TB skal reisa seg eftir sjey rakar dystir

26 ára gamli framrættaði Kofi Appiah verður í dag fyri fyrstu ferð á TB liðnum

Fyri viku síðani vísti TB framúr hugburð í Gundadali ímóti B36, sum at enda vann 2-1 og harvið tryggjaði sær FM heitið. Í sjey umførum á rað er TB farið av vøllinum, uttan at tað er eydnast at vinna fulla úrtøku.

Tað er merkisvert, at TB av sjey teimum seinastu ferðunum bara hevur spælt tvær ferðir á heimavølli. Í báðum førum er tað endað 1-1, og í báðum førum hevur TB javnað í evstu løtu – KÍ sjálvmál til 1-1 í 86. minutti, og Patrik Johannesen til 1-1 ímóti ÍF í 91. minutti.

Umframt í báðum heimadystunum er tað seinastu ferðirnar endað við tveimum javnleikum á útivølli. Síðsti TB sigurin var á heimavølli 27. juni, tá ið tað á jóansøku endaði við 3-2 sigri á EB/Streymi.

Martin Tausen er leikbannaður. Kofi Appiah hevur í fleiri vikur vant saman við hinum við Stórá. Bíðað hevur verið eftir formligu loyvunum. Nú eru tey loksins komin, og framrættaði 26 ára gamli spælarin av ganesiskum uppruna verður í dag fyri fyrstu ferð á TB liðnum.

 

Síðani kappingin í 2005 varð víðkað til 27 umfør, er NSÍ seks ferðir endað á fjórða plássi. Umframt FM heitið í 2007 er besta endastøðan bronsuplássið í 2010. Tað er longu greitt, at NSÍ í hvussu so er fer at vinna bronsu í ár. NSÍ er á øðrum plássi – trý stig og betri málmun frammanfyri Víking – og úrslitið við Stórá í dag hevur stóran týdning fyri endastøðuna.

At Árni Frederiksberg sá reytt í steypafinaluni kemur illa við. Umframt at hann hevur skorað níggju mál, hevur hann lagt upp til nógv av teimum 21 málunum, sum Klæmint A. Olsen hevur skorað. Í málleysa javnleikinum ímóti HB sunnudagin var saknur í Árna, sum eisini er leikbannaður í dag. Andras Frederiksberg er langtíðarskaddur. 

TB: NSÍ (h), EB/Streymur (ú) og Víkingur (h).

NSÍ: TB (ú), KÍ (h) og AB (ú).