Í dag læt upp listaframsýningin Hinumegin blátt við verkum eftir Trónd Patursson letur upp í Listaskálanum.
Samstundis varð nýumvælda bingjuinstallatiónin Bládýpið aftur at síggja við Listaskálan
Nógv fólk var komið saman á Listasavninum seinnapartin m.a. at heilsa listaverkinum Bládýpinum vælafturkomnum og at síggja framsýningina annars.
Tróndur Patursson hevur latið Listasavninum hetta listaverkið í varðveitslu, men hevur havt tað til umvælingar nú í eina tíð.
- Gerið so væl. Nú kunnu tit sjálv fara eina ferð inn í listaheim Tróndar, her sum litirnir eru glógvandi bláir, gløðandi reyðir og lýsandi gulir, segði landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø í røðu síni, tá ið hann seinnapartin læt upp framsýningina hjá Tróndi Paturssyni.
Niels Orth, stjóri á Savninum, takkaði Norðurlandahúsinum fyri sera gott samstarv við at fáa umvælt Bládýpið hjá Tróndi Paturssyni.
Sonur Trónd, Brandur, Árni Winther og Kári Thomsen, arkitektar høvdu eisini hjálpt til, umframt hópin av øðrum fólki, tí nógvar hendur skulu til at fáa slíka framsýning og verkætlan annars í lag.
Eisini spældi og sang Hanus G. Johansen nøkur løg til hugnaligu løtuna í fjálga listaskálanum
Til høvið kom eisini bóklingurin Hinumegin blátt
Myndirnar hevur Dávur Winther tikið og hon er av tveimum av okkara fremstu listamonnum, Trondi Paturssyni, v.m. og Hanusi G. Johansen.