estetikk í framtíðini, at hesin fer at taka seg fram, og at postmodernisman og hennara fragmenteraða lyndi vil víkja. Høvundurin stendur somuleiðis mótsett mongum øðrum uppá, at outsidarin ikki er ein [...] dag. Nú letur Kim Simonsen yrkingasavnið Kodakmyndir frá sjeytiárunum frá sær, har hann roynir at vísa, at tað finst onnur yrking enn tann postmoderna, sum hann sigur t.d. Tórodd Poulsen umboða. Kim Simonsen [...] og fremmandagerðin av tí einstaka. Projektið er modernað, men eisini poetologiskt, soleiðis at tað vónar at skapa ein møguleika fyri sentrallyrikki í Føroyum.
hon tosaði um, hvussu týdningarmikið tað er at mamman er rólig, tá hon fer á skaðastovuna við børnunum, sigur Bjørghild. Hanne Lise vísti í sínum fyrilestri á, at í nógvum førum eru tey vaksin nógv meira [...] kom fram í fyrilestrinum, at í nógvum førum venda tey vaksnu sær til skaðastovuna óneyðugt. Skaðar, sum tey væl kundu viðgjørt heima, fara tey til skaðastovuna við bara fyri at vera vís. ? Hetta er kanska [...] stórbýarfenomen. Eg trúgvi ikki, at bygdakonur høvdu farið á skaðastovuna við teimum skaðum, sum vórðu nevndir her í kvøld, sigur Bjørghild. Samanumtikið heldur hon tó, at fyrilesturin var góður og viðkomandi
eftirlitið við Suðurirak, hava róst sær av friðinum, og teir hava havt hug at leggja amerikanarar undir at fara ov harðliga fram og at eggja til ófrið. Men gjáramorgunin var friðurin í Basra úti. Klokkan hálvgum [...] skúla, tá ein av bumbunum rakti skúlabussin. Bretsku hermenninir, sum royndu at koma teimum særdu til hjálpar, fingu at kenna, at teir eru ikki so væl lýddir kortini. Fólk tveittu grót eftir hermonnunum og [...] frættist, at ein bumba var brostin uttan fyri ein løgregluskúla í býnum Zubair sunnan fyri basra. Trý fólk doyðu, og fleiri fingu skaða, teirra millum tveir bretskir hermenn. Eygleiðarar siga, at støðan hevur
krav, um úrslitið verður, at húsini verða friðað. Hann ætlar sær fyrst at tosa við sakførara fyri at fáa greiðu á, hvar hann stendur í málinum. [...] hevur málið tikið langa tíð, og við avgerðini hjá landsantikvarinum um at taka tað upp sum eitt friðingarmál, eru útlitini fyri at koma í gongd skotin longur út í framtíðina. So hóast hann hevur sett seg [...] landsstýrismannin um at friða húsini framvegis ikki skrivað, og í síðsta enda er tað landsstýrismaðurin, ið skal taka avgerðina. Petur Olsen sigur seg ikki hava kannað møguleikan fyri at reisa endurgjaldskrav
Johan Nielsen tó gjørt av, at rumenin skuldi sita á beinkinum, og at Bogi skuldi fáa møguleikan. Og Bogi tók av. Tá ið fimm minuttir vóru farnir, hevði hann skorað tvey mál. At hava skorað tvær ferðir eftir [...] venjarin einsamallur av. Sjálvandi vónar tú altíð at vera inni beinanvegin, og eg haldi, at tað gekk hampuliga væl, tá ið eg fekk møguleikan. Eg hevði møguleikar at gera fleiri mál, men tíbetur fingu vit kortini [...] og viðspælararnir syrgdu fyri góðum uppleggum. Í tí fyrra førinum skuldi eg bara seta fótin á, eftir at Jónhard Frederiksberg hevði lagt innfyri, og bólturin umvegis eitt ÍF bein kom til mín. Í seinna førinum
prinsur kundi gifta seg aftur. Diana segði mær, at ein ólukka fór at henda henni, annaðhvørt tá hon var í einari tyrlu ella einum bili. Kongshúsið góðtók ikki, at hon og sonur mín vóru væl, og hóttanirnar gjørdust [...] i var tíggju mánaðir undan vanlukkuni í París, tá Diana og Dodi al-Fayed doyðu. At Diana hevði varhugan av, hvat fór at henda sær, sæst eisini í einari bók, sum fyrrverandi tænari hennara, Paul Burrel [...] bókini er eitt bræv, sum Diana skrivaði tænaranum. "Tey ætla at gera okkurt við bilin hjá mær, kanska bremsurnar, so tey kunnu rudda slóð fyri, at Charles kann gifta seg aftur", skrivar Diana í brævinum, sum
um at ansa eftir sær sjálvum. - Fáa vit ein skaða, so gongur tað nokk, men verða tveir leikarar skaddir, so hava vit eina kreppu, sigur Markussen, sum tó vónar, at tað fer at bera til hjá liðnum at enda [...] hevur vakt ans, at leiðslan í felagnum hevur gjørt av, at bert níggju leikarar vera í ferðalagnum. Henda avgerð er tikin av fíggjarligum ávum, tí leiðslan í felanum metir seg ikki hava ráð at senda allan hópin [...] letlendskum, einum svenskum og einum ungverskum liði, og har man tað vera so sum so við vónunum um at koma víðari. Ikki minst tí Holte undan hesum kappingarárinum hevur mist hópin av fólki. Sum sagt, so
upsi. Ragnar Olsen sigur, at umleið helmingurin av veiðini verður seld føroyskum virkjum, meðan hin helmingurin fer at landinum. Frægari upsaprísur Spurdur um prísin, sigur hann, at upsaprísurin í dag liggur [...] heyst. Áður hevur Ragnar sagt, at tað stóð upp og niður hjá nýggju Beta-trolarunum fyrra hálvár í ár, men hann ásannar, at gongdin versnaði í juli og august. - Tað er ein bati, at prísirnir eru kvinkaðir uppeftir [...] uppeftir aftur, men tað skal nógv til, áðrenn vit kunnu siga, at tað hevur gingið hampiligt í ár. Garantieftirlit Ætlandi skuldu nýggju skipini til garantieftirlit síðst í hesum árinum, men eftirlitið er
rumbul millum politikarar, at Sjónvarp Føroya roynir at krevja inn sjónvarpsgjald frá børnum yvir 18 ár, sum búgva heima. Tað tykist vera í andsøgn við lógina, sum sigur, at bert eitt sjónvarpsgjald kann [...] landsstýriskvinnan við mentamálum, Annita á Fríðriksmørk, farin inn í málið, og úrslitið er, at SvF ikki sleppur at krevja hyggjaragjald frá børnum yvir 18 ár næsta ár. Landsstýriskvinnan tók beinanvegin, [...] fund við leiðsluna í SvF. Niðurstøðan var, at lýsingin av hugtakinum húski var ikki nóg neyv í kunngerðini, og tí hevur Annita á Fríðriksmørk tikið avgerð um, at hon skal gerast av nýggjum, so hon verður
er spildurnýtt felag, men hóast hetta, og hóast at talan er um tvey feløg, sum eru løgd saman, so heldur Juanna sjálv, at tað hevur gingið framúr væl at samkoyra hetta. Besta liðið, har Juanna hevur fingið [...] sostatt við, nú liðini eftir nýggjár fara at stríðast um DM-gullið. Næstbesta liðið endaði á einum triðja plássi í 1. deild, og tað úrslitið er sum so nóg gott tl at spæla um pláss í bestu deildini næsta ár [...] ár. Trupulleikin her er so bara tann, at tá felagið longu eigur lið í bestu deildini, so letur hetta seg ikki gera. Annars sigur Juanna, at tær eru einar 20 leikarar í hópinum. Venjing er fast á skránni