Hitaðu upp til FM

Um vikuskiftið hevur Badmintonhøllin í Havn verið karmur um árligu opnu badmintonkappingina Tórshavn Open. Hendan kappingin er seinasta styrkisroyndin hjá leikarunum áðrenn sjálva FM-kappingina

Vit fingu eina sera góða kapping við badminton á høgum støði og við spennandi dystum og finalum í fleiri aldursbólkum. Tað er týðuligt at síggja, at støðið er alsamt hækkandi hjá okkara badmintonleikarum, bæði hjá ungdóminum og hjá teimum vaksnu. Hetta er ikki minnst okkara dugnaliga og ídna landsvenjara Tobias Effersøe fyri at takka. Hann hevur trúliga vitjað út til okkara limafeløg hvørja viku allan veturin, har hann hevur vant við leikarunum – ungum sum eldri – og deilt út av sínum stóra badmintonkunnleika.

U9 - leikarar undir 9 ár

Her sóu vit okkara yngstu leikarar gera sítt ítasta. Allir luttakarnir eiga rós uppiborið fyri teirra ídni og spæl. Stuttligt at síggja at áhugin hjá bæði børnum og ikki minst foreldrum er stórur í øllum aldursbólkum.


U11 leikarar undir 11 ár

Her var sum ikki einaferð ÍF einaráðandi í kappingini hjá dreinginum. Ótrúligt sum tey í Fuglafirði megna, at finna og uppala stórtalent uppá samliband. Hjá dreingjum í U11 fóru øll heiðursmerkini til Fuglafjørð. Út av 12 heiðursmerkjum hjá dreingjum í øllum ungdómsaldursbólkunum átti Fuglafjørður tey 8 – kanska uppá sítt pláss at Ólavur og hini kring dreingirnar fingu eitt eisini!

Hjá gentunum fór gullmerkið til Ásu úr MBF, stuttligt at tey úr Vágunum eisini blanda seg í toppinum. Ása vann á Kristinu úr HBF í einum spennandi 3 settara – tað verður spennandi at síggja hvør trekkjur longsta strái í FM.


U13 – leikarar undir 13 ár

Hjá dreingjunum var tað aftur Fuglafjørður sum fór avstað við gull- og silvurheiðursmerkjunum. Arnold vann á Pól Magnus í finaluni, meðan Páll ú HBF fekk bronsuna. Okkara bestu U13 dreingir eru sera evnaríkir og halda teir áfram við menningini kunnu teir skjótt bjóða okkara sterkastu av.

Helena úr HBF vann hjá gentunum meðan Svanna og Heidi úr Vestmanna fóru avstað við silvur- og bronsuheiðursmerkinum. Eins og Fuglafjørður hevur verið kent fyri framleiðslu av dreingjatalentum hevur Vestmanna eyðmerkt seg á sama hátt hjá gentunum. Her er Havnin tó eisini seinnu árini komin væl við.


U15 – leikarar undir 15 ár

Her fingu vit eina spennandi finalu millum Ari úr ÍF og Andrias úr HBF. Tað endaði við at Ari – sum eisini hevur vunnið Grand Prix kappingina við fullum stigatali – dró longsta strái. Tað var tó ikki uttan harða mótstøðu frá Andrias, sum hevur tikið seg ótrúliga nógv fram síðan han byrjaði at venja fyri bert 3. árum síðani. Fleiri av U15 leikarunum venja fast saman við teimum bestu vaksnu leikarunum og hetta sæst aftur á spælgóskuni.

Hjá getunum vann Rannvá úr HBF á Biritu úr VÍF. Rannvá hevur tikið seg nógv fram seinasta árið og er nokk eitt av okkara stórstu talentum á gentusíðini. Rannvá og Birita hava havt nakrar sera spennandi dystir í ár – hesuferð koppaði so til Rannvu'sa fyrimun. Súsanna og Lilja hava eisini gjørt seg galdandi í hesum aldursbólkinum, men seinastnevnda mátti tíanverri geva avboð vegna skaða.


Vaksin

Eftir fleiri góðar innleiðandi dystir var loksins klárt til finalurnar. Hjá monnunum stóð slagið enn einaferð millum Niclas og Tobias. Niclas vann í síni halvfinalu greitt á Rógva, meðan Tobias somuleiðis vann klárt á Hilmar. Niclas legði sera hart út fyrsta sett og fekk eina rímiliga trygga leiðslu. Hendan helt sær meginpartin av settinum, men Tobias, sum er ein sera dugnaligur leikari – bæði taktiskt og tekniskt – fekk spakuliga hálað inn á Niclas og skjótt stóð á jøvnum 19-19. Hóast Niclas – sum er meira álopskendur enn Tobias – royndi sítt ítasta at avgerða settið til sín fyrimun, eydnaðist honum ikki at bróta ígjøgnum, og hann mátti at enda lúta 21-19. Hetta var ein dyggur smeitur fyri unga Niclas, og so var langur vegur ímóti einum altíð tryggum Tobias. Tað vísti seg eisini at seinna settið aldrin gjørdist eins spennandi og fyrra og Tobias vann at enda rímiliga trygt settið og harvið eisini dystin.

Hjá kvinnunum fall lutakastið soleiðis, at Guri og Brynhild skuldu møtast í aðrari hálvfinaluni meðan Sofie og Óluva møttust í hinari. Sofie fekk ein lutfalsliga greiðan sigur, meðan dysturin millum Guri og Brynhild bleiv eins spennandi og harður, sum fleiri av undanfarnu dystunum teirra millum. Brynhild er sera álopskend í sínum spæli og hevur eina slagkraft sum næstan stendur monnunum kurl. Guri hinvegin er sera dugnalig teknisk har hon nágreiniliga kann leggja bóltin júst har hon ynskir og soleiðis fáa mótpartin út at renna. Tað vísti seg, at hesuferð var tað álopsspælið hjá Brynhild sum dró longsta stráði og hon megnaði at vinna á Guri í tveimum settum. Bæði settini vóru tó sera jøvn og Brynhild mátti brúka allar kreftir at syfta Guri.

Nú var klárt til finaluna millum Brynhild og Sofie. Her vísti tað seg skjótt, at Brynhild ikki megnaði at stýra dystinum á sama hátt sum í hálvfinaluni, og hóast gott spæl og langar duellir í báðum settum endaði dysturin við einum rættiliga greiðum 2-0 sigri til Sofie, sum harvið kann seta Tórshavn Open meistari á sítt visittkort.