Eg angri ikki mínar avgerðir

Hann er eitt tað størsta navnið í føroyskum fótbólti og hevur í fimm ár spælt yrkisfótbólt uttanlands. Hann tók ikki av møguleikanum at spæla í bestu deildini í Hollandi, men angrar einki. Hann er 31 ár og hevur ikki uppgivið landsliðið, men familjulívið hevur broytt upp á raðfestingarnar. Hann er bygdasligur, prátar enn um GÍ, vil ikki hava nakra smartphone og hevur nústaðni fingið sær Facebook. Hann er gøtumaður og eitur Súni Olsen

Súni Olsen hevur havt eitt spenn­andi lív sum fótbóltsspælari. Hann er uppvaksin millum gull­dreing­irnar hjá GÍ, sum vann FM heitið fýra ár á rað frá 1993 til 1996. Barnaskógvarnir eru slitnir á vøllinum í Sarpugerði og á spæli­plássinum í Syðrugøtu.
Hann spældi sín fyrsta dyst í bestu deildini sum bara 16 ára gamal. Fór sum bara 18 ára gamla til eitt púra ókent felag í Hollandi – FC Zwolle.
Eftir tvey ár og uppflyting til bestu deildina í Hollandi, Eredivisie, valdi hann at koma heim til GÍ at spæla.
Í 2004 verður hann kosin árs­ins leikari í Føroyum, hóast GÍ endar á áttanda plássi. Hann spæl­ir allar dystirnar, og tað hev­ur danska superliga felagið, AaB, lagt til merkis.
Á summri 2005, eftir at hava hjálpt GÍ til sigurs í steypa­kappingini, skiftir Súni Olsen til AaB. Hann fær eina góða byrjan og er í sínum lívsformi, tá ein løtt venjing eftir dyst broytur lívið hjá gøtumanninum. Hann fær eitt spark í skinnabeini, sum brot­-
nar.
Súni ger alt hann kann fyri at koma seg, men á heystið 2006 gongur aftur galið, og hesaferð er tað lær­krikin. Landsliðsleikarin fer gjøgnum sína torførastu tíð sum fótbóltsspælari, og verður ikki klárur aftur fyrr enn átta mán­aðir seinni.
Eftir eitt hálvt ár í Viborg, sum flytur niður, vendir Súni Olsen heim og spælrir eitt hálvt ár í B36, áðrenn sáttmálin verður uppsagdur, tí miðvallarin endar í fjølmiðlunum fyri vánaligan at­burð í bý­num.
Leiðin gongur síðani til Víking í tvey ár, áðrenn hann aftur skiftir til B36, har hann spælir enn.

Trummuspælari ella fótbóltsspælari
Tvinnir vóru kostirnir hjá Súna. Hann skuldi antin verða fót­bólts­spælari ella trummusláari. Tað var tað ongantíð nakar ivi um. Í báðum førum hevði hann gott fólk rundan um seg. Tríggir av mammu­beiggjunum, Magni, Henning og Pauli Janskor, spældu allir við GÍ í gyltu ár­unum í 90’unum, meðan tón­leika­vin­fólk­ini vóru millum annað Eivør Pálsdóttir og Ólavur Jákupsson, sum millum annað er kendur frá bólk­inum, Gestir.
– Vit høvdu ein bólk, og Eivør var forsangari, men eg var rætt­iliga ungur, tá eg gjørdi av at satsa meiri upp á fótbólti, sigur Súni Olsen og smáflennur.
Hann hevur júst verið á Lands­sjúkrahúsinum saman við dam­uni, Beintu Langgaard, sum er upp á vegin við næstan barninum hjá teimum, tá Sosialurin hevur av­talað av møtast á Hvonn.
Súni er avslappaður, tá hann tosar um sítt lív sum fótbólt­spæl­ari. Hann lenar seg fleiri ferðir afturav og hyggur út gjøgnum vind­eygað, meðan bilar koyra forbí, og fólk skunda sær framvið í regn­inum.
Uppvøksturin hjá Súna hev­ur verið nógv ávirkaður av gull­liðnum hjá GÍ mitt í 90’unum. Hann hevur eitt heilt serligt inn­lit í gyltu árini hjá GÍ, sum fyri tað mesta var mannað av lokalum leik­ar­unum, sum teir flestu ar­beiddu saman á flakavirkinum. Sum ungur fekk Súni fyrstafloks fót­bólts­inn­læring frá fremstu rekkju.
– Mammubeiggjarnir plagdu at taka meg við til dyst. Sum ung­ur sat eg so millum allar GÍ leik­ararnar, tá teir høvdu tak­tik­fund við Jóhan Nielsen, greiður Súni frá.
Óteljandi tímar vóru eisini brúktir á vøllinum í Sarpugerði og vøllinum á spæliplássinum í Syðrugøtu, sum eisini er kent sum spæli­plássið á G! Festivalinum. Fyri uttan løturnar, tá døgurðin stóð á borðinum, so fór øll tíðin við at sparka.
– Vit hugdu ikki eftir fótbólti, sum tey ungu gera í dag. Tá var ongin fótbóltur í sjónvarpinum, so vit fóru bara út at sparka, sigur Súni Olsen.
Tað var tíðliga greitt, at Súni Olsen hevur góð fótboltsevni. Longu í seinsta umfari í 1997, sum bara 16 ára gamal, fær hann sín fyrsta dyst fyri besta liðið hjá GÍ. Hann kemur inn fyri Erland Tvørfoss í tólv minuttir í 2-2 javn­leikinum móti FS Vágum. Um hetta mundið eru Pauli, Magni og Henning Janskor alllir á vøll­inum.
Fótbóltslívið í vaksmanna­deild­unum er byrjað.

Lærlingurin endar í FC Zwolle
Komandi trý árini, frá 1998 til 2000, er Súni Olsen fastur maður á liðnum hjá GÍ, sum Jóhan Nielsen aftur stjórnar eftir tvey ár í HB. Tvey tey fyrstu árini fær hann »læruplássið« á liðnum, áðrenn hann í 2000 sleppur at spæla á miðj­uni.
– Eg spældi tvey tey fyrstu ár­ini á »læruplássinum«, sum Jóhan Nielsen kallaði tað. Vit spældu við klassisku 3-5-2 uppstillingini, og læruplássið var vinstri vong­bakkur. Ikki fyrr enn í 2000 slapp eg at spæla á miðvøllinum, sigur Súni Olsen.
GÍ er øll árini við í Evropa og klárar seg eisini væl í steypa­kapp­ingini. Súni Olsen fær seg tí royndan sum fótbóltsspælara hesi árini.
Á miðvøllinum gongur avbera væl hjá Súna. Í 28 dystum skorar hann ikki færri enn 15 mál, og tað hoyrist allan vegin til Holland.
Umvegis ein danskan um­boðs­mann kemur Súni í samband við Henk van Ginkel, sum er ein hollendskur umboðsmaður. Hann hevur millum annað kenda holl­endska miðverjan, Jaap Stam, á sínum lista. Tað endar við, at Súni Olsen verður boðin til royndar­venjing hjá FC Zwolle, sum spælir í næstbestu deildini.
Í Zwolle bíða tey spent til, at Súni Olsen úr Føroyum kemur fram. Tey gerast tó bilsin, tá ein bleikur norður­lendingur kemur fram.
– Tey vistu ikki, hvat Føroyar var og hvar tað var. Tey roknaðu tí við, at tað kom ein afrikanari til felagið. Tey hvukku, tá ein bleikur føroyingur kom gangandi, sigur Súni Olsen um løtuna, tá tey heils­aðu upp á nýggja leikaran í FC Zwolle.

Angri einki
Súni Olsen fellur væl til í FC Zwolle, sum sambært honum er so deiliga bygdasligt og ikki minst hugnaligt. Gøtumaðurin droymdi um »Total-Football«, sum er heitið á tekniska og framrættaða fótbóltsstílinum, sum hollendska landsliðið kom við í 70’inum. Men venjarin, Dwight Lodeweges, hevur ikki heilt somu áskoðan á fótbólt, sum Rinus Michels og Johan Cruyff, sum eru høvðus­leikararnir aftanfyri »Total-Football« hugtakið.
– Venjaranum dámdi væl, at leik­ar­arnir fóru í harðar taklingar. Hann gav eisini greið boð um, at tað skuldi venjast í skinnarum. Fekk tú skaða í skinnabeini og ikki hevði skinnarar á, so skuldi tú ikki spilla tíðina hjá fysioterapeutinum, greið­ur Súni Olsen frá.
Á vøllinum gongur væl hjá Súna. Hann skuldi upprunaliga royndar­venja í eina viku, men longu mið­skeiðis gjøgnum annan dagin verð­ur hann hálaður inn á kontórið hjá venj­aranum. Hann skal skriva undir ein tvey ára sáttmála.
Annað árið í felagnum gongur upp aftur betri. Liðið vinnur seg í oddin í næstbestu deildini og vinnur pláss í bestu deildini í Hollandi.
Men eftir kappingarlok velur Súni Olsen at koma aftur til Føroyar og GÍ, og fara á Handilsskúla. Ein avgerð hann ikki angrar.
– Eg minnist mína tíð í FC Zwolle sum nakað gott. Eg havi fingið nakr­ar fantastiskar upplivingar og vinir fyri lívið, sum eg framvegis havi samband við, sigur Súni greiður á málinum.
– Eg eri ikki ein, sum grætur yvir spilta mjólk, og eg angri ikki, at eg valdi at koma aftur til Føroyar, sigur miðvallarin víðari.
FC Zwolle spælir bara tað eina árið í Eredivisie og flytur niður aftur.
Tvey tey næstu árini eru ikki so nógv at reypa av. GÍ endar í 2002 á fimta plássi, meðan tað árið eftir blívur til eitt sjeynda pláss, men so kemur lív í frísparkssnillingin.
Í 2004 gongur framvegis illa hjá GÍ, men Súni hevur persónligt eitt avbera gott ár. Hóast GÍ endar á áttanda plássi, so verður Súni Olsen kosin til ársins leikara í føroyskum fótbólti.
Tíðindini komu heilt til Aalborg og summarið eftir er Súni Olsen AaB leikari.

Upp á toppin og niður kjallarin
Í tíðini í AaB toppaði Súni Olsen sum fótbóltsspælari, men hann rakti eisini botnin. Longu fyrsta dagin er venjingardystur á skránni í Svøríki, og Súni kemur væl frá upp­gávuni. Tað ger hann eisini fyrstu mánaðirnar í felagnum.
Súni Olsen livur dreymur. Hann er yrkis­leikari og kann liva av at spæla fótbólt. Alt sær gott út, tá gøtu­maðurin ein kaldan dag í novembur fer til venjing.
– Tað var ein løtt taktisk venjing, tí vit høvdu spælt dyst dagin fyri. Vit spældu eitt avleveringspæl, tá Casper Risgaard kemur til at sparka meg í vinstra skinnabein, greiður Súni Olsen frá.
Pínan er ikki so ring fyrstu løtuna, og tað gongur ikki upp fyri før­oyska landsliðsleikaranum, at skinna­beini er brotið.
– Liðfelagin, Thomas Augustin­ussen, koyrir meg á sjúkra­húsið, har tey staðfesta, at tað er eitt brot í skinnabeininum, sigur Súni.
Síðani tann dagin hava skaðar argað fótbóltsglaða gøtumannin.
– Eg plagi at deila mítt fótbóltslív upp í tvey. Áðrenn novembur 2005, og aftaná, sigur Súni.
Hann kempar leingi fyri at koma fyri seg, men á heysti 2006 gongur aftur galið. Til venjing verður hann skaddur í lærkrikanum. Tað er byrj­anin upp á eina sanna marru við óteljandi tímum einsamallur á kondi­súkklu og í venjingarhølinum í átta mánaðir.
– Tað var nakað lort. Sita á eini kondisúkklu og venja í ein­um venj­ingarhøli uttan vind­eygu, meðan hinir fóru út at venja. Eg var tann einasti, sum var langtíðarskaddur um hetta mundið, sigur Súni Olsen og leggur afturat, at hetta er ring­asta tíðin í fótbóltslívinum hjá hon­um.
– Eg skuldi gjørt tað við gleði, um eg fekk líka nógv í løn sum Robin van Persie, heldur hann skemtandi fyri.
Súni tók nógv upp á hesa tíðina og mátti fáa eyka venjingar fyri at halda forminum.
– Eg lærdi tó nógv um kroppin, meðan eg var skaddur. Lærdi at siga stopp, tá kroppurin boðar frá at okkurt er galið, greiður Súni Olsen frá.
Síðani fyrsta skaðan í skinna­bein­inum, so hava allir skaðarnir verið í vinstru síðu á kroppinum.
– Skaðarnir hava ikki beinleiðis samband við hvønn annan, men tað er okkurt, sum bendir á, at tað er ein samanhangur, tá allir eru í somu síðu, sigur Súni Olsen.
Tíðin í AaB endar í 2007, tá Súni skiftir til Vibrog, sum stríðist í niður­flytingarstríðnum. Tað endar við, at felagið flytur niður.

Heim til Føroyar
Til seinnu hálvu í 2008 kemur Súni Olsen heim til Føroyar at spæla. Hann hevur takkað nei til at halda fram í Viborg, tí hann vil spæla í Superliguni. Tá tað ikki eydnast, so sær hann ein møguleika í at spæla fyri B36, sum í UEFA Cup skal møta Brøndby IF.
Aftur gera skaðar um seg, og tað blívur bara til tríggjar dystir fyri árstalsfelagið. Súni verður skadd­ur í dystinum móti Brøndby á Brøndby leikvøllinum.
– Tað var aftur ein býttur skaði. Brøndby hevur horna, og ein stútar móti málinum, og eg royni at bjarga á strikuni. Meinhard Joensen tveit­ur seg og bjargar, men endar á fót­inum hjá mær, sum kemur í klemmu, greiður Súni Olsen frá.
Stutt seinni sigur B36 sáttmálan við Súna upp, tá hann endar á for­síðuni í føroyska milðaheiminum, tá hann kemur í rok í býnum.
– Eg gjørdi ein feil, og tað við­gangi eg, men B36 segði bara sátt­málan upp uttan at tosa við meg um tað. Eg mátti lesa tað á portalinum, sigur Súni Olsen, og sigur tað var lítið, ið bendi á, at hann nakrantíð aftur skuldi spæla í B36 tá.
Í 2009 og 2010 spælir Súni við Víkingi. Fyrsta árið vinnur nýggja felags­liðið steypakappingina og Súni spælir á fyrsta sinna eitt heilt kapp­ingarár síðani lagnudagin í novembur í 2005.
Árið eftir er miðvallarin í stór­form og skjýtur tíggju mál í 17 dyst­um, tá skaði aftur ger um seg. Leiðslan í Víkingi er afturhaldandi í samráðinginum til komandi ár.
– Eg var í samráðingum við Víking, HB og B36. Eg tosaði nógv við Mikkjal Thomassen, venjara hjá B36. Hann og leiðslan í felagnum vístu mær stórt álit, og tí endaði tað við, at eg aftur spældi í B36, sigur Súni Olsen.
Tað skuldi vísa seg at verða ein góð avgerð, tí við B36 vann hann sítt fyrsta FM heitið í bestu deildini í Føroyum í 2011.
Árið í fjør gekk ikki eins væl, men Súni Olsen var kosin til ársins leikara, so persónligt hevur tað verið á góðari leið.

Framtíðin
Súni Olsen hevur sáttmála við B36 fyri komandi ár, men tað er ongin loyna, at felagið er í fíggjarligum trupulleikum og fer ikki at megna at verða eins kappingarført og tey bæði farnu kappingarárini. Tað ávirkar ikki miðvallaran.
– Eg havi ikki hoyrt frá nevndini í felagnum, so eg rokni bara við, at eg haldi fram. Eg gangi í skúla í Havn og búgvi í Hoyvík, so tað liggur væl fyri at spæla her, sigur Súni Olsen.
Súni hevur saman við unnu­stuni, Beintu Langgaard, ein eitt ára gamlan son, sum eitur Rókur Súnason. Í næstum verður familju­talið økt upp í fýra.
– Eg spæli ikki uttan fyri land­oddarnar aftur. Eg eri 31 ára gamal og eri glaður fyri tey fimm árini eg havi roynt meg uttanlands, men nú eru raðfestingarnar øðrvísi. Eg skyldi familjuni at raðfesta tey hægst, sigur Súni Olsen.
Tað merkir tó ikki, at hann ætlar at trappa niður við fótbóltinum.
– Eg møti ikki langt áðrenn venj­ing longur og eri millum teir fyrstu avstað. Soleiðis plagdi tað ikki at verða, men tíðirnar broytast. Hóast raðfestingarnar eru broyttar nakað, so eri eg framvegis sinnaður at geva fult út fyri fótbólti. Eg haldi eg havi fleiri góð ár eftir, men eg havi altíð verið realistiskur við mínum dreymum og tað eri eg enn, sigur lands­liðsmiðvallarin.
Fyri einum góðum ári síðani spældi Súni Olsen ein branddyst móti Italia á Tórsvølli. Var hann eitt lítið sindur heppin, so javnaði hann í fyrra hálvleiki við dundurskoti, sum endaði á stongini. Seinastu tríggjar dystirnar móti Týsklandi, Svøríki og Írlandi hevur ein skaði argað, og tað bleiv bara til tvær innskiftingar móti Týsklandi og Svøríki. Er hetta ein leiklutur, sum Súni Olsen er nøgdur við.
– Ikki enn. Eg kenni framvegis á mær, at eg kann fylgja við á lands­liðnum, men kanska um nøk­ur ár, sigur Súni Olsen og saman­ber leiklutin við »kickarin« í ameri­kanskum fót­bólti, sum bara kemur inn at sparka bóltin og so út aftur.
Súni Olsen hevur framvegis lands­liðið langt frammi í hug­anum.

GÍ og bygdasligt
Súni Olsen lýsur seg sjálvan sum bygdasligan og tvøran. Hann var ikki blíður, tá hann hjálparleysur sat í Aalborg, tá hansara elskaða GÍ misti bæði litir og navn, og bleiv til Víking.
Hann vil ikki vita av smartphone og heldur seg til eina einfalda far­telefon. Hann hevur júst fingið sær Facebook. Nakað hann hevur noktað siðani Facebook rákið byrjaði.
Hann ásannar tó, at avgerðin at leggja GÍ og LÍF saman var ein góð loysn, hóast hann og vinmenninir frá GÍ tíðini sakna GÍ.
– Tá vit hugna okkum saman, so tosa við eisini um góðu gomlu dagarnar í GÍ, men kanska var gongdin í felagnum tann skeiva, tá feløg­ini vóru løgd saman. Tú sært eis­ini, at kommunurnar eisini hava lagt saman síðani tá. Felagið hev­ur eisini staðið seg væl síðani saman­leggingina, sigur Súni Olsen.
Kaffikannan er blivin køld, og prátið hevur vart í næstan tveir tímar. Súni Olsen er ikki komin á mál við sínum fótbóltsupplivingum og ætlar at halda fast í lands­liðs­sess­inum. Hann angrar ikki tær av­gerðir, hann hevur tikið, men fegn­ast heldur um tað, hann fekk burtur úr teimum avgerðinum hann tók. Greitt er tó, at Súni hevur uppgivið enn eitt útlandsævintýr.
Nú verður familjan raðfest hægst.