Nógv boð hava verið um hvat tómu bygningarnar í Vestara bryggju skulu brúkast til, og seinasta í røðini kom fyri nøkrum vikum síðani, tá Tórshavnar kommunu á tíðindafundi kunngjørdi eina verkætlan um eitt stuttleikaøki, ið Smyril Line hevði latið gjørt.
Í dag kom so svarið frá vinnulívinum í økinum, ið hava gjørt sínar egnu tankar um hvat Bacalao og aðrir bygningar skulu brúkast til.
Á tíðindafundi legði Richard Martin Mortensen fram hugsanirnar hjá teimum fyritøkunum, ið hava sítt virksemi á Vestara Bryggju.
- Økið liggur ikki steindeytt sum onkur sigur. Tað er altíð rokan á bryggjuni, sló Richard Martin Mortensen fast á fundinum.
Richard Martin Mortensen greiddi frá, at í løtuni, so er virksemið á Vestara bryggju eyðkent av, at talan er um ein tænastudepil fyri skip.
444 skip løgdu at bryggju í 2015, og góvu fyritøkurnar í økinum ein umsetning á umleið 7-800 milliónir krónur. Mett verður eisini at 2-300 fólk starvast á Vestaru Bryggju, harav 50 nýggj arbeiðspláss eru komin síðstu fimm árini. Eitt tekin, sambært Richard Martin Mortensen, at økið er í menning.
Tað nógva virksemi í økinum ger, at verandi vinnulív metir ikki, at tær ætlanir, ið hava verið frammi, sampakka við tað virksemi, ið longu eru í økinum.
Tí metir vinnan, at ein avgerð má takast, um økið skal brúkast til undirhald og fyrisiting ella um talan framhaldandi skal vera um ein tænastudepil fyri sjóvinnuna.
Vinnan í økinum mælir sjálv til, at einki virksemi verður lagt á Vestara Bryggju, ið ikki sampakkar við virksemi, ið longu er í økinum, men at framtíðar virksemi heldur verið slíkt, ið er tengt at sjóvinnuni.
- Vinnan ynskir at menna økið. Møguleikar eru í bæði Sjóvinnuhúsinum og í Bacalao bygninginum. Menningin eigur at verða tengd at sjóvinnuni og tænastum í hesum sambandi. Um vinnan fær møguleikan kunnu hugskot sannlíkt sting seg upp, varð upplýst á fundinum.
Millum tær fyritøkurnar, ið eru á Vestara Bryggju í dag eru Barðið, Vónin, MEST, MAGN, Enniberg, EFFO og Gulin.









