EB/S?HB
Jóannes Hansen
Ta? er eitt sindur av skemti og kortini ramum álvara kring uppger?ina á Mølini í morgin. Eftir fyrsta umfari? er EB/Streymur á ni?urflytingarplássinum, og HB er næstaftast. Tí siga teir í EB/Streymi, at ta? er t?dningarmiki? at fáa stig og helst at vinna á heimavølli, tá i? mótstø?uli?i? er næstni?ast.
Ímóti B36 kolapsa?i ta? í 2. hálvleiki. Piotr Krakowski ætlar sær kortini ikki at skifta fólk. Einasta ivamáli? er, um Sorin Anghel ver?ur førur fyri at spæla. Hann hevur veri? sjúkur, men teir rokna vi? og vóna, at hann ver?ur tøkur. Sonni L. Petersen og Knút Vesturtún hava orsaka av arbei?i? ikki veri? til venjingarhvørt kvøld, men teir skuldu allir venja í gjárkvøldi?.
Skráin er løgd solei?is, at HB skal spæla tvær tær fyrstu fer?irnar á útivølli. Á Skála gekk alt anna? enn væl. Tí ásanna teir á meistarali?num, at ta? er ikki frítt, at teir kenna ávíst tr?st á sær, nú teir skulu nor?ur til Ei?is. Ímóti KR leygarkvøldi? gekk ta? sum eftir ánni. Spæli? hekk væl saman, HB vann 3?1, og Hendrik Rubeksen, sum sammett vi? á Skála var n?ggjur á li?num, var rættuliga ey?s?ndur. Hann skora?i eitt mál, leg?i upp til eitt og fekk brotssparki?, sum bar eitt mál vi? sær.
Í HB sakna teir framvegis Hans á Lag, men ta? ver?ur ikki enn á sinni, at hann ver?ur tøkur.
EB/Streymur og HB hava spælt tríggjar fer?ir á landskappingini. Í 1994 vann HB 3?0, í 2001 vunnu teir 4?0, í 2002 vann EB/Streymur 2?1, og í fjør enda?i ta? 1?1.