Í kvøld er greitt, at seinna hálvlfinalan millum VB og Kyndil verður leikt í Vági hóskvøldið klokkan 20:00.
Í fráboðan frá Hondbóltssambandinum, stendur at lesa:
Starvsnevndin hjá HSF og umboð fyri VB og Kyndil eru í kvøld komin ásamt um at loysa knútin, sum var íkomin í sambandi við dystarleggingina í steypakappingini hjá kvinnunum.
Á fundi í kvøld eru partarnir komnir ásamt um, at seinna hálvfinalan millum VB og Kyndil verður hóskvøldið 29. januar í Vági kl. 20.00.
Hálvfinalurnar hjá monnum og kvinnum verða sostatt spældar soleiðis:
Mikukvøldið 28. jan.:
Kl. 20.00 VÍF – Kyndil menn
Kl. 20.00 H71 – Neistin menn
Hóskvøldið 29. Jan.:
Kl. 19.30 VÍF – Neistin kvinnur
Kl. 20.00 VB – Kyndil kvinnur
Starvsnevndin hjá HSF ásannar, at dystarleggingin av øllum hálvfinalunum hevur verið óheppin, tí m.a. liðini hjá Kyndli skuldu spæla á hvør sínum stað samstundis.
Avgerðin at leggja dystirnar á hendan hátt setti VB í eina óhepnu støðu, har felagið gjørdist partur av einum stríðsmáli, sum tað ongan lut átti í.
Starvsnevndin er beinanvegin farin undir at endurskoða kappingarleistin fyri hálvfinalurnar í steypakappingini til næsta ár, so ein tílík støða ikki endurtekur seg.
Kristian Johansen, formaður í HSF, sigur:
– HSF tekur fulla ábyrgd av, at hendan støðan kom í, tí dystirnir áttu at verið lagdir betur. Vit takka VB og Kyndli fyri í sátt og semju at hava loyst hendan knútin hondbóltinum at frama.
Vigdis Nolsøe, forkvinna í VB, sigur:
– Vit í VB eru sera fegin um, at ein loysn er funnin á málinum, og at vit øll nú kunnu savna okkum um hondbóltin, sum vit elska so nógv. Nú gleða vit okkum bara til ein góðan dyst.
Uni Arge, formaður í Kyndli, sigur:
– Vit hava havt ein sera góðan fund í dag, har Kyndil, VB og HSF í besta sóma hava tosað seg til rættis, so málið kundi fáa ein enda. Vit hyggja nú frameftir í besta ítróttaanda og gleða okkum til dystin.