Fyri nøkrum fáum árum síðani gav Petur Jacob Sigvardsen út fýra bøkur um heimbygdina við Gjógv. Í veruleikanum var talan um tvær bøkur í fýra bindum, og tilsamans vóru síðurnar 1285 í tali. Nú er hann liðugur við eitt annað verk, og eisini hesaferð er evnið siðsøguligt. Eftir drúgvar kanningar hevur hann latið prentsmiðjuni verkið "Torvið í Føroyum í søgu og siðsøgu".
Talan er um eitt stórverk. Síðurnar eru slakar 2100 í tali, og hetta sigst vera størsta bókaverk, sum nakar føroyskur høvundur hevur givið út eftir einum degi. Tær 2100 síðurnar eru býttar í 10 høvuðspartar, sum aftur eru býttir sundur í 93 kapitlar. Søguliga fer Petur Jacob aftur til fornaldarfólkini og seinni til landnámið og skrivar, at okkara fyrstu landnámsmenn høvdu brúkt torv til brenni, áðrenn teir komu henda vegin. Og sambært høvundinum var tað heppið fyri teir, at her var nóg mikið av mógvi, tí annars høvdu teir ikki kunnað lívbjargað sær her. Hetta var ikki bara fortreytin fyri livilíkindunum hjá landnámsmonnunum, men eisini hjá okkara forfedrum tey næstu 1000 árini. Tí, sum Petur Jacob skrivar einastaðni í innganginum: "Tá sannaði tú, at torvið átti lívið í Føroyinginum".
Fjórðingsøld
Í dag munnu tað vera mong, sum nóg illa vita, hvat torv er, og tíansheldur vita nakað um mógv, torvskurð ella torvheiðar. Onkur hissini krógvin er at síggja varðveitt sum fornminni, men kaga vit í verkið hjá Petur Jacobi, fáa vit eina sera greiða frásøgn frá hesum so týðandi partinum av tilveruni hjá farnum ættarliðum - okkara siðsøgu.
Frásøgnin er ikki bara greið og stór í vavi. Hon er eisini sera neyv og lýsir øll viðurskifti í sambandi við torv. Høvundurin hevur lisið og kannað alt hugsandi keldutilfar. Tað sæst í kelduávísingini, at hann hevur hugt væl eftir, hvat onnur hava skrivað um evnið, tað veri seg bøkur, ritgerðir og frágreiðingar um jarðfrøði, landafrøði, fornfrøði, fólkalívsfrøði, samfelagsfrøði, løgfrøði o.s.v. Tí hvør einasta frøði hevur sítt at siga um torv.
Men hann hevur ikki bara lisið og kannað tað skrivaða orðið. Í innganginum greiðir hann sjálvur frá, at hansara fyrsta keldutilfar er sjálvsupplivingin frá barna- og ungdómsárunum í heimbygdini. Í 1982 skrivaði hann eina ritgerð um torv til eina kapping hjá Fróðskaparsetrinum, og hetta var í veruleikanum byrjanin til verkið, sum er liðugt nú eina fjórðingsøld seinni. Trý ár aftan á ritgerðina setti hann sær fyri at ferðast kring landið at hava samrøður við fólk um torvarbeiðið á staðnum, og í verkinum er sagt frá torvi í hvørjari einastu bygd.
Granskari
Petur Jacob valdi læraraleiðina og var lærari í mong ár og arbeiddi seinni í skúlafyrisitingini. Kanska hevði hann valt fólkalívsfrøðina, hevði hann verið føddur nøkur ár seinni. Í øllum førum var áhugin har, soleiðis sum hann sjálvur skrivar í formælinum til verkið:
-Tað mundi vera rættiliga tíðliga í mínum lívi, at áhugin fyri tí, ið rópt verður fólkalívsfrøði, kom til sjóndar, tí longu í ungum árum setti eg mær fyri at sita undir og festa á blað mangt av tí, eg hoyrdi tey eldru sita og greiða okkum frá.
Vit kunnu bara fegnast um, at hann valdi fólkalívsfrøðina kortini, og nýggja stórverkið vísir, at hann er stak væl egnaður til hesa frøði. Tí Petur Jacob er nærlagdur og gløggur eygleiðari, og hann gevst ikki, fyrr enn hvør smálutur er lýstur so væl, sum tað nú eina ferð ber til. Hann er við øðrum orðum granskari. Tað prógvar tað nýggja verkið, tí tað er bara ein granskari, sum kann skriva samfullar 2100 síður um torv - eitt evni, sum tey flestu valla fáa at fylla eina síðu í dag. Og so er hvør einasta av øllum hesum síðunum viðkomandi fyri evnið.
Málið
Og so er tað málið. Petur Jacob dugir væl at skriva, annað var nú ikki væntandi, og hansara nýggja verk er í sjálvum sær eisini ein málfrøði. Eitt er, at hann brúkar sítt gamla bygdarmál, sum ger bøkur hansara lættar at lesa. Har er eisini okkurt forvitnisligt fyri tey, ið hava áhuga fyri málinum. Í verkinum er ein partur, ið ber heitið Torvorð, har høvundurin hevur savnað orð og máliskur, sum viðvíkja torvi og torvarbeiði, og fleiri av hesum orðum standa ikki í orðabókunum.
Men soleiðis eigur tað at vera, tá ið ein granskari arbeiðir.
_____________________________________________________________________
-Nei, hatta torvið er eisini skorið so mikið nær einari lítlari á, at tað man helst fara at hvítna, tá ið tað tornar. Eisini plagdi hann at strúka eitt sindur av mópottinum, koyra tað í munnin og fjasast eitt sindur við tunguni og siga: "Nei, hatta tjenar ikki".
(Úr: Torvið í Føroyum í søgu og siðsøgu)
Tá bygdin vaks, so mátti eisini haldast skil á torvheiðarættindum, so vanligt var, at torvheiðarættindini hoyrdu grúgvuni til. Tað vil siga, at tóku fremmand fólk fyrndarhús upp eftir fólk, sum deyð vóru, so fylgdu torvheiðarnir grúgvuni ella húsinum eftir.
(Úr: Torvið í Føroyum í søgu og siðsøgu)