biskupur at tosa reint og klárt føroyskt mál, tá hann letur munnin upp. Antin hann so gevur sína ófrávíkiligu meining til kennar í stórari yvirskrift, ella hann við smáum stavum eggjar kirkjufólkinum til at [...] millum børn og ung, í sjómansmissiónini, á eldrasamkomum og millum tey, ið gjørdust taparar í lívsins harða leiki. Man nakar hava tal á øllum teimum felagsskapum, sum á fólkakirkjuligum grundarlagi gera eitt [...] “flenti tú, fekk hann teg at gráta?” Men tað endar jú ikki har. Ein góður leikur fær teg at hugsa um tína egnu tilveru, at gleðast ella harmast, og til fulnar eydnast hann, tá ið hann fær teg at fara til
í Vágum www.vagar.fo Blaðmaðurin á Dimmalætting, sum mánadagin skrivaði teigin Hinvegin við undirheitinum Flogvøllurin hevur skund , hevði ov nógvan skund. Tað, hann bar fram, var ikki meira enn hálvsatt [...] eisini drigin uppí. Tað er rætt, at orsakað av veðri var ólag á flúgvingini seinasta hósdag. Í okkara verð vesturi í Vágum, er hósdagur á leið mitt í viku. Fríggjadagin var alt komið í rættlag aftur. So [...] er í Føroyum, at sjóverjutyrlan fríggjakvøldið mátti lenda á flogvøllinum í Vágum við einum sjúklingi, sum síðan við sjúkrabili varð fluttur á Landssjúkrahúsið, hóast tyrlupallur er beint uttan fyri sjúkrahúsið
nýggjar sangir tóku vit við í ár á fyrsta sinni: Tað brenna túsund ljós í nátt hjá Hans A. Djurhuus, sum Eyðun á Lakjuni hevur gjørt eitt so sera fitt og nútíðarligt lag til, Hvør er tað, sum har kemur [...] tryggjað sangarunum plássið undir Tinghúsinum, og teir fingu tí ikki á ynskiligan hátt høvi til at birta uppundir og virka til tamarhald á hesi ovurstóru sangarafjøld. Trongdur upp í krók í fólkarúgvuni formáddi [...] og sópingarkona, ið sum væntað gekk sera væl. Munnu ikki fleiri taka undir við teirri áskoðan, at letur tú ikki nýggjari sangtilfar eisini sleppa framat, so stirvnar hesin sangur í tí vanabundna og hevur
ávirkan á ein 18 ára gamlan ungling. Veðrið varð verandi keðiligt, men út á ólavsøkudag varð farið av flúgviplássinum í Reykjavík á veg til Føroyar. »Neyðlendu« á Egilsstøðum Ovfarakæti var á monnum. Summir [...] koma um ánna og yvir á vegin. So setir flúgvarin seg. Og nú vísir tað seg, at hann hevur sett seg á flúgviplássið á Egilsstøðum. Tað var ikki lendandi í Føroyum, og tí millumlendu vit á Egilsstøðum. Har skuldu [...] skuldu halda á og sleppa okkum innum ísin. Ógvisligar ristingar fóru ígjøgnum skipið, og teimum eldru monnunum dámdi einki. Enok Joensen úr Sørvági var ein teirra. Hann risti á høvdinum, tá ið hann kendi stoytirnar
verkum eftir Trónd Patursson letur upp í Listaskálanum. Samstundis varð nýumvælda bingjuinstallatiónin Bládýpið aftur at síggja við Listaskálan Nógv fólk var komið saman á Listasavninum seinnapartin m [...] landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø í røðu síni, tá ið hann seinnapartin læt upp framsýningina hjá Tróndi Paturssyni. Niels Orth, stjóri á Savninum, takkaði Norðurlandahúsinum fyri sera gott samstarv [...] umframt hópin av øðrum fólki, tí nógvar hendur skulu til at fáa slíka framsýning og verkætlan annars í lag. Eisini spældi og sang Hanus G. Johansen nøkur løg til hugnaligu løtuna í fjálga listaskálanum Til
brúktur við sama lag í grindadrápi, er hvassur í endanum og verður rendur inn í kroppin á hvalinum. Útróðrarbáturin kann síðan sleipa hvalin inn á grynri vatn, har gjørt verður av við hann við smáum knívum [...] móti grindahvalinum. Frá Grindamannafelagnum hava vit fingið hesa frásøgn, sum er at finna á týskum á Internetinum á adressuni: http://www.tierhilfe.de/presse/091097dthw.htm. Lesarin kann sjálvur meta um tilfarið: [...] ongulin er ørvísi. Hann hevur ein kúluformaðan enda, sum verður festur í blástrið á hvalinum. »Við at flyta sárini inn í kroppin vóna føroyingar, at uppøsti almenningurin um allan heim letur seg lættari sannføra
frættist, at hann hevði fingið eina fipurspreinging í høgra lær, men valdi at fullføra hesa kappingina hóast alt, soleiðis at hann hevði ovmikið av stigum til at vinna kappingina hóast hann ikki fekk [...] tryggjaði hann sær 2. plássið í kappingini og var – um nakar – ein, sum fólk bitu merki við umframt trygga vinnaran, Boga Hammer. Gekk skjótt fyri seg Kappingin hevur undanfarnu árini hildið á nakað út á kvøldið [...] sterkasti maðurin seinastu tvey árini, Jákup Suni Berg, ikki var við. Hann breyt sær fótin í landsdystinum ímóti Danmark 8. desembur, og hann er ikki komin nóg væl fyri seg til at kalla seg kappingarføran.
endaði á fjórða plássi, ið er sama plasering, sum hon endaði á í fjør. Kendi danski rógvarin Eskild Ebbesen, sum er fleirfaldur gullvinnari í OL kappróðri, hevur lagt føroysku rógvarunum lag á, hvussu [...] tíðina, sum bar kvalifikatiónina við sær. Tað stóð nógv á, men tað eydnaðist, og eg eri ovurfegin, sigur Bogi Olsen úr Boston. Tølini siga, at sigurin hjá Boga Olsen var sannførandi. Hann var seks sekund [...] Tað er sera gott lag í føroysku kappróðrarleguni í Boston, har tað í dag verður dystast um HM í inniróðri. Serligan ans hevur tað vakt, at føroyskir rógvarar vunnu bæði gull og silvur í kappingini 40-49
Góðu borgarar á Sandi! Sum tit vita, hevur órógv verið seinastu dagarnar á politiska pallinum á Sandi. Fýra bygdarráðslimir, har eg eri ein teirra, hava sent borgarstjóranum eitt bræv viðvíkjandi ónøgd [...] boða frá, at álit mítt á borgarstjóran umboðandi okkum øll í kommununi er rokið. Samstarvstrupulleikar Brævið, ið var ein áheitan á borgarstjóran at lata sessin frá sær, var grundað á samstarvstrupulleikar [...] mótarbeiddi mínum leikluti sum formaður í Vinnu- og Tøkninevndini. Á samstarvsfundum førdi hann m.a. fram, at eg ikki kundi seta ymisk viðkomandi mál á dagsskrá í nevndini, uttan at borgarstjórin fyrst skuldi siga
sammett vi? á Skála var n?ggjur á li?num, var rættuliga ey?s?ndur. Hann skora?i eitt mál, leg?i upp til eitt og fekk brotssparki?, sum bar eitt mál vi? sær. Í HB sakna teir framvegis Hans á Lag, men ta? ver [...] skal spæla tvær tær fyrstu fer?irnar á útivølli. Á Skála gekk alt anna? enn væl. Tí ásanna teir á meistarali?num, at ta? er ikki frítt, at teir kenna ávíst tr?st á sær, nú teir skulu nor?ur til Ei?is. [...] uppger?ina á Mølini í morgin. Eftir fyrsta umfari? er EB/Streymur á ni?urflytingarplássinum, og HB er næstaftast. Tí siga teir í EB/Streymi, at ta? er t?dningarmiki? at fáa stig og helst at vinna á heimavølli