30-40 ár ov seint, og í dag verða skúrarnir ikki brúktir til egning. Borgarstjórin leggur aftrat, at kantinan í egningarmiðstøðini kortini er komin væl við hjá monnum, sum hava brúkt hana sum undirhús. - [...] sum gongdin hevur verið í seinastuni, hevur verið ógvuliga trupult hjá fólki at finna hús til keyps ella til leigu. So, eg ivist onga løtu í, at her hevði ein ávísur tørvur víst seg, nú so nógv virksemi [...] kommunu, Sonna á Horni, hví hann heldur tað vera rætt at taka snotuligu egningarmiðstøðina niður til frama fyri ætlaðu byggingina av leiguíbúðum. - Næsta byggistig í ætlaðu verkætlanini hjá Bústøðum,
er tað endað 1-1, og í báðum førum hevur TB javnað í evstu løtu – KÍ sjálvmál til 1-1 í 86. minutti, og Patrik Johannesen til 1-1 ímóti ÍF í 91. minutti. Umframt í báðum heimadystunum er tað seinastu ferðirnar [...] loyvunum. Nú eru tey loksins komin, og framrættaði 26 ára gamli spælarin av ganesiskum uppruna verður í dag fyri fyrstu ferð á TB liðnum. Síðani kappingin í 2005 varð víðkað til 27 umfør, er NSÍ seks ferðir [...] reytt í steypafinaluni kemur illa við. Umframt at hann hevur skorað níggju mál, hevur hann lagt upp til nógv av teimum 21 málunum, sum Klæmint A. Olsen hevur skorað. Í málleysa javnleikinum ímóti HB sunnudagin
nátin eisini minkaður í tali seinnu árini. Nógv hevur verið til av náta, og tí er kanska ikki so lætt at leggja til merkis, at minni er til av fugli. Minkingin sæst kanska best á plássum, har ræning av [...] ávikavist 230 og 280 nátungar, og tað er góður fongur so tíðliga í vertíðini. Okkurt ár er nátungin komin á sjógvin longu um 23. august, og okkurt annað ár kanst tú koma aftur sum av torvheiðum so seint sum [...] menn, sum eru við í ræning í seinnu hálvu av mai, eru teir á einum máli um, at væl minni hevur verið til av náta seinnu árini.
aðrar flokkar – og úr teimum aftur- heldur hann, at nú er stundin komin til at endurskoða okkara valskipan. - Vit eiga at taka støðu til spurningin um vit framhaldandi skulu vera eitt valdømi, ella ikki [...] sleppa ikki. Hetta er ikki sunt, tí tað sær út til, at hetta endar í tí bera anarki, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. - Eg sigi ikki, at vit skulu bakka aftur til fleiri valdømi, men vit eiga at endurskoða
Sørensen, ið eru farnir til ávíkavist Skála og B36 at spæla fótbólt restina av hesum kappingarárinum, og so Jens Michael Jensen, ið er farin av landinum í lestrarørindum. Ongin er komin afturat, og tí er hópurin [...] hálvuni, ið taka ímóti liðum úr ovaru hálvuni. Á Skála tekur EB/Streymur ímóti KÍ. Ja, á Skála. Orsøkin til, at EB/Streymur fyribils hevur skift heimavøll er, at graslíkið á vøllinum við Margáir verður skift [...] tøkur, men felagið sleppur ikki at spæla har orsakað av, at umstøðurnar kring vøllin ikki lúka krøvini til at spæla dyst í Effodeildini. Undan dystinum er EB/Streymur nummar 10 og á aftasta plássi við seks
skrivast samanleggingini til. Soleiðis, sum viðhefta mynd hjá Jógvani Thomsen vísir, liggja bátarnir við frálíku brúgvarnar, tó at vit eru komin væl út í desember, og veturin stundar til. Í sínari tíð, tá nevndu [...] Oyggjarmúla, Perlu, Kálaberg, Eystfelli og Hólmasund, tó ikki allar um somu tíð. Tá árstíðin var til tað, og líkindini lagaðu seg væl, var eisini smábátaútróður. Fitt av fiski kundi koma upp á land, og [...] at fysisku karmarnir í Nólsoy eru nógv betraðir seinnu árini - uttan, at vit her skulu taka støðu til, um tað hevur verið fyrimunur ella vansi, at samanleggingin við Tórshavnar kommunu varð framd. Ivaleyst
avgerð má takast, um økið skal brúkast til undirhald og fyrisiting ella um talan framhaldandi skal vera um ein tænastudepil fyri sjóvinnuna. Vinnan í økinum mælir sjálv til, at einki virksemi verður lagt á Vestara [...] Nógv boð hava verið um hvat tómu bygningarnar í Vestara bryggju skulu brúkast til, og seinasta í røðini kom fyri nøkrum vikum síðani, tá Tórshavnar kommunu á tíðindafundi kunngjørdi eina verkætlan um eitt [...] vinnulívinum í økinum, ið hava gjørt sínar egnu tankar um hvat Bacalao og aðrir bygningar skulu brúkast til. Á tíðindafundi legði Richard Martin Mortensen fram hugsanirnar hjá teimum fyritøkunum, ið hava sítt
Nú gleða vit okkum bara til ein góðan dyst. Uni Arge, formaður í Kyndli, sigur: – Vit hava havt ein sera góðan fund í dag, har Kyndil, VB og HSF í besta sóma hava tosað seg til rættis, so málið kundi fáa [...] Hondbóltssambandinum, stendur at lesa: Starvsnevndin hjá HSF og umboð fyri VB og Kyndil eru í kvøld komin ásamt um at loysa knútin, sum var íkomin í sambandi við dystarleggingina í steypakappingini hjá kvinnunum [...] er beinanvegin farin undir at endurskoða kappingarleistin fyri hálvfinalurnar í steypakappingini til næsta ár, so ein tílík støða ikki endurtekur seg. Kristian Johansen, formaður í HSF, sigur: – HSF tekur
Klaksvíkingar hava leitað sær heilt til Hollywood eftir íblástri til eitt heilt serligt tiltak, sum nú er sett á skinnarar í høvuðstaðnum í Norðoyggjum. Í Hollywood hava tey eitt pláss, sum er kent um [...] í Klaksvíkar Kommunu, sigur, at enn er Gitin Gongd Norðoya, sum tey eisini kalla tað, ongan veg komin enn, men at tey eru farin at arbeiða so spakiliga við tí. Tí er eingin tikin um, hvar hendan gitna [...] um tað bara skal vera fyri tey, ið farin eru, sigur hann. Hann sigur, at støða er heldur ikki tikin til, hvør skal fáa ein minnisvarða yvir seg í hesi gitnu gongdini, skulu tað verða politikarar, vinnulívsfólk
talið av børnum í Føroyum við ongum holum er vaksandi. Enn eru vit tó ikki komin á mál og framvegis er neyðugt við ábøtum til frama fyri tannheilsuna hjá føroyskum børnum. Tað vísir nýggj frágreiðing frá [...] Karsten Hansen, um at víðka skipaðu barnatannrøktina til eisini at fevna um tey 16 og 17 ára gomlu. Tað merkir at frá 1. januar 2015 er tilboðið um tannrøkt til børn á sama støði sum í okkara grannatjóðum. Tað [...] tenn. Somuleiðis eru stór framstig at síggja hjá hinum aldursbólkunum, sum skrásetingin fevnir um. Til dømis høvdu bert 4 prosent av teimum 15 ára gomlu frískar tenn í 1991, meðan talið nú er 34 prosent