Jákup og Todi fremstir í Danmark

Fótbóltur: Og veddingarfeløgini í Danmark rokna Toda millum bestu boðini uppá plássið ovast á máltindinum, tá kappingin er liðug komandi summar

Klaksvíkin heldur 90 ára føðingardag í hesari vikuni. Vit hava einki hoyrt um, at teir fara at útnevna heiðursborgarar, og skuldu teir funnið uppá tað, so eru tað ivaleyst fleiri, sum kundu komið upp á tal, tí tey hava gjørt seg galdandi á ymiskum økjum, t.d. innanfyri vinnuna og mentanina í víðum týdningi.

Í løtuni eru tað tveir klaksvíkingar, sum serliga gera býin kendan í ítróttaravrikum á hægsta støði. Teir eru Jákup Mikkelsen og Todi Jónsson. Nú er tað vorðið gerandiskostur, at teir báðir gera um seg í donskum fótbólti vikuskifti eftir vikuskifti.

Men í dag kunnu vit fyri fyrstu ferð staðfesta, at feløgini, sum Todi Jónsson og Jákup Mikkelsen spæla við í Danmark, eru fremst í superliguni. Hetta er skrivað undan síðsta dystinum í 2. umfari í nýggja kappingarárinum. Hann varð spældur í Brøndby í gjárkvøldið, har heimaliðið var stórfavorittur ímóti Aarhus Fremad. Um Brøndby vann, so komu teir eisini upp í oddin.

Men sunnukvøldið vóru FC Keypmannahavn og Herfølge einsamøll á odda í superliguni. Føroysku feløgini, um vit kunnu kalla tey soleiðis, hava fingið fult ? seks stig í part ? og næst teimum er Aab, sum hevur fýra stig.


Todi toppskjútti

Í FC Keypmannahavn hevur venjarin, Kent Karlsson, ferð eftir ferð sagt og í tí, hann tekur sær fyri, prógvað, at hann metir Toda Jónsson sum sín besta álopsspælara. »Tá Todi ikki er plágaður av skaðum telist hann millum bestu álopsspælararnar í superliguni«, hevur FCK venjarin áður sagt við Ítróttarsosialin.

Vit banka upp undir borðið, tá vit staðfesta, at tey bæði fyrstu umførini í superliguni hevur Todi ikki verið plágaður av skaðum, og tað er sjón fyri søgn, at svenski venjarin hjá FCK hevur vitað, hvat hann hevur tosað um.

Todi Jónsson er saman við trimum øðrum toppskjútti í superliguni. Í tveimum dystum hevur hann skorað trý mál.

Í síðstu viku staðfesti okkurt av bløðunum í Danmark, at Todi Jónsson er kanska eitt av mest uppløgdu boðunum um at enda sum toppskjútti í Danmark, tá landskappingin er liðug komandi summar. Tað verður undirstrikað av, at veddingarfeløgini í síðstu viku bara góvu teimum, sum ynsktu at spæla uppá Toda sum toppskjútta, pengarnar 5,5 ferðir aftur. Og tá vinningurin er so lágur, so merkir tað, at sannlíkið fyri, at hetta verður úrslitið, verður mett at vera stórt. Bo Hansen úr Brøndby verður mettur at vera eins sannlíkur toppskjútti sum Todi. Niðanfyri teir báðar er bara ein spælari ? Ebbe Sand úr Brøndby. Fyri at vedda hann sum toppskjútta, fáa veddararnir 3,8 í úrtøku, um tey raka rætt.


FCK mundi søplað

Bæði FCK og Todi Jónsson og Herfølge og Jákup Mikkelsen vunnu uttan stórvegis trupulleikar í vikuskiftinum. Og veddingarfeløgini í Danmark rokna Toda millum bestu boðini uppá plássið ovast á máltindinum, tá kappingin er liðugt komandi summarvegis trupulleikar í vikuskiftinum. Todi og liðfelagarnar spældu í Parkini ímóti uppflytarunum úr Viborg. FCK var á odda, tá 22 minuttir vóru farnir, og donsk bløð siga, at tað í staðin fyri 3-0 átti at staðið 7-0 eftir fyrsta tíman.

Todi Jónsson hevði tríggjar møguleikar, og hann fekk eitt mál. Tað var tá hann eftir 22 minuttir stútaði innlegg frá Bjarna Goldbæk í kassan. Eina ferðina sendi hann í stólpan, og eina ferð dygst við síðuna av málinum.

Tá tað manglaðu ellivu minuttir valdi venjarin at skifta Toda Jónsson út við Thomas Thorninger. Hetta mundi vera fyri at spara Toda, tí sambært donskum fjølmiðlum spældi hann væl og fær eitt fimm tal ? sama karakter sum tveir aðrir fáa. Hinir fingu allir lægri.

Men tað var um reppið, at sigurin glapp FCK av hendi. Viborg minkaði um munin, tá 77 og 85 minuttir, men teir komu ikki nærri.


Herfølge

bíðaði leingi

Á bygdarvøllinum í Herfølge, sum donsku fjølmiðlarnir plaga at kalla heimavøllin hjá Jákupi Mikkelsen, vóru 1.504 áskoðarar. Fyrra umfarið var sera tamt. Uppflytararnir úr B93 komu á odda, tá 2. hálvleikur var tríggjar minuttir gamal. Eitt hornaspark var stútað í málið, og so vaknaði heimaliðið, sum skoraði eftir 67, 78 og 86 minuttir.

Jákup Mikkelsen fær saman við tveimum liðfeløgum eitt fýra tal í karakter. Eingin annar fekk hægri enn tað.

Komandi vikuskifti hava fótbóltsáhugaðir føroyingar í Keypmannahavn møguleika at síggja tveir føroyingar í superliguni. Klokkan trý sunnudagin skulu Jákup Mikkelsen og Herfølge spæla í Parkini ímóti Toda Jónsson og FCK.

Hini úrslitini vóru AB-Aab 1-1, AGF-Lyngby 1-0 og Silkeborg-Vejle 3-1. Brøndby og Aarhus Fremad skuldu spæla í gjárkvøldið.

Í 1. deild vann Esbjerg 4-2 á heimavølli ímóti Køge. Okkum kunnugt var Jan Allan Müller ikki við. Hann venur framvegis við ísraelska liðnum, sum í løtuni er á venjingarlegu í Belgia. Har hevur hann verið síðani hósdagin. Mikudagin skuldi hann koma aftur til Danmarkar, og tá verður avgerð tikin, um fótbóltsframtíðin hjá honum verður í hitanum við Miðalhavið ella ikki.