– Tomislav gjørdi meg til tann spælarin eg var tá. Onkuntíð hugsi eg, at fleiri av teimum ungu leikarunum í dag kundu trongt til at havt Tomislav til venjara í eina tíð, sigur Jákup. Prince liggur og [...] hetta kappingarárið er fraklendingurin, Gerard Houllier, komin afturat venjaratoyminum. Hann virkar sum høvðusvenjari saman við væl lýdda Roy Evans. Jákup kemur aftur til Liverpool eftir kappingarenda [...] eru kanska nokk so líkir, og tað var nokk eisini tað, sum gjørdi at vit ikki komu á mál. Í veruleikanum so snúði tað seg um einar 500 krónur. Eg stóð við mítt og hann við sítt, greiður Jákup á Borg frá
sum verður rikin. Hann veit ikki, hvør fer í stjórn, og hvør kósin verður, tá atkvøðurnar eru taldar. Einstaki veljarin skal í størri mun vita, hvat hann fær fyri atkvøðuna. Tað er fólkaræði eftir mínum [...] sum var komin við Norrønu tvær vikur frammanundan, skotin. Prógvið var ein stór mynd av borgarstjóranum og minkinum. Fjølmiðlarnir hava ongantíð havt so stóran týdning fyri ein politikara sum nú. Umrøða [...] sigur hann seg fremst av øllum ikki vilja hava sitandi á sær, at nakað liggur í órøkt, tá hann takkar fyri seg. Bókin kemur heldur ikki í bræði. Sum hann bar fram undir valstríðnum, so er nógv framt
kemur inn í skiftirúmið eftir dystin. Lagið er gott eftir stóru upplivingina, men Símun klárar ikki ar halda sær. – Eg fór inn á WC og stongdi hurðina, og so fór eg bara at gráta, sigur Símun um torføra [...] feldur. Løtu seinni javnar Fram. Keflavík sendir nú alt fólkið fram, men verður revsað í hinum endanum. Meistaraheitið regnar burtur í móruni. Símun stendur eftir við eini kenslu av, at hann er blivin [...] Tað er serliga eitt mál, ið Símun er kendur fyri á landsliðnum. Frammanfyri yvir 30.000 áskoðarum á Ramat Gan leikvøllinum í Tel Aviv í Ísrael tekur Símun Samuelsen øll á bóli. Ísrael hevur í
vátum klæðum og við oljuklæðum at halda varmanum. Óblíð fráferð Fjórða dagin fingu vit boð frá fútanum, at vit skuldu verða heimsendir við ymiskum føroyskum skipum. Samstundis læt hann okkum vita, at [...] vegna barnalammilsi, sum gekk har. Teir tosaðu so frá báti við smiðin, og hann lovaði at hava boltarnar klárar til kl. 9 um morgunin eftir. Um hetta mundi fór maskinmaðurin á Sannu inn móti lendingini
lív í áskoðarunum í høllini í Kollafirði. Hoyvíkingar standa uppi og rópa hvørja ferð eitt mál verður tikið av leiðsluni. Kollfirðingar díkja á sínar menn, sum einki fáa at rigga. Í einar tíggju minuttir [...] er umskúlaður til at kunna avloysa júst á hasum miðvallara plássinum. Orsøkin er, at Ási ikki klárar 60 minuttir, tí annars hevði hann ikki spælt í Føroyum, sigur Jakob Jónsson. Tá farið verður til hálvleiks [...] men vit avtala í hálvleikinum, at kundu antin hyggja niður í gólvi og skylda upp á at vit mangla nakrar spælarar, ella vit kundu velja hørðu loysnina. Tað er at fara inn aftur á vøllin og stríðast fyri hvørjum
saman við undirritaða, noktaðu, grundað á royndirnar ið eru gjørdar tey seinastu 30 árini og vælvitandi um, at næmingagrundarlagið til hetta ikki var til staðar. Eg gjørdi leiðsluni í Suðuroyar [...] samarbeiði við heim, skúla og musikkfegsskapir at menna musikalsku gávur næminganna og at leggja grundarlag undir einum ríkum musikklívi á staðnum. Eisini arbeiður musikkskúlin beinleiðis ímóti §16, [...] uppá eitt tónleikaøki, sum ikki hevur ein livandi kjans, samstundis sum Musikkskúlin beinleiðis mótarbeiddi lokalum entusiastum og lokalum tónleikalívi. Hetta fall sjálvandi ikki í góða jørð, og hvør
plagdu at fiska um kvøldarnar. Í frítíðini íðkaðu teir fótbólt og hondbólt, og vóru teir í haganum, runnu teir. – Tað skuldi altíð henda okkurt og helst her og nú. Sum smádrongur var eg dagligur gestur [...] hevði verið steinur oman á byrðu, um onnur vóru við í vanlukkuni. At skulað livað við, at onkur annar doyði ella varð løstaður fyri lívið, av einari dáragerð sum at koyra fullur, hevði eg avgjørt havt
telefon við linjuarbeiði fyrst í 40-unum. Fyrstu tíðina var tað saman við pápabeiggjanum, Johan. Treytirnar vóru góðar. Um farið var út um bøgarðarnar, so fekst løn fyri dagin. Tað munaði so væl [...] og doyði fáar dagar seinni. Systir Tummas, Anna Sofía, sum var komin úr Norðragøtu at heilsa beiggjanum væl afturkomnan, var smittaður av honum. Hon doyði nakrar dagar seinni. Tað var ikki bara at arbeiða [...] minum, tá var ein heilt stórur steinur komin oman av fjallinum, og hann var steðgaður uppi á bakkanum omanfyri hetta húsið. Tá restaði ikki nógv í. Hevði hann komið eitt vet longur kom hann beint gjøgnum
kom við, so byrjaði eg inni, sigur Øssur og eftirlíkar íslendsku dialektini á núverandi KÍ venjaranum. Tað var einki annað at gera, enn at takka ja. Øssur gerst skjótt fastur á landsliðnum. Tað blívur [...] Komandi tvey árini blívur B68 nummar tvey og trý. John Kramer er ein væl lýddur venjari, og tað manglar lítið í, fyri at meistaraheitið kemur í hús. Danski venjarin vísur Øssuri stórt álit og dugir væl [...] leikararnar og tað sæst aftur á venjinginum. Hann er ísakaldur. Tá menn biðja um frí frá venjing vegna arbeiði ella familjuna, er hann tvørur. Tað er bara eitt at gera, og tað er at møta upp til venjing.
heilt serligt innlit í gyltu árini hjá GÍ, sum fyri tað mesta var mannað av lokalum leikarunum, sum teir flestu arbeiddu saman á flakavirkinum. Sum ungur fekk Súni fyrstafloks fótbóltsinnlæring frá [...] Cruyff, sum eru høvðusleikararnir aftanfyri »Total-Football« hugtakið. – Venjaranum dámdi væl, at leikararnir fóru í harðar taklingar. Hann gav eisini greið boð um, at tað skuldi venjast í skinnarum. Fekk [...] Ein avgerð hann ikki angrar. – Eg minnist mína tíð í FC Zwolle sum nakað gott. Eg havi fingið nakrar fantastiskar upplivingar og vinir fyri lívið, sum eg framvegis havi samband við, sigur Súni greiður