Betri samanhang á eldraøkinum

Tey flestu, sum eldast, vilja vera heima sum longst. Tað er eisini gagnligt - bæði fyri tey eldru sjálv og fyri kommununa. Men væl meiri má gerast fyri at gera tað møguligt

Venjing har heima:

Fyrsta stigið kundi verið at skipað regluliga venjing, so okkara eldru lættari kunnu halda heilsuna og lívsgleðina við líka. Fyribyrging er jú nógv besti og bíligasti heilivágurin. Tað skal eisini vera møguligt at fáa regluliga og dygdargóða venjing heima - til dømis við einum fysioterapeuti, sum kemur á heimavitjan, um tað er trupult at koma út til venjing. Vit síggja stundum, at tey gomlu sleppa til uppvenjing, men síðani verða tey stórt sæð slept uppá fjall. Tað má fylgjast upp við regluligari venjing.

Fleiri umlættingarpláss:

Harnæst mugu vit hava fleiri umlættingarpláss, so tað verður lættari at fáa avlasting í eina tíð, fyri síðani at fara heimaftur, tá ið heilsan ella førleikarnir aftur eru styrktir.

Fleiri eldraíbúðir saman við Bústøðum:

Eisini eigur kommunan at byggja nógv fleiri eldraíbúðir, so tað ikki verður eins møtumikið at búgva heima. Hóast eldraíbúðir nú eru í gerð, so eigur nógv meiri at verða gjørt á hesum økinum - serliga nú kommunurnar kunnu stovna almannagagnlig bústaðarfeløg saman við Bústøðum.

Hetta er einki at bíða við, men átti at verið sett í gongd alt fyri eitt.

Viðlíkahaldið er jú munandi minni í eini íbúð enn í einum sethúsum. At búð saman við øðrum eldri - men kortini hvør sær - hevði eisini givið okkara eldru betri møguleikar til felagskap. Her hevði eisini verið møguligt at havt starvsfólk, sum vóru í nánd og hjálptu til. Tað hevði minkað um einsemið og ótryggleikan, sum bæði eldri og avvarðandi kenna ta seinastu tíðina heima.

Fleiri røktarheim:

Øll hesi átøkini tilsamans høvdu gjørt, at fólk høvdu klárað seg heima longri, og at trýstið á plássini í Ellis- og røktarheimum tí hevði minkað. Men vit vita eisini, at vit gerast støðugt fleiri eldri. Vit liva longri. Og tí mugu vit arbeiða við at byggja fleiri ellis- og røktarheim.

Hospice-stovur á Ellisheimini:

Til tey, ið doyggja av sjúku, hevði tað verið rímiligt at havt hospicestovur á Ellisheimunum, so tey ikki skulu flytast ov ofta seinastu tíðina - og so at umstøðurnar til tey avvarðandi at vera um síni kæru ta seinastu tíðina verða betri og virðiligari.

Eldraráðið:

Og so má Eldraráðið í kommununi fáa ta virðing, sum tað hevur uppiborið. Eitt eldraráð hevur so nógva vitan og royndir - og tað sigur seg sjálvt, at tey eiga at koma við sínum boði uppá, hvussu vit best skipa eldraøkið frameftir.

 

Tey, yngri enn 67 ár:

Eisini mugu vit lofta teimum betri, sum fáa sjúku ella skaða at dragast við, tá ið tey eru yngri enn 67 ár. Tey, ið eitt nú fáa heilabløðing, demens, blóðpropp ella annað. Tá má kommunan taka ábyrgd saman við landinum, so hesi ikki detta niðurímillum.

Sum heild má alt hetta økið í Tórshavnar kommunu viðgerast sum ein heild, so vit fá betri samanhang líka frá tí, at skaði rakar ella pensjónstilveran byrjar og heilt til seinastu tíðina. Tí vit skulu øll trívast í Tórshavnar kommunu – eisini okkara eldru.

 

Elin Heðinsdóttir Joensen, valevni fyri Javnaðarflokkin