Nátungin longu komin á sjógvin

Hóast tað bert er 27. august í dag, hava menn longu fingið væl av náta á sjónum.

Líradagur var í gjár, 26. august. Tá plagdu menn, har skrápur reiðrast, og siður er at taka líra, at fara við króki í urðagróti ella bakka. Skrápur reiðrast í djúpum holum, og tí noyddust menn at brúka krók fyri at fáa fatur á líra á líradegnum.

 

Enn er ov tíðliga at taka líra við lykt á kvøldi ella á nátt, tí fuglurin kemur neyvan út úr holuni í myrkrinum fyrr enn um einar 10-14 dagar ella so. Á plássum, har skrápur reiðrast, og menn plaga at taka líra við lykt, siga teir, at besta tíðin vanliga er um miðjan september.

 

Men, eins og við øðrum sjófugli, kann vera eitt sindur ymiskt, nær fuglurin verpur, og hvussu skjótt pisan búnast og verður floygd.

 

Nátaungi fer gjarna einar 10-14 dagar fyrr á sjógvin enn líri, og longu nú - bæði í gjár og í dag - er frætt frá monnum, sum hava fingið væl av nátaunga á sjónum. Eitt nú verður sagt, at tveir bátar úr Fuglafirði tann eina dagin fingu ávikavist 230 og 280 nátungar, og tað er góður fongur so tíðliga í vertíðini.

 

Okkurt ár er nátungin komin á sjógvin longu um 23. august, og okkurt annað ár kanst tú koma aftur sum av torvheiðum so seint sum 26. august. So, eitt sindur ymiskt kann vera - ár undan ári - nær nátungin flýgur av rókini og út á sjógv.

 

Eins og flestu onnur sjófuglasløg, er nátin eisini minkaður í tali seinnu árini. Nógv hevur verið til av náta, og tí er kanska ikki so lætt at leggja til merkis, at minni er til av fugli.

 

Minkingin sæst kanska best á plássum, har ræning av nátaeggum enn er ein partur av mentanini. Spyrt tú menn, sum eru við í ræning í seinnu hálvu av mai, eru teir á einum máli um, at væl minni hevur verið til av náta seinnu árini.