- Áðrenn eg keypti húsini, so kannaði eg, um nakar klausulur var á, um húsini vóru friðað og hvat byggisamtyktin fyri økið loyvir. Síðan keypti eg húsini einans við tí fyri eyga at byggja ein annan bygning har í staðin.
Tað sigur Petur Olsen, ið eigur Degnshús. Hann er bilsin av gongdini í málinum, tí eftir hansara tykki skuldi bara verið talan um ein avgreiðsluspurning. Longu nú hevur málið tikið langa tíð, og við avgerðini hjá landsantikvarinum um at taka tað upp sum eitt friðingarmál, eru útlitini fyri at koma í gongd skotin longur út í framtíðina.
So hóast hann hevur sett seg væl inn í viðurskiftini, so metir hann seg í dag hava keypt undir sera skeivum fortreytum.
Petur Olsen spyr, hvat hann skal nýta húsini til, um tey verða friðað, og svarar sjálvur. Einki.
Hann hevur tó ikki mist vónina enn, tí hóast gongdin fyri hansara viðkomandi er keðilig, so er tilmælið til landsstýrismannin um at friða húsini framvegis ikki skrivað, og í síðsta enda er tað landsstýrismaðurin, ið skal taka avgerðina.
Petur Olsen sigur seg ikki hava kannað møguleikan fyri at reisa endurgjaldskrav, um úrslitið verður, at húsini verða friðað. Hann ætlar sær fyrst at tosa við sakførara fyri at fáa greiðu á, hvar hann stendur í málinum.