KÍF hektaði H71 av odda­stríðnum

KÍF var ávegis at vinna eina tryggan sigur, men upp á tíggju minuttir og 34 sekund skar H71 sjey mál av níggjumáls leisluni. Men orkan gekk undan, og KÍF vann trygt

Fyri aðru ferð í ár møttust FM-finalistarnir frá farna kappingarári, og fyri aðru ferð vann KÍF tryggan sigur. Í hálvleikinum var KÍF á odda 15-6, og einki bendi á, at tað kundi koma nakar spenningur í dystin. Men upp á tíggju og ein hálvan min­utt megnaðu hoyvíkingar at hála sjey mál inn á oddaliðið.
Í eini tíggju minuttir gekk javnt á, har KÍF tó var tvey til trý mál framman­fyri, men so fór orkan undan hjá H71, meðan KÍF aftur fór at spæla sum tað oddaliðið teir eru. Tað endaði við, at KÍF vann 29-21.

1-1 aftaná 11 minuttir
KÍF var uttan spælafordeilarin, Ása Dam, sum fekk beinleiðis reytt kort í dystinum móti Kyndli í farnu viku. Gestirnir úr Hoyvík vóru uttan stór skjúttan, Bogdan Florea, sum fekk beinleiðis reytt kort í óvæntaða tapinum fyri Neistanum í farna umfari.
Fyrstu løtuna av dystinum tókt­ist hetta ávirka álopspartin hjá báðum liðnum. H71 hevði bóltin leingi í hvørjum álopi, men ikki til skot, meðan KÍF gjørdi nakað skjót­ari av, men antin stóð verjan ella málverjin í vegin.
Jakob Jónsson, venjari hjá KÍF, valdi at taka eitt time-out miskeiðis í fyrra hálvleiki.
– Eg bíðaði til vit vóru full­mann­aðir aftur, so tók eg eitt time-out. Eg roknaði við, at tað fór at koma gongd á aftaná. Spæla vit so væl sum vit kunna, so koma vit altíð langt, sigur Jakob Jónsson.
Á hinum bonkinum var Petur Mittún, venjari hjá H71, ikki nøgdur við spælið hjá sínum leikarum, sum máttu umstilla spælið, tí Bogdan Florea sat uttanfyri.
– Tá hugsaði eg, at nú var tíð upp á at hinir spælararnir komu inn og tóku ábyrgd. Fáa spælararnar at broyta spælið til tað vit høvdu av­talað áðrenn dystin, sigur Petur Mittún.
Restina av fyrra hálvleiki var KÍF greitt omaná. H71 gjørdi ein ør­grynni av tekniskum feilum, sum KÍF lættliga kundi revsa í hin­um endanum. Her sást, at H71 sakni Bogdan Florea meiri enn KÍF sakn­aði Ása Dam.
– Vit hava ikki trupulleikar á miðj­uni, tí vit hava fleiri spælarar, sum kunnu avloysa Ása. Rúni Weyhe er umskúlaður til at kunna av­loysa júst á hasum miðvallara pláss­inum. Orsøkin er, at Ási ikki klár­ar 60 minuttir, tí annars hevði hann ikki spælt í Føroyum, sigur Jakob Jónsson.
Tá farið verður til hálvleiks er mun­urin stórur. 15-6 til KÍF. Tey munnu verða fá, sum rokna við, at H71 kann gera nakað við oddaliðið, tá spælararnir fara í skiftirúmið.

H71 svarar aftur
Seinni hálvleikur er bara tríggjar minuttir gamal, tá H71 skoraði sítt triðja mál eftir steðgin. Tað var ikki til at taka feila av. H71 er komið út aftur til seinna hálvleik við nýggjari vón.
– Fyrri hávleikur er absolut ikki góðkendur upp á nakran sum helst máta, men vit avtala í hálvleikinum, at kundu antin hyggja niður í gólvi og skylda upp á at vit mangla nakr­ar spælarar, ella vit kundu velja hørðu loysnina. Tað er at fara inn aftur á vøllin og stríðast fyri hvørj­um øðrum. Tað gera vit, og eg haldi eis­ini vit fella við æru, sigur Petur Mittún.
Tá klokkan vísir 10:34 í seinna hálvleiki er munurin bara tvey mál. H71 hevur hálað sjey mál inn á odda­liðið, sum bara hevur megnað at fingið tað eina málið ella tvey. Um hetta mundið er gott lív í áskoð­ar­unum í høllini í Kollafirði. Hoy­víkingar standa uppi og rópa hvørja ferð eitt mál verður tikið av leiðsl­uni. Kollfirðingar díkja á sín­ar menn, sum einki fáa at rigga. Í ein­ar tíggju minuttir er talan um ein javn­an dyst, sum báðir partar kunnu vinna.
– Eg vónaði, at vit kunnu arga teir nakað. Vit brenna millum annað eitt brotsspark, tá munurin bara er tvey mál. Eg vil ikki siga at tað var bein­leiðis avgerandi, tí orkan gong­ur undan móti endanum og tí tapa vit, sigur Petur Mittún.
Hópurin er ikki nóg breiður, og tað merkist at Hallur Biskoptø og Bogdan Florea ikki eru við.
Á bonkinum hjá KÍF er tað nú Jakob, ið má nýta stórar bókstavar. Hóast KÍF er oddalið, og eitt skiftið er á odda við níggju málum, so er hann ikki í iva um, at KÍF eisin kann tapa.
– Eg segði, at antin skuldi vit koma í gongd, ella fóru vit á reyvina við hesum. Komu vit ikki í gongd, so er tað tað klárt, at vit kunnu tapa dystin. Serliga tá vit ikki fáa mál, og verjan ikki stendur væl. Øll lið kunnu tapa, tá tey spæla upp á tann mátan, men fyri okkum er tað av­ger­andi at vit gera okkara arbeiði, sigur Jakob Jónsson.

Orkan gongur undan
Seinastu tíggju minuttirnar kemur ferð á KÍF liðið aftur. Frammanfyri mál­inum eru teir neyvir, í verju­spæl­inum eru teir kvikir at revsa mis­tøk­unum hjá hoyvíkingum við skjót­álopum. Gongdin hevur verið misjøvn gjøgnum allar dystirnar hjá KÍF heldur venjari. Hóast liðið hevur vunnið teir flestu dystirnar, so er tað bara tann eina dystin, at Jakob heldur, at liðið hevur spælt væl í allar 60 minuttirnar.
– Verjan er góð í fyrra hálvleiki, men tað eru tíggju minuttir til eitt korter í seinna hálvleiki, har vit ikki gera okkara arbeiði. Tí annars høvdu vit vunnið við fleiri málum. Tað er bara í tí eina dystinum, móti Team Klaksvík, at vit hava spælt ein heil­an dyst, har allir hava gjørt tað teir skulu allan dystin. Men vit fáa tvey stig og enda við at vinna við átta málum, tað er gott, staðfestur KÍF venjarin.
Hjá H71 eru tað serliga teir nógvu teknisku feilirnir, sum kostað dýrt.
– Orkan gongur undan, tí vit brúka teir somu spælararnar gjøgn­um allan dystin. Hetta tí vit mangla tveir lyklaspælarar í dag. Eg undrist eis­ini á, at vit ikki tapa meiri tá vit gera so nógvar feilir sum vit gera í dag, sigur H71 venjarin.
Úrslitið er 29-21 til KÍF, sum meg­in partin av dystinum var leikliga omaná, men sum fyrstu tíggju min­uttirnar av seinna hálvleiki vísti eitt botnstig, sum er ov lágt.

Kunnu ikki slappa av
Eftir at liðini fylgdust eina løtu í seinna hálvleiki, so dró KÍF frá. Tað var serliga tað eina málið, sum staðfesti, at KÍF hevði funnið yvir­skotið aftur, og fór at vinna dystin. Rúni Joensen hoppar inn frá vinstra vongi. Vinkulin er nakað spískur. Leysur frá gólvinum velur hann at spæla bóltin tvørtur um málið til Nicklas Selvig, sum hoppar inn frá hinum vonginum. Danin fær fatur á bóltinum og skorar.
– Teir eru tveir spælarar, sum taka nógvar kjansir tá teir spæla. Í dag riggar tað, og tað er fínt, men tá tað ikki riggar, so er tað eisini pín­ligt. Tá slíkt riggar, so er tað stuttligt at spæla hondbólt, sigur Jakob.
Nicklas Selvig og Hans Eli Sigurbjørns­son hava fleiri ferðir verið ovastir á málskjótingar­list­anum í ár, men hesa ferð var meiri javnt deild millum fleiri leikarar.
– Hópurin hjá okkum er so mikið góður, at vit eiga at klára at deila málini millum fleiri leikarar. Tað er ein styrki hjá okkum, sigur venjarin hjá KÍF.
Hann hevur tó ongan ætlan um at taka sær av løttum, sjálvt um KÍF liggur væl fyri til at fáa annað FM finalu plássið.
– Vit kunnu als ikki slappa av. Tú sært í dag hvussu skjótt tað kann ganga. Vit missa næstan eina níggju­máls-leiðslu upp á nakrar fáar minuttir. Tað kann eisini henda á stigatalvuni. Soleiðis er hondbóltur, sigur Jacob Jónsson at enda.
Í farna kappingarárið kom H71 í FM finaluna í evstu løtu, eftir at tað leingi hevði verið greitt, at KÍF fór at verða hitt liðið. Verður tað saman søg­an hetta kappingarárið?
– Tað er ikki nakað, sum liggur í tankunum, Tað er sjálvandi ein dreymur at koma í finaluna, men í løtuni hugsa vit ikki so langt. Tað snýr seg meiri um at taka ein dyst á gangin. Vónandi røkkur tað til eitt finalu­pláss, sigur Petur Mittún at enda.

- - -

KÍF - H71 29-21 (15-6)
KÍF: Andrias Nielsen 6, Rúni Joensen 6, Nickas Selvig 5, Hans Eli Sigurdbjørnson 5, Rógvi Weihe 3, Gert Hansen 3, Teitur Joensen 1
H71: Rógvi Sørensen 8, Niels Viggo Niclasen 4, Rúni Højgaard 4, Bogi G. Davidsen 2, Hanus Norðberg 2, Ári J. Olsen 1
Dómarar: Hannis Wardum og Uni Wardum