða frá á tlf 317305 ella 311510 ella 221959 í seinasta lagi fríggjadagin tann 16. mars.