Skert Tromsø lið til Europa Cup

Felagið hjá Rúna Weihe hevur bert ráð at lata níggju leikarar fara við í ferðalagnum til Top Teams Cup kappingina í Finnlandi

Flogbóltur

Hetta vikuskiftið skulu Bárður B. Mikkelsen og Rúni Weihe royna seg í Europa Cup kappingini í flogbólti fyri ávíkavist Holte og Tromsø, har teir báðir leika.
Tromsø, sum er liðið hjá Rúna, skal royna seg ímóti liðum úr Finnlandi, Írlandi og Moldava, og verða dystirnir leiktir í Finnlandi. Sum so eru vónirnar hjá felagnum góðar, men tað hevur vakt ans, at leiðslan í felagnum hevur gjørt av, at bert níggju leikarar vera í ferðalagnum. Henda avgerð er tikin av fíggjarligum ávum, tí leiðslan í felanum metir seg ikki hava ráð at senda allan hópin yvir. Samstundis hevur formaðurin í felagnum, Harald Markussen, heitt á leikararnar um at ansa eftir sær sjálvum.
- Fáa vit ein skaða, so gongur tað nokk, men verða tveir leikarar skaddir, so hava vit eina kreppu, sigur Markussen, sum tó vónar, at tað fer at bera til hjá liðnum at enda á øðrum av teimum báðum fremstu sessunum.
Holta skal í Letlandi royna seg móti einum letlendskum, einum svenskum og einum ungverskum liði, og har man tað vera so sum so við vónunum um at koma víðari. Ikki minst tí Holte undan hesum kappingarárinum hevur mist hópin av fólki.
Sum sagt, so verða dystirnir í Top Teams kappingini leiktir um vikuskiftið.