Síðani skálamenn fingu rumenska álopsmannin, sum teir kalla Pujo, hevur tað ikki verið pláss fyri Boga Gregersen millum teir fyrstu ellivu. Sunnudagin hevði Johan Nielsen tó gjørt av, at rumenin skuldi sita á beinkinum, og at Bogi skuldi fáa møguleikan.
Og Bogi tók av. Tá ið fimm minuttir vóru farnir, hevði hann skorað tvey mál. At hava skorað tvær ferðir eftir so lítlari løtu, sigur málskjúttin seg ikki hava gjørt áður.
- Tað var hugaligt, og viðspælararnir syrgdu fyri góðum uppleggum. Í tí fyrra førinum skuldi eg bara seta fótin á, eftir at Jónhard Frederiksberg hevði lagt innfyri, og bólturin umvegis eitt ÍF bein kom til mín. Í seinna førinum legði Hanus Thorleifsson innfyri, og síðani stýrdi Alexandur Johansen bóltinum við høvdinum niður fyri føturnar á mær.
Verður tú millum teir fyrstu ellivu á Svangaskarði?
- Tað ger venjarin einsamallur av. Sjálvandi vónar tú altíð at vera inni beinanvegin, og eg haldi, at tað gekk hampuliga væl, tá ið eg fekk møguleikan. Eg hevði møguleikar at gera fleiri mál, men tíbetur fingu vit kortini øll stigini. ÍF var við upp á tað, men vit høvdu takið á teimum, og vit spældu okkum til fleiri málmøguleikar, enn teir megnaðu at gera.










