Bjørghild Djurhuus, heilsufrøðingur, helt fyrilesturin hjá Hanne Lise vera sera áhugaverdan, og eisini helt hon boðskapin vera góðan.
? Serliga hetta tá hon tosaði um, hvussu týdningarmikið tað er at mamman er rólig, tá hon fer á skaðastovuna við børnunum, sigur Bjørghild.
Hanne Lise vísti í sínum fyrilestri á, at í nógvum førum eru tey vaksin nógv meira uppøst enn børnini sjálvi, tá tey koma á skaðastovuna, og tað er alt annað enn gott fyri barnið.
Eisini kom fram í fyrilestrinum, at í nógvum førum venda tey vaksnu sær til skaðastovuna óneyðugt. Skaðar, sum tey væl kundu viðgjørt heima, fara tey til skaðastovuna við bara fyri at vera vís.
? Hetta er kanska ikki ordliga tað, sum vit kenna í dag í Føroyum. Hatta er nokk eitt stórbýarfenomen. Eg trúgvi ikki, at bygdakonur høvdu farið á skaðastovuna við teimum skaðum, sum vórðu nevndir her í kvøld, sigur Bjørghild.
Samanumtikið heldur hon tó, at fyrilesturin var góður og viðkomandi. Áhoyrararnir vóru eini 50 í tali, bara kvinnur.
Bjørghild heldur Kalla vera eitt sera gott hugskot, sum lættliga kundi verðið ført yvir í føroyskt og verðið nýtt her.
? Um áhugi var fyri at gera tilfarið føroyskt, so haldi eg so avgjørt, at tað hevði verið nýtiligt í Føroyum, sigur Bjørghild Djurhuus, heilsufrøðingur.