skúla. Vit vita, at Føroya Lærarafelag eisini hevur gingið á odda her fyri at tryggja lærarum betri arbeiðskor. Vit vita, at Lærarafelagið við síni bókadeild hevur gingið á odda fyri at útvega undirvís [...] uppaftur størri avbjóðingum. Merkir hetta, at tær gomlu uppgávurnar hjá læraranum eru farnar? Merkir hetta, at nærumhvørvið ongan týdning hevur longur. Merkir hetta, at tildømis gamlar lærugreinar, sum ítróttur [...] Høgni Hoydal, varaløgmaður, røðu. Stuttligt er kanska at nevna, at Høgni er abbasonur Karsten Hoydal. Høgni Hoydal byrjaði røðu sína við hugarensli, ið hann segði kom honum til hugs í sambandi við dagin; Kritdust
Gundadal, har uppgávan verður at fáa stig og kanska av tí sama forða nógv uppsetta HB í at vinna FM-heitið. Eirikur Joensen fekk gula kortið í dystinum móti VB, og tað merkir, at hann er leikbannaður til dystin [...] umfarið í landskappingini verður avgreitt seinnapartin í morgin, og hóast tað mest sum er avgjørt, at HB fer at vinna kappingina og nógvi spenningurin, sum ofta hevur verið undan teimum báðum síðstu umførunum [...] verður spælt av lívsins kreftum fyri at sleppa undan niðurflyting. ÍF uttan tann besta Fuglfirðingar eru framvegis rættuliga kroystir, og teir skulu ikki rokna við at fáa nakað fyri einki, tá teir fara til
teimum, sum ynsktu at spæla uppá Toda sum toppskjútta, pengarnar 5,5 ferðir aftur. Og tá vinningurin er so lágur, so merkir tað, at sannlíkið fyri, at hetta verður úrslitið, verður mett at vera stórt. Bo Hansen [...] bløðunum í Danmark, at Todi Jónsson er kanska eitt av mest uppløgdu boðunum um at enda sum toppskjútti í Danmark, tá landskappingin er liðug komandi summar. Tað verður undirstrikað av, at veddingarfeløgini [...] Klaksvíkin heldur 90 ára føðingardag í hesari vikuni. Vit hava einki hoyrt um, at teir fara at útnevna heiðursborgarar, og skuldu teir funnið uppá tað, so eru tað ivaleyst fleiri, sum kundu komið upp á
ikki sum, at hann fer at sleppa av við hetta í bræði. HB hevur fingið Hans Jørgen Djurhuus úr B71, og hann fer at spæla í morgin ? um spæliloyvið verður fingið uppá pláss. Í Vági skulu teir royna at venda [...] eydnaðist at fáa meiri enn málleysan javnleik móti ÍF. Nú fáa teir ein nýggjan møguleika. Tað kom illa við, at Christian Høgni Jacobsen breyt beinið síðsta leygardag, men í NSÍ hava teir nógv fólk at taka av [...] broytingum á liðnum seinni í summar. Á ólavsøku vóru onkrir av teimum, sum plagar at vera fastir menn, ikki á liðnum, og vit frætta, at Súni Fríði Johannesen neyvan verður við í Vági í morgin. Súni Fríði hevur
dystinum, at besta mansliðið hjá B36 hitaði upp kring vøllin innan fyri gyrðingina. Hetta eigur ikki at koma fyri, og dómarin eigur at steðga dystinum og biða menninar fara onkra aðrastaðni at hita upp [...] yvir at dylja, at tað vóru tær svørtu og hvítu í árstalsfelagnum, sum vístu tann størra stríðsviljan í dystinum sunnudagin, og tær vóru nógv ágrýtnari enn manningin hjá HB. Hinvegin kann sigast, at kvinnurnar [...] sum oftast gjørt, men ikki sunnudagin. Hinvegin kann sigast, at tað var rættuliga óneyðugt av monnunum hjá B36 at fara inn um gyrðingina at hita upp til dystin ímóti B68, tí teir kundu bara gjørt sum toftamenn
barnleys. Abbi fór aftur til Skúvoyar at búgva, men helt fram við at sigla úr Klaksvík, so hann kundi hava gott samband við dóttrina. Hetta var sera týdningarmikið, eisini tí at Símun doyði, tá mamma var 11 ár [...] við pápa sínum. At koma til og frá skipi var stór avbjóðing tá, bæði hjá teimum og teirra. At koma úr Skúvoy til Klaksvíkar tók í byrjanini hjá abba meira ein ein dag. Stundum hoyrdu vit, at hann á veg til [...] ordiliga til skips, og tað frættist, at okkurt skip fór til Íslands ella Grønlands og tók post við til teirra, ið vóru har, at mamma beinaveg settist við skrivimaskinuna at skriva bræv til pápan. Eisini vit
tóktist í løtum ófatuligt, at dómarin ikki hevði dirvi at revsa hesi. Serliga grov dømi um hetta vóru mongu fríspørkini, sum Mikkjal Thomassen slapp at gera, eftir at hann hevði fingið - sera bíligt - gult kort [...] Undan dystinum høvdu meistararnir úr B36 oddasessin at verja, samstundis sum HB fyri alt í verðini ikki hevði ráð at tapa. Og tað í sjálvum sær átti at lagt upp til ein undirhaldandi dyst, har girndin eftir [...] eftir sigrinum helst skuldi verið størri enn óttin fyri at tapa. Action eftir steðgin Fyrstu trý korterini var tó lítið at skriva heim um. Liðini bæði høvdu stóra virðing fyri hvørjum øðrum, og tí var ógvuliga
hildin í høllini í Trongisvági leygardagin 22. juli 2006 kl. 19.00. Tey, ið ynskja at gleða okkum við at koma, verða biðin um at siga frá áðrenn 10. juli á tlf. nr. 371637 og 284037. Mánadagin 31. juli hava [...] Dagurin verður hildin í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 18.00 sama dag. Tey, ið ynskja at gleða okkum við at koma, verða biðin um at siga frá áðrenn 20. juli á tlf. 456719 ella 227322. 1. august hava Ann og Poul [...] hildin í Bygdarhúsinum í Leirvík, leygardagin 5. august kl. 18.00. Tey, sum ynskja at gleða okkum við at koma, verða biðin um at siga frá áðrenn 22. juli á tlf. 444655. Brúdleyp Leygardagin 15. juli kl. 15.00
seinni til landnámið og skrivar, at okkara fyrstu landnámsmenn høvdu brúkt torv til brenni, áðrenn teir komu henda vegin. Og sambært høvundinum var tað heppið fyri teir, at her var nóg mikið av mógvi, tí [...] o.s.v. Tí hvør einasta frøði hevur sítt at siga um torv. Men hann hevur ikki bara lisið og kannað tað skrivaða orðið. Í innganginum greiðir hann sjálvur frá, at hansara fyrsta keldutilfar er sjálvsupplivingin [...] sum er liðugt nú eina fjórðingsøld seinni. Trý ár aftan á ritgerðina setti hann sær fyri at ferðast kring landið at hava samrøður við fólk um torvarbeiðið á staðnum, og í verkinum er sagt frá torvi í hvørjari
týðuligt at síggja, at støðið er alsamt hækkandi hjá okkara badmintonleikarum, bæði hjá ungdóminum og hjá teimum vaksnu. Hetta er ikki minnst okkara dugnaliga og ídna landsvenjara Tobias Effersøe fyri at takka [...] sum er meira álopskendur enn Tobias – royndi sítt ítasta at avgerða settið til sín fyrimun, eydnaðist honum ikki at bróta ígjøgnum, og hann mátti at enda lúta 21-19. Hetta var ein dyggur smeitur fyri unga [...] vísti seg eisini at seinna settið aldrin gjørdist eins spennandi og fyrra og Tobias vann at enda rímiliga trygt settið og harvið eisini dystin. Hjá kvinnunum fall lutakastið soleiðis, at Guri og Brynhild