Vaksin børn sleppa undan sjónvarpsgjaldi

Eitt húski skal lýsast neyvari, og SvF sleppur ikki at krevja hyggjaragjald fyri heimabúgvandi børn yvir 18 ár. Tað er úrslitið av rumblinum, sum hevur tikið seg upp um innkrevjingarátakið hjá Sjónvarpi Føroya

Tað hevur skapt øsing millum fólk og rumbul millum politikarar, at Sjónvarp Føroya roynir at krevja inn sjónvarpsgjald frá børnum yvir 18 ár, sum búgva heima. Tað tykist vera í andsøgn við lógina, sum sigur, at bert eitt sjónvarpsgjald kann krevjast frá hvørjum húski.
Nú er landsstýriskvinnan við mentamálum, Annita á Fríðriksmørk, farin inn í málið, og úrslitið er, at SvF ikki sleppur at krevja hyggjaragjald frá børnum yvir 18 ár næsta ár.
Landsstýriskvinnan tók beinanvegin, eftir hon varð gjørd varug við málið, stig til fund við leiðsluna í SvF. Niðurstøðan var, at lýsingin av hugtakinum húski var ikki nóg neyv í kunngerðini, og tí hevur Annita á Fríðriksmørk tikið avgerð um, at hon skal gerast av nýggjum, so hon verður greiðari. Broytingin fær gildi frá nýggjárinum, og tá skal so eingin ivi vera um, hvør hoyrir til eitt húski.
Í gjár greiddi Sosialurin frá einum dømi, har eitt húski kundi koma at gjalda trý sjónvarpsgjald, um SvF fekk sín vilja. Eitt fyri hjúnini, eitt fyri 18 ára gamla sonin, sum hevði sjónvarp á kamarinum, og eitt fyri 85 ára gomlu ommuna, sum eisini hevði sjónvarp hjá sær.
Sum skilst kemur tann støðan ikki fyri, tá nýggja kunngerðin er lýst.